Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Heimið 2006 Húsfólk: Hans Jákup og Kirstin Langgaard og fimm børn Hvar eru húsini? Hoyvík Slag av húsum: Arkitektteknað – alt í betongi Hvør smíðar? Byggifyritøka og sjálvi Góð ráð til teirra, sum fara undir at byggja: n Hoyr teg fyri hjá øðrum um, hvørjir handverkarar eru góðir, tí ein góð avtala er onki verd, um handverkararnir eru vánaligir. n Bið ikki um stórar ordrar uppá tímaløn. n Vel gott tilfar, tá verður tú glaðari fyri úrslitið n Ger eitt modell av húsinum áðrenn farið verður undir arbeiðið. Vit síggja nú, at um vit høvdu gjørt tað, so hevði okkurt verið øðrvísi nú. Húsfólk: Sólvá Eystberg og Geir Wardum – trý børn og fjórða er á veg Hvar eru húsini? Í Gundadali í Tórshavn Slag av húsum: Arkitekteknað Hvør smíðar? Mest handverkarar Góð ráð til teirra, sum fara undir at byggja: n Síggj til, at hava eina tíðarætlan fyri ymsu handverkararnar. Tað er skjótt, at øll standa og bíða hvør eftir øðrum n Byggið rør og tílíkt inn í veggirnar, so verður lættari og snøggari at halda húsini, eitt nú at mála og gera reint. n Fáið tykkum luftanlegg. Hús í dag eru so tøtt, at inniluftin verður slavin n Fylgið væl við í rokningunum, tað er lætt at missa yvirlitið. Eitt nú um áogn verður mótroknað, og um tilboð halda n Tryggið tykkum, at treytirnar fyri eykaarbeiði eru avtalaðar frammanundan, so tað ikki kemur óvart á tykkum aftaná. Vert at hugsa um áðrenn tú byggir Vel gott tilfar, tá verður tú glaðari fyri úrslitið Byggið rør og tílíkt inn í veggirnar, so verður lættari at halda húsini