mánadagur 6. februar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 26 - 6. februar 2006
Bjarni Djurholm
hevur á ferð í USA
etið morgunmat og
biðið morgunbøn
saman við Bush,
forseta. SvF setti
spurnartekn við, um
tað er rímiligt, at
tað almenna rindar
ferðina
Almennir pengar
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
SvF setti í Degi og viku í
kvøld spurnartekn við, um
tað er rætt at tær almennu
Føroyar gjalda fyri ferðina
hjá
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismanni í vinnu
málum, í USA, har hann í
gjár m.a. át morgunmat og
bað morgunbøn saman við
George W. Bush forseta á
National Prayer Breakfast, ið
verður hildin fyrsta hósdag í
februar á hvørjum ári.
Sambært sjónvarpinum
skuldi vinnumálaráðharrin
vera burturstaddur í 8 dagar,
men av tí at ferðin er almenn,
hevur Bjarni Djurholm ein
fulltrúa frá Menningarstovuni
við sær á ferðini, ið tó bert
hevur verið saman við lands
stýrismanninum í fýra tímar
á túrinum.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, segði í innslagnum
í Degi og viku, at enn er ov
tíðliga at siga, um tað er rætt,
at tað almenna rindar fyri
ferðina, tí ferðaútreiðslur
verða gjørdar upp, tá ferðin er
liðug. Harafturat vísti hann til
landsgrannskoðaran, ið skal
kanna, um almennir pengar
verða brúktir rætt.
Bjarni Djurholm fór avstað
30. januar og skuldi eftir ætlan
koma aftur í dag.
Føroyingar eru sam
bært Hagstovuni
arbeiðsvirknari enn
nakað annað fólk
í Evropa. Góð 90
prosent av íbúgvunum
í Føroyum hava arbeiði
HAGTØL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hagstovan gjørdi í november
í fjør eina kannning av før
oysku arbeiðsfjøldini
Kanningin varð gjørd sum
telefonkanning, og Gallup
Føroyar stóð fyri henni.
1.045 fólk vórðu spurd,
hvussu teirra arbeiðsmarkn
aðarliga støða var frá 14. til
20. november 2005.
Hetta er tann fyrsta
kanningin av sínum slagi í
Føroyum, og hon er gjørd
eftir altjóða ásetingum, so
at úrslitini beinleiðis kunnu
samanberast við samsvarandi
tøl fyri onnur lond.
Higartil hava vit bert
havt ógvuliga avmarkaða
vitan um arbeiðsfjøldina í
Føroyum.
Ósvaraðir spurningar,
sum ofta eru frammi, eru til
dømis:
Hvussu nógv eru virkin á
arbeiðsmarknaðinum?
Hvussu nógv av teimum
hava arbeiði í løtuni?
Hvussu býta tey seg eftir
aldri, kyni og bústaði?
Hesum spurningum hevur
ikki borið til at svarað, men
Hagstovan sigur seg hinvegin
hava góð hagtøl fyri talið á
arbeiðsleysum.
Eftir altjóða áseting verð
ur fólkið í arbeiðsførum
aldri fyrst skift sundur í
arbeiðsfjøld og vinnuliga
óvirkin.
Arbeiðsfjøldin verður
síðani skift sundur í arbeiðs
virkin og arbeiðsleys.
Hóast øll fyrivarni um
óvissur, so vísa tølini frá
Hagstovuni, at parturin av
fólkinum, sum hevur arbeiði,
er væl størri í Føroyum enn
aðrastaðni. Av hinum lond
unum er tað bara Ísland,
sum kemur upp um 80%.
Eisni sýna hagtøl, at nærum
líka nógv konufólk sum
mannfólk hava arbeiði.
Kanningin vísti eisini, at
arbeiðsloysið í Føroyum er
sera lágt sum heild. Men
eins og í hinum londunum,
er arbeiðsloysið væl størri
millum tey, sum eru yngri enn
25 ár. Í hesum aldursbólkinum
er arbeiðsloysið í Føroyum
hægri enn í Danmark, Írlandi
og Niðurlondum.
Flest arbeiðsvirkin í
Føroyum í mun til fólkatalið
Bjarni Djurholm hevur
biðið morgunbøn við Bush
Í góðveðrinum leyg
ardagin 4. februar
vóru Trøllapætur og
garvilla Trøllaomman
í Danmark, har tey
millum annað vitjaðu
í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn
vitjan
tíðindaskriv
Tað hevur leingi verið ætl
anin at vitja í Danmark, tí
bæði donsk og føroysk børn
spyrja javnan eftir trøllunum.
Nú var so møguleiki hjá
føroyingum uttanlands at
uppliva fittasta trøllið í
ríkinum og vælkendu Trølla
ommuna. Omman og trøllið
vístu øll síni trøllakynstur og
harafturat hvat omman dugir
innan rokktónleik.
Børn og vaksin vóru trølla
bundin í 30 minuttir, og tað
kann ikki sigast annað, enn
at tiltakið eydnaðist sera
væl. Tað var stúgvandi fult
av fólki.
Men tá tiltakið var somikið
stutt, vóru tað fleiri foreldur
og børn, sum komu á gólvið
mitt í tiltakinum. Og tey, sum
komu ein hálvan tíma ov
seint, fingu einki burturúr,
so vónandi koma vældámdu
høvuðspersónarnir skjótt
aftur at vitja.
Á heimasíðuni hjá Føroya
húsinum verður upplýst, at
tey bæði ætlaðu at heilsa upp
á lítla prins Christian, men
enn hava vit ikki frætt um
tað eydnaðist.
Eftir at tey bæði høvdu
verið á pallinum, var høvi
at taka myndir av børnunum
saman við føroysku trøllun
um, og tað dámdu børnun
um og sanniliga eisini for
eldrunum væl.
Trøllapætur og omman
vitjaðu á flatlondum