fríggjadagur 3. februar 2006síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 3. februar 2006
53
www.almannastovan.fo
Høvuðsbarnaverndarnevndin
Nevndin tekur avgerðir sambært barnaverndarlógini
um m.a.:
. Umsorganaryvirtøku í málum, har samtykki ikki er
fingið frá foreldrunum.
. Samverurætt foreldranna í sambandi við umsorganar-
yvirtøku og skipan av hesi.
. Rætt til ókeypis umboðan í málum um umsorganar-
yvirtøku og samverurætt, og um familjuviðgerð o.a
fyribyrgjandi fyriskipanir og skal m.a. góðkenna
avgerðir hjá barnaverndarnevndum.
. Familjuviðgerð á stovni hjá landinum og tilboði um
serdagstovn til børn, sum ikki kunnu integrerast í
vanligan dagstovn.
. Kanning og viðgerð av einum barni, ið er sett í verk
uttan samtykki foreldranna.
. Forboð ímóti flyting heimaftur av einum barni, sum
er sett heiman við samtykki foreldranna.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Viðkomandi verður partur av
einum stovni, sum alla tíðina má
tillaga seg broytingarnar í samfelag-
num og taka við avbjóðingunum,
sum liggja í tíðini og í framtíðini.
Okkara ynski er, at viðkomandi
er virkin og nærlagdur, hevur góð
samstarvsevni, dugir at leggja til
rættis og arbeiða sjálvstøðugt við
at loysa uppgávurnar, og annars
arbeiða í samsvari við endamál
og málsetningar stovnins.
Starvið verður sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag.
Vit sóknast eftir einum fólki, ið
hevur løgfrøðiliga ella aðra
viðkomandi universitetsútbúgv-
ing til skrivstovuna hjá Høvuðs-
barnaverndini. Tað er ein
fyrimunur at hava starvsroyndir
innan fyrisiting á almanna-
økinum, men eingin treyt.
Viðkomandi fær til uppgávu at
fyrireika mál og skal tryggja, at
málini eru væl lýst, áðrenn tey
verða løgd fyri Høvuðsbarna-
verndarnevndina. Harumframt
fær viðkomandi ábyrgdina av at
leggja til rættis arbeiðið á
skrivstovuni.
Fleiri upplýsingar kunnu
fáast við at venda sær til
Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 35 35 10
ella 21 54 80.
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 20. februar
2006, kl. 12.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
Løgfrøðingur ella annar hóskandi
akademiskur førleiki til skrivstovuna
hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini