týsdagur 28. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Heimið
2006
áðrenn tú byggir
Húsfólk:
Magnus Gunnarsson og konan Birgitte V. Gunnarsson í
Havn og fýra børn: Durita, Ásbjørn, Jóhan, Jenny.
Hvar eru húsini
Gæsugøta 24, í Tórshavn
Slag av húsum:
Sethús frá 1976, sum tey hava bygt um innan. Tey fingu
nýggjan køk, sum tey sjálvi hava sniðgivið, nýggjar
innhurðar og límvið á gólvið í øllum húsinum.
Hvør smíðar?
Ein handverkari ger alt arbeiðið
Góð ráð til teirra, sum fara undir umbygging:
n Bið ein byggimeistara um tilboð, um tú ikki fert undir
uppgávuna sjálvur
n Bið um eitt skrivligt tilboð, sum kann binda
partarnar
n Bið ongan gera nakað fyri tímaløn
Bið ongan gera
nakað fyri tímaløn
Húsfólk:
Jens Tummas Næss og Maria Ellefsen Næss
Hvar eru húsini?
Í Sandavági
Slag av húsum:
Maria hevur sjálv teknað tey
Hvør smíðar:
Nakað sjálvi og annað handverkarar
Góð ráð til teirra, sum fara undir at byggja:
n Hav gott eftirlit við tí fíggjarliga partinum. Ger
tykkum so nógv, sum til ber greitt frammanundan. Tað
er skjótt, at fíggjarætlanin ikki heldur og skjótt at missa
yvirlitið.
n Fylg væl við í rokningunum, so at tilboðini halda.
n Fylg væl við í arbeiðinum hjá handverkarunum, bið
onkran annan um at eftirkanna alt arbeiðið
n Verð varin við at biðja vinir og familju gera arbeiðið
– ofta er tað líka gott at biðja ein fremmandan. Tað kann
fáa keðiligar avleiðingar um farast skal afturumaftur, tá
talan er um familju ella vinir.
Hav gott eftirlit við tí
fíggjarliga partinum
Húsfólk:
Hugo Leo, Elsa Lamhauge og ein dóttir
Hvar eru húsini
Leirvík
Slag av húsum:
Nýggj arkitektteknaði hús
Hvør smíðar?
Handverkari hevur lokað tey inni og sjálvi hava tey gjørt
restina.
Góð ráð til teirra, sum fara undir umbygging:
n Havið gott tol, tí nógvar avgerðir skulu takast
n Um tú ætlar at byggja tey sjálv/ur, royn so at fáa
royndir aðrastaðni fyrst. Hjálp øðrum at smíða, so lærir
tú tað. Tað er ikki so torført, sum tað tykist. Fakorð og
tílíkt kanst tú læra.
Hjálp øðrum at smíða,
so lærur tú tað