týsdagur 28. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Heimið
2006
Vert at hugsa um
Nógv skal hugsast um áðrenn ein fer í gongd við at byggja hús ella
at gera í stand. Her hava vit spurt sjey húsarhald, hvat tey halda er tað
tydningarmesta at hugsa um.
Húsfólk:
Andreas Mouritsen
Hvar eru húsini?
Í Hoyvík
Slag av húsum:
Hevur sjálvur teknað tey
Hvør smíðar:
Nakað sjálvur og annað handverkarar
Góð ráð til teirra, sum fara undir at byggja:
n Ver úti um teg í góðari tíð at fáa tilboð frá handlum
og handverkarum. Sum gongdin hevur verið seinastu
tíðina, verður alt dýrari dag fyri dag.
n Fylg væl við í byggingini og tak myndir av øllum
n Hugsa um, hvussu húsini standa í mun til sólargang
og ættir. Til dømis, at lívd er fyri bilinum, og hvønn veg
rúmini venda. Til dømis er ikki gott, at køkur og stova
venda norðureftir.
Húsfólk:
Andrea og John Arnfinn Reynstind og sonurin
Brandur
Hvar eru húsini?
Í Sørvági
Slag av húsum:
Handverkarin hevur teknað húsini í samráð við
húsfólkið
Hvør smíðar?
Nakað hava handverkarar gjørt og nakað hava tey gjørt
sjálvi
Góð ráð til teirra, sum fara undir at byggja:
n Royn at halda teg væl við fólk, sum arbeiða fyri teg
og sum tú keypir frá. Tað lønar seg í síðsta enda.
n Rinda fólkum, sum arbeiða fyri teg, allar rokningar
beinanvegin.
n Brúka tíð og orku til at kanna prísir ymsastaðni, teir
kunnu vera sera ymiskir.
Húsfólk:
Jens Marni Hansen og Nina Brockie Hansen
Hvar eru húsini?
Húsini standa í Kollafirði
Slag av húsum:
Húsini eru eini eldri føroysk hús frá 1927 í trimum
hæddum á 44 fermetrar hvør. Kvistur er á húsunum
Hvør smíðar?
Tey byggja sjálvi, men fáa hjálp til serligar uppgávur.
Góð ráð til teirra, sum fara undir at gera eldri hús
meira nútíðarhóskandi:
n Gerið heldur fá stór rúm, enn nógv smá. Í miðhæddini
hava vit køk og stovu í einum, umframt gang. Áðrenn
umvælingina vóru fýra rúm í miðhæddini.
n Av tí at reisingin ikki er so høg, valdu vit, í staðin fyri
brúsukliva, at fáa okkum eitt gosbað, sum tað eisini ber
til at standa í, og tað eru vit sera glað fyri.
n Eisini eru vit fegin um, at vit løgdu hita í gólvini í
gongini og í baðirúminum.
n Til tess at varðveita eitt sindur av gomlu sjarmuni
við húsinum, hava vit latið bitarnar í køkinum verða
verandi berar og ráðar, og síðani hava vit málað teir
brúnar. Vit halda tað vera gott at varðveita okkurt av tí
gamla stílinum.
n Gomlu trægólvini vóru ikki nógv verd. Men áðrenn
vit løgdu nýggj á, skrúvaðu vit krossvið niður á gomlu
fjalarnar og omaná løgdu vit so nýggja parkettgólvið.
Hetta gjørdu vit fyri at beinka gamla gólvið og fyri at
sleppa undan, at gólvini ríkja so illa.
n Vit hava fingið okkum plastvindeygu við sprossum.
Tey líkjast akkurát trævindeygum, men krevja onki
viðlíkahald.
Fylg væl við í byggingini
og tak myndir av øllum
Gerið heldur fá stór rúm
í staðin fyri nógv smá
Hald teg væl við fólk
sum arbeiða fyri teg
Tekst: Rigmor Dam
Myndir: Jens Kristian Vang,
Álvur Haraldsen og tey sjálvi