Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 24 - 2. februar 2006 Bárður Nielsen sigur, at hann í verandi støðu hevur sera lítlan hug at nerta við handverkarafrádráttin Frádráttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Degi og Viku í farnu viku førdi fomaðurin í Hand­verk­ arafelagnum fram, at okkurt mátti gerast, soleiðis at fleiri handverkarar fingust at ar­beiða í Føroyum. Hetta tí tað í dag er fíggjarliga væl meira lokkandi hjá hesum at arbeiða uttanlands, tí har fáa teir skattafrádrátt fyri útreiðslur til kost og uppi­ hald. Her varð nevnt, at eitt hug­skot kundi verið, at ser­ ligur frádráttur varð lat­in handverkarum í Før­oy­um, men hesum vildi lands­stýr­ ismaðurin í fíggjar­málum ikki vita av. Ikki minst, tí hann helt, at hetta einans kundi skapa trupulleikar í mun til aðrar fakbólkar her á landi. Má fylgja grannunum Aðra staðni hevur hand­ verk­­arafrádrátturin til tíð­ir verið nýttur sum eitt am­ boð at regulera ferð­ingar­ mynstrinum fyri hand­verk­ arar. Hetta á tann hátt, at er nógv arbeiði til í landinum, verður frádrátturin lækk­ aður, so tað skal vera minni lokkandi at søkja arbeiði uttanlands. Hinvegin hev­ur frádrátturin so verið hækk­ andi, um lítið av arbeiði hevur verið. Fyri á tann hátt at eggja arbeiðsmegini at gerast meira mobila. Tað hevur tó skapt trupul­ leik­ar, tá frádrátturin er mink­ aður aftur, og tí er hetta ikki ein skipan, sum verður nýtt serliga aktivt longur. Og Bárður Nielsen heldur á ongan hátt, at hetta er ein skipan, sum í verandi støðu er aktuell í Føroyum. – Fyrst og fremst, so er ein slíkur frádráttur altíð sera vandamikil at nerta við. Eitt skifti var frádrátturin hjá okkum bara 100 kr. um sam­døgrið, men tað forð­aði tó ikki monnum í at fara uttanlands. Heldur gjørd­ist tað so, at hesir skifti stats­ borgaraskap, so teir t.d. kundu arbeiða í Týskalandið við danska frádráttinum. Tá mistu vit alla skattainntøkuna og so er lítið vunnið, heldur Bárður Nielsen. Tí heldur hann, at tað í hesum er týdn­ingarmikið, at vit hava nakrar satsir, sum eru á leið teir somu, sum teir eru í granna­londunum. Trýstið ikki so stórt Og hann leggur afturat, at hann hóast alt ikki heldur, at trýstið á heimliga arbeiðs­ marknaðin er so ovurhonds stórt. – Sjálvandi skulu vit fylgja við støðuni. Men enn tykist hetta ikki hava skapt nakrar veruligar fløskuhálsar. Hetta hevur tað almenna eisini sæð aftur í teimum tilboðum, sum eru givin. Hesi tykjast enn at svara til metingarnar, og tí haldi eg ikki, at prísurin enn er trýstur nakað serligt. Vísir tað seg, at trýstið verð­ ur ov ógvusligt, so kann tað sjálvandi koma upp á tal at gera broytingar. Men í prinsippinum dámar mær lítið at skula nerta nakað í hesum, staðfestir Bárður Niel­sen at enda. Frádrátturin ikki nortin fyribils Hóast handverkaravinnan hevur ynski um at betra um skattligu korini hjá handverkarum. So er hetta ikki nakað, sum Bárður Nielsen ætlar sær at nerta fyribils Ikki færri enn 392 ferðir settust flogfør á flogvøllin í Vágum í januar mánaði Flogferðsla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vøksturin í ferðafólka­tali­ num í januar mánaði var 11,3%. Í alt fóru 11.204 ferðafólk um flogvøllin hendan mánaðin. Í fjør var talið 10.069. Serliga er tað á Dan­mark­ ar­rutunum, at vøksturin hev­ ur verið stórur. Lutfalsliga er vøksturin til Íslands tó mest – heili 66,7%. Men her skal so hava í huga, at talið av ferðandi nú er komið upp á 787 ferðafólk. Hinvegin hevur talan verið um lutfalsliga stóra afturgongd á rutunum til Noreg og Stórabretlands. Stóra ferðafólkatalið hevur eisini avleitt fleiri komur og fráferðir um flogvøllin. Í januar mánaði var talið av flogførum, sum komu og fóru, 392. Í januar í fjør var hetta talið 332. Talan hevur annars verið um sera støðugan vøkstur í ferðafólkatalinum um flogvøllin seinnu árini. Í 1997 var samlaða talið av ferðafólkum góð 117.000 um árið. Í fjør kom hetta talið fyri fyrstu ferð upp um 180.000. Heilt neyvt var talið á ferðandi tá 181.305. Ferðast nógv til Danmarkar Vøksturin í ferðafólkatali um flogvøllin tykist enn at halda fram