mikudagur 1. februar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2006
Hóast ikki nógvar
føroyingar ferðast
í Miðeystri í heusm
døgum, so merkja
ferðaskrivstovurnar
ikki, at fólk setast
aftur av teimum
nógv umrøddu
muhammed-tekning
unum hjá Jyllands
Posten. Danska uttan
ríkismálaráðið mælir
ikki fólki frá at fara
hagar at ferðast, men
ræður tó dønum til at
vísa hógv
MUHAMMED-
TEKNINGAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað rekur hart á kíkin hjá
Danmark í altjóða ódnar
veðrinum í løtuni, eftir at
Jyllands Posten hevur prent
að 12 tekningar av profeti
num Muhammed.
Fyri nøkrum døgum síðani
frættist, at norðurlendingar
vórðu hóttir í Gaza, og í gjár
var ein bumbuhóttan ímóti
blaðhúsinum hjá Jyllands
Posten í Århus.
Føroyingar eru danskir
ríkisborgarar, men hóast
okkara ríkisrættarligu støða
er donsk, verður sambært
ferðaskrivstovunum ikki
merkt til nakran ótta millum
føroyingar.
Á Faroe Travel í Havn
siga tey, at áhugin millum
føroyingar at ferðast í Mið
eystri ella í muslimskum
londum ikki er minkaður,
og at eingin enn hevur avlýst
nakra ferð. Høvuðsmálið
á hesum leiðum er helst
Egyptaland, sum tó ikki er
eins væl vitjað og tey van
ligu charterferðamálini.
Men tað kemur tó meira
enn so fyri, at fólk fara hag
ar, eins og handilsfólk eisini
hava ørindi har av og á, og
enn hava tey á Faroe Travel
so ikki verið úti fyri, at fólk
hava himprast við at fara
avstað.
Tey siga, at fólk eru væl
upplýst, og vísa til heima
síðuna hjá danska uttanrík
ismálaráðnum, sum enn ikki
hevur mælt fólki til ikki at
fara ta ferðast í muslimskum
londum, hóast tey eru danir.
Tó verður mælt til at vísa
hógv.
Leggja ætlanir
fyri summarið
Eitt, ið kann spæla inn, um
fólk velja at avlýsa eina ferð
ella ikki, er, um ferðin er
goldin. Tá kann spurningurin
um trygging koma upp á
tal, og um ferðamálið hjá
hesum fólkum ikki stend
ur á heimasíðuni hjá uttan
ríkismálaráðnum sum vanda
mikið at ferðast í, kann
verða trupult at fáa ferðina
endurgoldna.
Á Flogfelag Føroya hava
tey heldur ikki hoyrt frá
fólki, sum hava ætlað sær til
Miðeysturs og hava hálsað
um.
Tó vænta tey, at fólk hava
hetta í huganum í hesum
døgum, nú fólk ofta byrja
at leggja ætlanir um, hvag
ar tey skulu vera í summ
arfrítíðini.
Á Flogfelagnum selja tey
mest ferðir til Egyptalands
og Turkalands, tá talan er
um muslimsk lond, men í
løtuni vita tey kortini ikki
um nakran, sum er farin
hagar.
Fonn Flog í Klaksvík hev
ur heldur ikki merkt nakra
serstaka mistrúgv, hóast tey
heldur ikki vita um nakran,
sum er í Miðeystri í løtuni.
Tey siga, at vanliga ferðast
føroyingar ikki so nógv hesa
ársins tíð um talanm ikki er
um silvurbrúdleypsferðir
ella aðrar merkisdagar.
Føroyingar setast ikki aftur
við at fara til Miðeysturs
Tvøroyrar Býráð
hevur fyri løtu síðani
samtykt at søkja
landsstýrið um stuðul
at byggja ellis- og
røktarheim fyri
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú vilja eisini tvørafólk hava
ellis- og røktarheim.
Tvøroyrar Býráð varð
kallað saman í skundi
seinnapartin í dag at við
gera eldraøkið, eftir at tað
gjørdust greitt, at komm
unurnar í Suðuroyar syðru
helvt fóru at søkja lands
stýrið um stuðul til ellis- og
røktarheim í Vági.
Á Býráðsfundinum á
Tvøroyri samtykti býráðið
einmælt at søkja landsstýrið
um stuðul at byggja heim
til eldri, tað verið seg
bæði røktarheim, heim fyri
minnisveik og sambýli, alt
eftir, hvussu tørvurin er.
Tilsamans søkir Tvøroyrar
býráð um stuðul at byggja
heim til 25 fólk.
Býráðslimir søgdu, at tað
var neyðugt at søkja fyri at
tryggja sær ein møguleika
at koma upp í part, tá ið
almenni stuðulin til ellis- og
røktarheim, skal lutast út.
Landsstýrið hevur sett
51 milliónir av til at stuðla
kommunum at byggja
búpláss til eldri í ár, næsta
ár og í 2008 og hesum
vil Tvøroyrar Kommuna
tryggja sær ein møguleika
at fáa burturav.
Býráðslimir á Tvøroyri
løgdu sostatt dent á, at
umsóknin verður send fyri
ikki at spæla av við møgu
leikan at byggja stovnspláss
til eldri tey næstu árini.
Men teir løgdu eisini dent
á, at hetta skuldi ikki skiljast
sum um at Suðuroyggin
endaliga var farin í tvíningar
í hesum máli, tí teir vónaðu
framvegis, at øll oyggin
kundi finna saman um eina
felags loysn.
Fleiri býráðslimir á Tvør
oyri hildu, at tað var neyðugt
at kanna tørvin gjølligari
fyri at vita akkurát, hvørjum
slagi av stovnum til eldri,
tørvur var á.
Ongin avgerð
um fígging
At gera ellis- og røktarehim
til 25 fólk, sum Tvøroyrar
Býráð, hevur søkt um, kostar
30 milliónir. Landið letur í
mesta lagi 12,5 milliónir í
stuðuli og tað merkir so, at
kommunan skal sjálv fíggja
17,5 milliónir.
Hvussu tað skal fíggjast,
er støða ikki tikin til.
– Tað er ein spurningur,
sum nú skal skal kannast
sigur borgarstjórin, Kristin
Michelsen.
Men tað er í øllum førum
greitt, at Tvøroyrar Komm
una sleppur ikki at taka lán,
tí kommunur, sum skylda
meiri enn eina álíkning,
sleppa ikki at taka lán.
Á býráðsfundinum á
Tvøroyri týsdagin, varð eis
ini upplýst, at hinar komm
unurnar í Suðuroyar Norðaru
helvt, Fámjins, og Hvalbiar
kommuna, eru kunnaðar um
ætlanina at søkja um stuðul,
men at tær høvdu ikki latið
frætta frá sær.
Tvøramenn søkja um stuðul
til ellis- og røktarheim
Tað var nógv prát ímillum býráðslimir á Tvøroyri fríggjadagin. Her er tað Bergur Bærendsen,
vinstrumegin, og Jaspur Vang, sum stinga høvdini saman