Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 29 Skíðferðir: Ansið eftir holdinum! Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Menn, kvinnur og alkohol Sauna og rennitúrar hjálpa ikki upp á forbrenningina, um onkur skuldi verið freist­aður til at hildi tað. Um ein kvinna og ein maður drekka somu nøgd av alkoholi, fær kvinnan nakað hægri pro­­millu. Orsøkin er at alko­­holið delir seg í vevn­aðin í kropp­inum, sum inni­ hend­ur vatn. Menn hava ofta meira vødda­tilfar enn kvinnur og tí meira kropsvevna at deila alko­ holið í. Alkoholið verður tí eisini meira tynt í kropp­ in­um hjá einum manni enn eini kvinnu. Afturat hesum hava menn ofta meira enzymir í magasekkinum, sum nið­ urbróta alkohol. Hetta hev­ ur við sær, at alkoholið sum menn drekka ikki kem­ur út í blóðrenslið. Tá talan er um alkohol, sum er upptikið í blóðið, fellur promillan við 0,15 promillu um tíman hjá bæði kvinnum og monn­ um. Kelda: Dagens Medisin Skiftandi veðurlag við vindi, regni og kulda fær nógvar føroyingar í hesum døgum at leita uttanlands at standa á skíðum, og sam­stundis njóta góð­ veðrið í fremmandu náttúruni. Men ser­ stak­liga góðar grund­ ir eru til at ansa eftir holdinum Vetrarhold Á vetri missir luftin nakað av vætu, og tað sama ger seg galdandi fyri holdið hjá okkum. Tá luftin er turr, gerst húðin eisini turrari og støkkur skjótari. Vanliga virkar holdið sum ein bjálving, ið ger at vætan setur ikki úr kroppinum, og verjir eisini fyri at smáverur koma inn í kroppin gjøgnum húðina. Tá ið turra húðin rivn­ar, veitir hon ikki somu verju; tí er tað av týdningi at røkja turra holdið fyri at fyribyrgja, at besta vernd okk­ara móti vætumissi og smá­verum verður skadd. Eini góð ráð fyri holdið er at smyrja tað við feitum smyrsli hvønn dag. Ymisk evni eru til taks, ið veita húðini bæði fiti og vætu, ið stimbra húðina og varðveita hana lina og mótstøðuføra. Holdið í frostveðri Í kuldaveðri er tað av stór­ um týdningi at verja holdið serliga væl. Í vindi er holdið kaldari, enn tá logn er. Fryst­ ur niður í eini fimm stig í logn, svarar tað til 13 kulda­ stig á holdinum, bert eitt lítið lot er, og er frískur vindur – umleið 10 m/s – svarar tað til 21 kuldastig á holdinum. Tað týdningarmesta er, at holdið fær nóg mikið av fiti­evni, so tað verður ikki uppturkað. Kortini er óneyðugt at nýta vatnleyst krem. Verður kremið smurt á holdið okkurt um ein hálvan tíma áðrenn farið verður út­um, er kremið sett sett inn í húðina. Krem eru, ið gera at húðin fær andað, og ikki liggja sum ein tøtt skón oman á henni. Holdið og sólin Á skíðferð kann holdið verða útsett fyri bítandi kulda og brennandi sól sama dag. Tann tunna fjallaluftin verjir ikki so væl fyri sólini, sum hon annars ger á láglendi, og tá avkavað er, endurspeglast sólarljósið úr kavanum, so geislingarnar verða fleir­fald­ aðar samanborið við tær, vit annars eru von við. Tá farið verður á skíðferð, eru tey flestu hvítholdaði, tí sólin hevur ikki sæð á holdið í fleiri mánaðir. Holdið er følið og  á høgum fjøllum kann sólbruni koma, hóast skýggjað er. Til tess at verja viðkvæma vetrarholdið er tað umráðandi at holdið verður smurt við sólkremi, ið hevur høgan verndarvaldi. Er ætlanin at vera úti í fleiri tímar, eiga flestu føroyingar í minsta lagi brúka  verndarvaldur 15 (Sun Protection Factor: SPF 15) til tess at verja holdið fyri sólbruna. Umráðandi er eisini at verja varrar og oyru, og helst eisini brúka sólbrillur til tess at verja eyguni fyri tí bjarta og skyggjandi ljósinum.Varr­ ar og oyru kunnu smyrjast við sólstift, ið kann havast í lummanum til at taka. Í flestu sóltilbúningum, sum fáast til keyps í dag, er verja fyri bæði UVA og UVB sólargeislingum, ið eru skaðiligar í ov stórum nøgd­um. Eisini tá luftin er samdrigin treingja ultraviolettar geisl­ ingar frá sólini í gjøg­num skýloftið og verða endur­ speglaðar úr kavanum. Tí­skil er vandi fyri sólbruna, hóast samdrigið er, og tí er altíð skilagott at smyrja seg við sólkremi, sama hvussu veðurvánirnar eru. Kelda: www.apotek.fo