Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Heimið 2006 Dekoratørurin Linda Laksáfoss sigur soleiðis til tey, íð hava ætlanir at gera eitt barnakamar. – Innrætta í barnahædd og hugsa um aldursbólkin. Børnum dámar best klárar og glaðar litir, meðan mammurnar viðhvørt velja at gera alt hvítt og krem. Tað er als ikki neyðugt at mála allar veggirnar ein og sama lit. Tað kann vera nóg mikið at mála ein part av einum veggi ella bara okkurt innbúgv. Hugsa eisini um, at pláss skal vera fyri øllum leikunum. Til dømis ber til at festa kurvar upp á veggin, sum barnið røkkur niðurí. At nýta talvulakk er annað gott hugskot, men nú er diddan her bert 3 ár, so hon hevði helst kritað allan veggin og kamarið, um hon slapp. Pettið, sum er málað við talvulakkið, nýtist ikki at vera fýrkantað, men kann hava eitt hvørt annað skap, blóma ella hjarta til dømis. "Innrætta í barnahædd" Reólin, sum var úr óviðgjørdari furu og rættiliga keðilig, bleiv sum nýggj. Litfagri kjólin verður ein heil dekoratión. Dukkan er málað við magnet máling, so kann diddan hanga eitt hvørt uppá hana. Ljósareyða lampan setti prik- kin yvir i:ið.