Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 31 Afsporet Fríggjadag 03.02 kl. 21.00 kl. 23.15 Leygardag 04.02 kl. 21.00 kl. 23.15 Sunnudag 05.02 kl. 20.15 kl. 22.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Avsporaður: – Ein nøkunlunda spenningsfilmur TÍÐIRNAR: Stórt úrval av DVD-filmum til sølu München Fríggjadag 03.02 kl. 21.30 Leygardag 04.02 kl. 21.30 Sunnudag 05.02 kl. 21.00 Nanny McPhee Fríggjadag 03.02 kl. 19.00 Leygardag 04.02 kl. 19.00 Sunnudag 05.02 kl. 18.15 UMMÆLI: FRUMSÝNING Í filminum »Afsporet« er Charles (Clive Owen) ein friðarligur lýsingarmaður. Hann er giftur maður og eigur ein dóttur, ið baksast við eina serliga vandamikla sjúku. Ávegis til arbeiðis við tokinum møtir hann vøkru og lokkandi Lucindu (Jennifer Aniston). Tey møtast fleri ferð, og fara skjótt at síggjast meiri regluliga. Tey enda á einum hotelkamari, og her byrjar søgan av álvara at snúgva seg um nakað heilt annað Kim Simonsen Filmurin »Afsporet« er ein væl­ gjørd­ur thrillari, ið snýr seg um, hvussu fólk kunnu verða drivin til ekstrem­ar handlingar, um tey verða hótt. »Afsporet« er gjørdur av svian­ um Mikael Håfström, og filmurin byggir á eina altjóða bestseljara skaldsøgu eftir høvundan James Siegel. Håfström er kendur frá filmum sum »Leve livet« (2001) og harð­ liga filmin »Onskan« frá 2003. Håfström dugir at gera film um desperat fólk, ið læra egna megi at kenna, tá onkur legst á tey. Eitt ordans plott Eg kann ikki siga so nógv um, hvat filmurin »Afsporet« snýr seg um víðari, tí í einum slíkum upp­ skakandi krimitrillara, er alt upp til hesa handling ella hetta plott, sum tí ikki skal avdúkast. Eg vil siga, at hetta hin vegin er rættuliga gott undirhald, meiri er kanska heldur ikki í hesum. Ein til tíðir ráður og harðrendur filmur er henda lítla søgan í »Afsporet«. Alt er frá byrjan galið, konan og maðurin tosa ikki saman, hann er hálvavegna ótrúgvur, og so brestir stóra bomban í lívinum hjá einum vanligari amerikanskari familju. Kanska hetta er ein mynd av tí meiri vælbjargaðu amerikansku meðalstættarfamiljuni, tey liva altíð við vandanum um álop og í ótta. Clive Owen hann frá Sin City Høvuðspersónurin Charles Shine er væl leiktur av Clive Owen, ið er úr Onglandi. Hann er kendur seinast fyri at hava spælt í superlekra filmi­ num »Sin City« frá 2005, ið er ein filmatisering av eini teknirøð eftir Frank Miller, gjørdi til film av Robert Rodriguez’. Seinast hevur hann spælt við í filminum hjá Mike Nicols »Closer«. Og er skjótt aktuellur við einum filmi frá Spike Lee, kallaður »Inside Man«, har hann spælir við t. d. Denzel Washington. Hin leikarin í filminum, sum mystiska kvinnan Lucinda Harris, er leikt av kendu Jennifer Aniston, serliga kend frá »Friends« sum Rachel. Hon hevur spælt eina ófanta­liga rúgvu at hálvvánaligum kær­leiksfilmum, thrillarum og hvat veit eg. Persónliga kann eg ikki torga hendan leikaran, ið eg enn síggi sum ein vánaligan sjónvarpsleikara, sum er farin vassandi út, har hon ikki grynnir. Í hesum filminum er hon enn einaferð veika liðið. So er betur skil á franska Vincent Cassel, sum spælir La Roche. Hesin var við í filminum hjá Mathieu Kassovitz’s La Haine (Hate) fra 1995. Hesin er sum skaptur til at leika brotsmaður og reindyrkaður psykopatur fyri allar pengarnar. Hann minti meg mangan um leik­ lutin hjá Robert De Niro í filminum »Cape Fear«, ið Martin Scorcese gjørdi í 1993, sum var ein remake av upprunafilminum frá 1962. Hesin psykopaturin í »Afspret« vil ikki bert gera seg inn á fólk, hann elskar at hata og hevna seg, at pína onnur og hava tey í sinum valdi. Filmurin er sum heild ikki um ótrúskap ella kærleika, men um tøgn, lygn og óndskap, um hvat fólk vilja gera fyri at verja seg og síni móti meiningsleysum harðskapi. Filmurin er ein nokso klassiskur trillari, og her er nógv av tí sum skal vera í einum slíkum filmi, sum trillari fær hann tí 4 stjørnur av 6. Et tilfældigt møde, et uskyldigt sidespring, fatale konsekvenser. ARTWORK ©2005 MIRAMAX FILM CORP. ALLRIGHTSRESERVED. EN STEVEN SPIELBERG FILM www.UIP.dk Den "fortryllende" barnepige MED DANSK TALE Distribueret af UIP www.narniafi lmen.dk Narnia Fríggjadag 03.02 kl. 18.30 Leygardag 04.02 kl. 18.30 Sunnudag 05.02 kl. 18.00 Afsporet, USA 2005. Leikandi: Clive Owen Charles Shine Jennifer Aniston Lucinda Harris Vincent Cassel LaRoche Add ison Timlin Amy Schine Melissa George Deanna Schine Leikstjórn: Mikael Håfström. Finst sum skaldsøga, m. a. útkomin á donskum undir navninum Afsporet eftir James Siegel. Lille Kylling FRUMSÝNING Fríggjadag 10.02 KOMANDI FILMAR Fun with Dick and Jane FRUMSÝNING Fríggjadag 10.02