Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 27 - 7. februar 2006 Føroya harðasti og tyngsti rokkbólkur SIC fer fríggjakvøldið at kappast við bestu donsku bólk­ ar­nar innan teirra tónleikagrein. Hetta er eitt høvi hjá teimum at vísa seg fyri danska tónleikaídnaðinum Tónleikakapping Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroysku tungmálms­rokk­ar­ arnir í SIC verða millum teir 20 bólkarnar, ið skulu kappast í danska málms prix­num, Danish Metal Grand Prix. Sic luttekur í undanumfarinum í Aalborg nú fríggjakvøldið 10. febru­ar. Konsertin verður á Café 1000 fryd. Í und­an­ umfarinum skal Sic kappast við bólkar við løgnum nøvn­um sum: Croan, Like Sycodellic Disbelief, Broad­moor , Evil Live og Svartsot. Umframt umfarið í Aalborg eru undanumfør í Aarhus og Keypmannahavn. Finalan verður í Aalborg fríggjadagin 17. februar. Tó er ikki heilt greitt hvør virðislønin verð­­­ur. Upprunaliga var hon 3 dagar í upptøkuhøli, umframt luttøka á ársins Midtfynsfestivali, men í gjár varð hesin festivalur avlýstur. Um onkur onnur konsert verður ístaðin er enn ikki greitt. Sic hava langt síðan sligið navn sítt fast, sum besti før­oyski tung-, rusk- og deyðsmálmsbólkurin. Hetta varð enn einaferð váttað, tá teir gjørdust nummar trý í føroysku GBOB finaluni. Fríggjakvøldið sleppa teir so at royna seg ímóti danska málmspallinum. Avgerðin um hvør vinnur verður tik­in av einum blandi av dóm­arum og áskoðarum. Dóm­a­rarnir eru serkøn úr tónleikaídnaðinum. Øssur á Sct Gertrud Leygardagin letur føroyski lista­málarin, Øssur Mohr, upp framsýning á Galleri Sct Gertrud í Keypmannahavn. Framsýningin verður hildin á Galleri Sct Ger­ trud, sum er at finna á Hysken­stræde, sum er at finna miðskeiðis í danska høvuðsstaðnum. Á ferniseringini, sum verður leygardagin, fer Stanley Samuelsen eisini at framføra nøkur løg, so vónandi verður talan um eina hugnaliga løtu hjá teimum, sum hava leitað sær á staðið. Framsýningin er opin til 4. mars. -mørk Havnarkórið hevur konsert í Argja Skúla hóskvøldið Konsert tíðindaskriv Nú fjøruti ár eru liðin, síðan Havnarkórið byrjaði sítt virksemi, hevur kórið sett sær fyri at hava konsertir víða um í landinum í hes­ um ári. Fyrsta konsertin var jubileumskonsertin sein­asta leygardag. Henda konsertin verður nú í nakað broyttum líki tikin uppaftur í Argja Skúla í kvøld / í annaðkvøld. Á skránni eru kórsatsir hjá nútíðar føroyskum tóna­setar­ um sum Kára Bæk, Bjarna Restorff, Paula í Sandagerði og Sunleifi Rasmussen. Á føroyskum eru eisini kór­ satsir eftir danska tóna­ skaldið Vagn Holmboe til úrvaldar yrkingar hjá J.H.O. Djurhuus umframt ørindir úr Sigmundskvæðnum yngra, sum V. Holmboe skipaði fyri blandað kór. Seinni partur av skránni fevnir um europeiskan kór­tónleik: kórperlur eftir John Bennet, Giuseppe Verdi, Johs. Brahms, Sergei Rachmaninov og Kaspar Bachofen. Konsertin endar við broti úr Skapanini eftir Joseph Haydn, har Petur Niclasen syngur resitativið og Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispælið. Ókeypis atgongd er til kon­ sertina, sum er ókeypis. Kórferð við Havnarkórinum Havnarkórið fer at hava konsertir kring alt landið í ár SIC í Grand Prixnum Frans og Mikkjal úr bólkinum SIC