hósdagur 2. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2006
23
Musikkskúla-
skipanin
Gittarlærari
søkist at byrja beinanvegin og fram til 31. mai
2006.
Undirvíst verður 4 klokkutímar um vikuna í Klaks-
víkar Tónlistarskúla.
Træblásari
Avloysari søkist fyri lærara í farloyvi frá 13. februar
til 7. apríl 2006.
Undirvíst verður tilsamans 9 klokkutímar um vikuna
í blokkfloytu, klarinett og saxofon á Oyrarbakka og
í Hósvík.
Lokið prógv frá musikkonservatorium krevst. Onn-
ur kunnu tó søkja.
Setanar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála
millum Musikklærarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita hjá leiðaranum Martin Mouritsen
á tlf. 216462.
Musikkskúlaskipanin
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn · Tlf. 316462
Teldupostur: martin@mmr.fo
www.musikkskulin.fo
Frá S & K felagnum
Aðalfundur felagsins verður í Havn á Hotel Tórshavn
leygardagin 18. februar 2006 kl. 19.30. Dagsskrá
sambært lógum felagsins.
1) Frásøgn formansins frá farna ári
2) Roknskapur til góðkenningar
3) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
4) Val av formanni
5) Innkomin uppskot
6) Ymiskt
7) Lógarbroytingar. Uppskot er frá nevndini.
S & K felagið
Søkt verður eftir
fólki til alibrúk okkara á Fuglafirði
Í sambandi við nýggja útseting av sílum á Fuglafirði,
verður við hesum søkt eftir tveimum røskum
fólkum. Einum alara og einum alaralærlingi.
Alari
Til starvið sum alari er tað ein fyrimunir, um
tú hevur royndir at arbeiða við aling, men er
hetta tó ikki nøkur treyt. Hevur tú eginleikar
sum nærlagni, røkiskap, evni til at samskifta og
í felagsskapi at røkka settum málum, so er tað
tær vit møguliga leita eftir. Væntað verður at
tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, dugir at nýta bát
og hevur ein ávísan førleika í at arbeiða við tog-
verki. Arbeiðið er vanlig arbeiðstíð, umframt at tú
kemur at verða í eini vaktarskipan. Løn sambært
avtalu.
Alaralærningur
Hevur tú áhuga í at útbúgva teg sum alara, so
er ein spennandi møguleiki her. Væntað verður,
at tú ert sjálvstøðugur, arbeiðssamur, røkin og
hevur stóran áhuga í at arbeiða við livandi fiski.
Læran er skipað við praktiskum arbeiði og við
skúlagongd á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Høvuðsarbeiðið er røkt av fiski, men tú kemur
eisini at arbeiða við togverki og neti, umframt
øllum tí tekniska útbúnaðinum, ið er á alistøðini.
Løn sambært sáttmála.
Um hetta er nakað fyri teg, so send eina skrivliga
umsókn saman við prógvum og møguligum
viðmælum skjótast gjørligt til:
Vestlax
Postboks 82, 410 Kollafjørð,
Fax 477002, Tlf. 477000 ella
e-mail: leif@vestlax.fo
Umsóknarfreist: 8. februar 2006
Mentamálaráðið
Vinnu- og miðnáms-
skúladeildin
Sjálvlesandi
Innskriving til próvtøku í
ymsum miðnámsútbúgvingum
Sjálvlesandi, her í millum umgangarar, ið á sumri
2006 ætla sær til FHS-, SIF-, HH-, HT- ella HIF-próv-
tøku, skulu í seinasta lagi 25. februar 2006 innskriva
seg til próvtøku við tann skúlan, har tey ætla sær
til próvtøku. Innskrivingarblað at fylla út fæst frá
skúlanum.
Tórshavn, 1. februar 2006
Mentamálaráðið