týsdagur 7. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 27 - 7. februar 2006
Eitt uppskot um at
stytta skúlatíðina
hjá næmingum vann
ikki frama á fundi í
ungdómstinginum í
morgun.
– Tímatalið er nóg
gott sum er, segði
eitt av ungu ting
fólkunum
Ungdómsting
Snorri Brend
Myndir: Álvur Haraldsen
Løgtingið: Tað valdar frið
ur inni í tingsalinum fyrra
partin í dag. Øll tey 32 ungu
tingfólkini sita og lurta við
áhuga.
Á áhoyraraplássunum er
fullsett av ungum fólki við
áhuga fyri málunum sum eru
til viðgerðar.
Hesa løtuna er eitt uppskot
til viðgerðar um styttri skúla
dag. Eftir uppskotinum skal
hann byrja kl. 9 og enda kl.
13.
Samstundis við hetta verð
ur skotið upp, at lærararnir
verða lærdir betur, soleiðis
at næmingarnir kunnu fáa
meira burtur úr tímunum.
Uppskotið varð lagt
fram í gjár, og var so til 2.
viðgerð í dag, eftir at ment
anarnevndin hevur havt mál
ið til viðgerðar.
Lítil ivi er um, at uppskotið
vinnur ikki frama, tí ein
samd mentanarnevnd tekur
ikki undir við tí.
Nóg nógvir tímar
Tað er Rannvá Jarnskor sum
fyrst biðjur um orðið.
Hon sigur við fáum orðum
greitt frá síni hugsan – tað
var kanska nakað av tí, sum
onnur tingfólk kundu lært
av!
– Eg taki ikki undir við
uppskotinum. Eg haldi, at
tímatalið er nóg gott sum
er, sigur hon.
Hon setur seg niður aft
ur, og løtu seinni er næsta
kvinnan á tingsins røðara
palli – Mathilda Follend.
Og Mathilda er samd við
uppskotsstillaranum:
– Eg taki undir við hesum
uppskotinum. Eg haldi ikki
at tað er rætt at fara í skúla
kl.8.
– Tað hevði verið munandi
betri at farið í skúla ein hálv
an tíma seinni – tað vil siga
kl. 8:30. Ein er ofta so illa
fyri og móð í tímunum so
tíðliga, sigur Mathilda.
Hennara tilmæli er tí at
tey ungu fáa ein hálvan
tíma meiri at sova í um morg
unin.
– So fáa skúlarnir fleiri
frískar næmingar, sigur
hon.
Fall
Longu meðan Mathilda er á
røðarapallinum, hevur næsti
talarin biðið um orðið.
– Eg haldi so avgjørt ikki
at ein hálvur tími hevði gjørt
nakran mun.
– Ein hálvur tími ger hvørki
til ella frá, sigur Karina Joen
sen, sum ikki tekur undir við
uppskotinum.
Hon fær eisini stuðul frá
Høgna Djurhuus, sum kemur
inn á ein heilt annan vinkul í
hesum máli.
– Eg haldi, at hvør ein
stakur næmingur hevur
ábyrgd fyri at fáa nóg nógva
hvíld, sigur hann.
Tingformaðurin, Edmund
Joensen boðar nú frá, at
eingin annar hevur biðið
um orðið. Málið um minni
skúlagongd skal til atkvøðu
greiðslu.
Atkvøðugreiðslan vísir,
at tey ungu tingfólkini ikki
eru samd í hesum máli: Sjey
teirra atkvøða ja, 20 nei og
trý atkvøða blankt.
So frameftir mugu næm
ingarnir møta sum vanligt í
skúlunum kl. 8 á morgni.
Uppskot til samtyktar
um minni skúlagongd
Ár 2006, 6. februar legði Pætur Askildsen frá 9. d í
Eysturskúlanum í Havn fram soljóðandi
Uppskot til samtyktar
Heitt verður á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri,
at føroyskur skúlaungdómur fær styttri skúladagar, og at
lærararnir verða lærdir betur, so næmingarnir fáa meira
burtur úr tímunum.
Viðmerkingar:
Ov nógv tíð hjá tí unga fer til at ganga í skúla. Skúlin
byrjar kl. 8.00 til og endar kl. 15.00. Eg haldi at hetta er
ov long tíð at ganga í skúla.
Skúlin skuldi byrja kl. 9.00 og enda kl. 13.00. Eg haldi
eisini, at lærarar skulu lærast betur, so næmingarnir fáa
meira burtur úr tímunum.
1. viðgerð 06.02.2006.
Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. februar
2006 legði fram soljóðandi
Álit
Hóri Ranason undir Kletti, 9.d í Eysturskúlanum, hevur
lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð
er tað beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar
2006.
Ein samd nevnd mælir Ungdómstinginum frá at samtykkja
uppskotið, tí nevndin heldur, at tímatalið, sum næmingar
í fólkaskúlanum hava í dag, er nóg gott.
2. viðgerð 7. februar 2006.
Uppskotið fall 7-3-20. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
Næmingar halda fast um tímatalið
Tey ungu hugna sær í tingsalinum, eisini meðan álvarsmál eru til viðgerðar
Mathilda Follend hevur orðið. Hon heldur, at næmingarnir fyrst eiga at fara í skúla kl. 8:30 um morgunin