Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2006 5 Sørvágur: Á bygda­ráðs­ fundi í farnu viku sam­ tykti bygdaráðið at keypa nýggjan brandbil til komm­ ununa. Málið at keypa nýggjan brandbil til kommununa hevur verið frammi í eini 8 – 10 ár. Kostnaðurin er 1,7 mió. kr Avgerðin byggir á til­ mæli frá teknisku nevnd og fíggjarnevndini um at keypa brandbilin frá VR bilar og HMK Ringe. Kristian Olsen, Arnjohn Hvítklett og Eivin H. Jac­ob­sen hava ráðgivið komm­ununi í samband við keypið. sb. Nýggjur brandbilur loysir gamalt mál Sørvingar hava fingið nýggjan brandbil Vatnsoyrar: Aftur í ár bjóðar leguhúsið Zarepta til ein hóp av tiltøkum bæði fyri børn, ung og tilkomin. Fyrsta av legunum, sum leguhúsið skipar fyri byrjar longu hósdagin í hesi vikuni. Hetta er ein lega fyri brekað, og sum varir fram til sunnudagin. Og soleiðis verður hildið á restina av árinum. Íalt verða 22 legur, skeið og stevnur fyriskipað í ár. Tær flestu verða í summar, tá tær vælumtóktu summarlegurnar verða á skránni. Annars var Zarepta væl fylt av ungfólki úr sam­ komuni Ebenezer um vikuskifti. Henda viku­skift­ islegan varð m.a., hild­in saman við tveimum trú­ boðarapørum, sum høvdu áhugaverdar tímar fyri teimum ungu, sum mundu vera um 200 í tali hesar dagarnar. sb. Nógv tiltøk í leguhúsinum Klaksvík: Hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at skifta út ketilin í svimji­h­øllini. Arbeiðnum líður so mikið væl, at tað nú skuldi verið liðugt, so­leiðis at klaksvíkingar aft­ur kundu sleppa at svimja í dag. Skiftingin av ketlinum hevur verið upp á tal í eina tíð. Trupulleikar av tí gamla gjørdu tað neyðugt at gera arbeiðið beinanvegin, og tí varð neyðugt at stongja høllina eina tíð. Hetta var sjálvandi óhepp­ið, m.a. fyri kapp­ svimjararnar í svimji­fel­ agnum Ægir, men hesi hava roynt at bøtt um støðuna við at venja í Leirvík og í Gøtu. Men arbeiðið er nú liðugt, og seinnapartin í dag letur høllin so uppaftur. sb. Svimjihøllin í Klaksvík letur nú uppaftur, til gleði fyri bæði kappsvimjarar og tað vanliga fólkið Svimjihøllin letur uppaftur í dag Hvat hava motor­ súkklur, Holy Riders og ein gudstænasta til felags? Henda spurningin fæst eitt fullgott svar uppá leygardagin í næstu viku, tá ein serstøk MC- gudstænasta verður hildin í Vesturkirkjuni Motorsúkklur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Fyri tey mongu mot­ or­­súkklu-áhugaðu verður hetta komandi árið sera spenn­andi. Í Føroyum finnast ein hóp­ ur av hesum motor­súkkl­um, og tær gerast bara fleiri og fleiri. So seint sum í farnu viku kom ein sera snøgg Harley- Davidson til landið. Aðrar munnu helst vera ávegis eis­ ini, nú avgjøldini á teimum lækkaðu við ársskiftið. Fyrsta tiltakið fyri tey MC- áhugaðu verður leygardagin í næstu viku, tá ein sonevnd “MC-gudstænasta” verður hild­ in í Vesturkirkjuni í Havn. Tað er nýggja tvørkirkjuliga mot­orsúkklufelagið “Holy- Riders MC Føroyar”, sum var stovnað í august mánað í fjør, sum tekur stig til hesa gudstænastuna leygardagin 18. februar kl. 18. Úr øllum landinum Victor Carlsen, sum er for­ maður í nýggja felagnum sigur, at teir sjálvandi vóna at veðrið verður teimum til vildar henda dagin. – Um viðrar, so er ætlanin at skipa fyri felagskoyring allan vegin úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum og úr Suðurstreymi til hesa guds­ tænastuna, sigur hann. Nærri verður kunngjørt, hvar koyrt verður frá í teimum ymsu oyggjunum. Henda gudstænastan verð­ur skipað í samstarvi við bisp og prestarnar við kirkjuna – Bergur D. Joensen og Hera Joensen. Teir hava somuleiðis víst tiltakinum stóran áhuga. Henda serstaka gudstæn­ ast­an fer at hava ymiskt spenn­andi á skránni. Umframt felagssang, talu og andakt, fer vælkendi Kim Hansen sum solistur at framføra tveir sangir. Somu­ leiðis fara vælkendu Carl­ sen-systkini Vanja, Laila, Bar­ bara og Finnur at syngja tveir sangir. Okkurt annað verður eis­ ini afturat, sum enn ikki er endaliga avtalað. Biker-Bíblia Vælkenda “Biker-Bíblian”, sum nú í nøkur ár hevur verið eitt amboð til kristniboðan millum MC-fólk, verður eis­ ini umrødd og víst fram á gudstænastuni. Ætlanin er eisini at býta hana út til tey, ið hava áhuga fyri henni. “Biker-Bíblian” er eitt danskt Nýggja Testamenti við stuttum vitnisburðum, sum persónar í MC-um­­hvørv­inum uttanlands hava skrivað. Umframt hetta eru upplýsingar um kristiligar motorsúkklufelagsskapir runt allan heimin, og aðrar lýsingar, ið hava við MC-umhvørvið at gera. – Fyrsta upplagið uppá 10.000 eintøk fer nú at ganga undan, so undir guds­ tænastuni fer talvan at ganga sum stuðul til endurútgávu av teirri donsku “Biker-Bíbli­ uni”, sigur Victor Carlsen. Biker og bíbliur saman í Vesturkirkjuni Victor Carlsen (í miðjuni) fegnast um samstarvið við báðar prestarnar í Vesturkirkjuni – Hera Joensen vinstrumegin og Bergur D. Joensen høgrumegin Mynd: Snorri Brend Mánadagin 20. febru­ar fáa pen­ inga­stovnarnir í Klaks­vík kapping frá Føroya Sparikassa. Longu fríggjadagin 17. februar verður móttøka í KÍ-Caféini, og sunnudagin 19. februar verður eitt stórt barnatiltak í KÍ- høllini Peningastovnar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo   Klaksvík: Føroya Sparikassi letur nú upp nýggja deild í klaksvík, og tað fara klaksvíkingar helst at leggja væl til merkis. Upplatingardagurin í Bø­gøtu 12 verður mánadagin 20. februar, og dagarnar upp­ undir upplatingina verður skipað fyri tiltøkum bæði fyri stór og smá. Hóast sparikassin ikki alment er latin upp enn, er kortini líkt til, at klaks­víkingar taka væl ímóti nýggju deildini hjá Spari­kassa. Hinvegin so ætla norð­oy­ ingar eisini at gera vart við seg í Havn, tí í næstum fer Norðoya Sparikassi at lata upp eina deild í høv­uðs­ staðnum. Longu væl móttikin Í Føroya Sparikassa gleða fólk seg til at lata deildina í Klaksvík upp. Tað man kortini vera tann nýggi deildarleiðarin, Eyðun Mørkøre, ið sjálvur er klaksvíkingur, sum er mest spentur uppá hetta. – Vit eru til reiðar at fara undir uppgávuna, sum tað er at reka eina deild í Klaksvík. Tað gleðiliga er, at klaksvíkingar longu hava tikið væl ímóti okkum. – Vit hava longu fleiri nýggj­ar kundar í Klaksvík, sigur hann. Áhugi er bæði fyri set­húsa­ fígging, vinnu­lívs­fígging, virð­isbrøvum og øðrum tæn­ astunum, sum Føroya Spari­ kassi fer at bjóða kundunum. Klaksvíkingar fáa ein nýggjan peningastovn