Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2006 3 Ein nósi, sum hevur hildið til rundanum flakavirkið hjá Fiska­ virking á Tvøroyri, hevur vakt ans og elvt til forvitni Forkunngur gestur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hesa seinastu tíðina hava tey á Fiskavirking á Tvøroyri havt ein forkunnugan gest. Í hálvan annan mánað hev­ur ein nósi hildið til rund­ anum flakavirkið. Tey siga, at hann er rættiliga ungur, í mesta lagi tveir mánaðir, men tað tykist sum um at hann trívist væl á havnarlagnum á Tvøroyri. Har er eisini nóg mikið at eta, tí tað ýður í smáseiði framvið bryggjuni, so hann líður onga neyð. Tað er eisini komið fyri, at fólk royna at geva honum at eta á landi, men tað skoytir hann ikki um. Tey vóna held­­ur ikki, at hann fær tann óvana at eta frá fólki á landi, tí so stúra tey fyri, at hann ikki longur fer at duga at finna sær føði í sjónum og so fer hann ikki at klára seg. Tey, sum arbeiða hjá Fiska­ virking og tey, sum annars hava sína gongda keiini, fylgja við nósanum. Tey siga, at hann plagar at koma upp á turt at leggja seg um níggju tíðina um morgunin og so fer hann aftur á sjógv á døgverða og so kemur hann uppaftur ímóti kvøldi og so liggur hann til heilt seint. Tað einasta, sum fær hann á sjógv aftur, er vissi mamma hansara rópar eftir honum. Hon heldur eisini til á fjørðinum og onkuntíð vil hon hava hann til sín. Nósin er eisini rættilgia vanur við fólk nú og hann lestst ikki um vón, tá ið fólk koma at hyggja eftir honum, heldur ikki um tey koma rættiliga nær. Nósin er eisini vorðin rætti­liga kendur og tað er heilt nógv fólk, sum kemur at hyggja at honum. Hann er eisini vorðin rætti­ liga frekur, tí tað kemur fyri, at hann fer sær ein túr eftir keiini. Ein dagin var hann komin niðan til bilarnar og ein annan dagin var uppi við skiljihøllina hjá upp­boðs­ søluni so at ein maður mátti bera hann omanaftur. Higartil hevur nósin fingið væl frið og tað vóna tey, at hann eisini fær, so leingi hann verður har. Tí, sum ein segði: Tað er stuttligari at njóta enn at skjóta Lemon SOPIereinføroyskurmjólkarúrdráttur,iðinniheldur virknar Lactobacillus acidophilus- og Bifido- bakteriur. Umframtatveraeinserstakligaleskiligurdrykkurer høvuðságóðin við SOPA og øðrum mjólkarúrdráttum, at teir innihalda protein, vitaminir, kalsium og onnur mineral. Føðsluvirðið í SOPA,jogurtogflestumøðrummjólkarúrdráttumer nærum eins, tí rávøran er ein og hin sama fyrstafloks,heilsugóðmjólk. Vísindaligar kanningar vísa, at mjólkarúrdráttir við virknum bakteriugróðri kunnu hjálpa til at fáa javnvág í sodningarlagið, lækka blóðtrýstið, styrkja mótstøðuførið og hjálpa kroppinum at niðurberja ígerðarsjúkur. Fólk, ið taka penisillin, kunnu fáa skjótan bata í sodningarlagið við SOPA. Í fyrsta umfari fæst SOPI við tveimum smakkum: Hindberjumoglemon. SOPIverðurfasturparturavvøruskránniíflestøllum matvøruhandlumílandinum. Vælgagnist Javnvág & Vælvera Tað er stuttligari at njóta enn at skjóta Nógv fólk hava verið og hugt eftir nósanum. Her eru tað børn úr barnagarðinum. Nósin er so spakur, at hann letst ikki um vón Hesin fitti nósin hevur hildið til við Fiskavirking á Tvøroyri í meiri enn ein mánaða. Hann er blivin nokk so frekur, tí viðhvørt hevur hann verið langt uppi á keiini