Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2006 29 Avloysarar søkjast til dagrøktina í Nes kommunu Dagrøktin í Nes kommunu søkir eftir avloysarum at byrja 1. mars 2006 ella eftir avtalu og fram til hálvan juli 2006 fyribils. Vit krevja: • At tú hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og uttanfyri. • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. • At tú hevur hug at ansa børnum í heimi tínum. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30-17.15. Lønin er millum FA og FKA. Nærri fæst at vit avið at ringja á tlf. 448462 ella 218462 og tosa við Katrin Poulsen dagrøktarleiðara. Umsóknir skulu vera dagrøktini í Nes kommunu í hendi í seinsta lagi 20. februar 2006 kl. 12.00. Nes kommuna Sjúkrarøktarfrøð- ingur til psyk. D2 Á D2 er eitt avloysarastarv fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi leyst at søkja til setan 15. mars til og við 31. desember 2006, á starvsbrøki 0,7. Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsurøktarar. Deildin er ein áhugaverd deild við nógvum avbjóðingum. Vit raðfesta samarbeiði og trivnað høgt og at starvsfólkið er í støðugari menning og arbeitt áhaldandi at betra um terapeutiska umhvørvið á deildini. Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur tætt samstarv við aðrar fakbólkar, bæði innan- og uttanhýsis. Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2, tlf. 304500, lokal 4002 ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, ella e-post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 22. februar 2006 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO-100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk” Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Útróðrarbátur til sølu Um hóskandi boð fæst verður útróðrarbáturin M/B »Osla«, Norðdepli, hervið lýstur til sølu við øllum rættindum og loyvum, 106 fiskidagar. Áhugað kunnu ringja á tlf. 221489 ella 220086 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in