Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2006  Íbúðarmarknaðurin skal vera væl meira fjølbroyttur og taka hædd fyri at øll hava ikki ráð til at keypa hús. Vónandi fer hetta at gagna viðurskiftunum hjá støkum uppihaldarum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsu­ málum Bústaðar­ marknaðurin Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Í blaðnum fríggjadagin og leygardagin prentaðu vit greinar um livikorini hjá støk­um uppihaldarum, ið sum flestu kunnugt, oftast eru einligar mammur. Vit lósu um umstøðurnar hjá Nannu av Skálafjørðinum, sum gongur við fjórða barn­inum, og sum hevur 3000 kr. til sín og børnini. Og í leygardagsblaðnum viðgjørdu vit eina kanning, sum tríggir lesandi á RUC hava gjørt. Niðurstøðan var, at einligu mammurnar í Havn liva av eini upphædd, sum liggur langt undir almenna fátækramarkinum, sum er 2500 kr til hvønn í húskinum til mat og klæði. Ein av høv­uðsorsøkunum var, at megin­parturin av inntøkuni fer til at rinda húsaleigu. Fleiri av kvinnunum í kann­ ingini róðu upp undir, at um bústaðarviðurskiftini batn­aðu, so vóru tær væl betur fyri. Hetta eitt nú tí fleiri teirra ynsktu at fáa sítt egna, og ikki at búgva inni hjá foreldrum, og at tær sum høvdu sítt egna, rinda so stóran part av inntøkuni í leigu. At so at siga ongin bústaðarpolitikkur hevur verið í Føroyum, er avgjørt ein faktorur sum ger, at eitt nú løgmaður hevur sagt, at stakir forsyrgjarar er veru­ liga undirstætt Føroya. Ongin hjálp frá kommununi Vit settu okkum í samband við Heðin Mortensen, borg­ ar­stjóra í Tórshavnar Komm­ unu, at spyrja hvørt komm­ unan hevur medábyrgd fyri støðuni, og møguliga skyldu til at útvega fleiri bíligar og góðar bústaðir til teir borg­ arar, sum ikki megna at vera við í kappingini um bú­staðarfermetrarnar í høv­ uðsstaðnum. Til hetta sigur borgarstjór­ in, at hann dugir illa at ímynda sær, hvat kommununan kann gera fyri at bøta um viðurskiftini. – Eftirspurningurin eftir bú­støðum í kommununi er so ovurhonds stórur nú, at tað tíverri mann met­ast ógjørligt hjá støkum uppi­ haldarum at rinda avdrøg­ ini til eitt húsalán, sigur hann. Og hann vísir á, at ein­asta hugsandi loysnin er, at bústaðarmarknaðurin verð­ur mettaður, samstundis sum at lógarverkið verður soleiðis broytt, at tað loys­ ir seg at byggja íbúðir við alment gagnligum enda­ máli. Hetta kundi verið ein upplagdur møguleiki hjá sjálvsognarstovnum, trygg­ ingarfeløgum, bankum, kommunum ella fakfeløgum at gjørt íløgur í bústaðir. – Eg havi lagt uppskot fyri tingið tvær ferðir um at broyta lógarverkið, soleiðis, at tey sum byggja við alment gagnligum endamáli, kunnu fáa somu sømdir sum onnur, sum byggja. Í hesum førin­ um er talan um, at byggingin fær ikki MVG sømdir ella rentustuðul, sum í síðsta enda kundi skava toppin av leigukostnaðinum hjá ein­ staka leigaranum, greiðir Heðin Mortensen frá. Annað sum borgarstjórin fýlist á er, at fólk sum keypa og eiga sethús fáa rentu­ stuðul frá tí almenna, meðan tey sum leiga onki fáa. Og hann sigur: – Tað ber ikki til, at leig­ ar­ar hvørki hava rætt til stuð­­ul ella sokallaðan bolig­ sikring, tá øll onnur í sam­ felag­num fáa stuðul. Tí eri eg av teirri sann­før­ing, at hetta er eitt mál sum lands­ myndugleikarnar eiga at rudda upp í sum skjótast, so verandi stættamunur ikki bara verður verri, sig­­ur borgarstjórin, sum sam­­stund­ is vísir aftur, at tað er upp­ gávan hjá komm­ununi at gera íløgur í bústaðarbygging, sum støðan er í løtuni, tí tær íbúðirnar verða alt ov kostnaðarmiklar til stakar uppihaldarar. Kanska er vón kortini Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismann í Al­manna og heilsumálum, hev­ur landsstýrið í fyrsta umfari valt at fáa lógina um lutaíbúðir og um húsa­láns­ grunnin í rættlag. Hetta fer at taka umleið eitt ár. Síðani verður farið undir arbeiðið við lógini um MVG og rentu­stuðul, ikki til leigarar ella til tey sum lata íbúðir byggja, men til tey fólkini, sum standa sum lutaeigarar í lutaíbúðárhúsum. – Vit ynskja ikki, at lata bústaðarmarknaðin upp í hend­urnar á privatum byggi­harr­um. Tá tað ikki ber til at lata MVG frá­ drátt til ein leigara, sum jú ikki hevur bygt nakað, so velja vit heldur at lata stuðul til hvørja tinglýstu lutaíbúð, og ikki fyrr, sigur landsstýrismaðurin, og slær fast, at við hesi skipan verða tað íbúgvarnir og ikki spekulantar, sum fáa ágóðan. – Við hesi skipan kunnu vit tryggja, at tey sum fara undir at byggja lutaíbúðir gera tað við einum alment gagnligum endamáli, og ikki fyri at vinna pening. Talan kundi tá verið um kommunur, sjálvs­ognarstovnar, fakfeløg ella tryggingarfeløg, sigur landsstýrismaðurin at enda. Vón hjá støkum uppihaldarum Bústaðarpolitikkur Samgongan vil virka fyri at fáa ein fjøltáttaðan íbúðarmarknað. Hetta verður gjørt við at broyta lógina, so íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg sømdir, sum tey, ið byggja privat sethús. Lógin um Húsalánsgrunnin verður endurskoðað í hesum sambandi. Leigulóg verður gjørd, sum tryggjar rættindi hjá leigarum og útleigarum. Nýggi bústaðarpolitikkurin er eitt av týdningarmiklu átøkunum hjá landsstýrinum. Farið er nú undir at nøkta stóra tørvin á fjølbroyttari bústaðarbygging, og fyrsta stigið verður at umskipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin til eitt partafelag. Samstundis verður farið undir næsta stigið við at gera eina lóg um lutaíbúðarfeløg. Úr framløgu løgmans á Ólavsøku 2005 FAKTA Lógin um lutaíbúðir og Húsalánsgrunnin skal ætlandi dagførast. Og tað verður ein bati á bústaðarmarknaðinum, sum hevur verið undir stórum prístrýstið seinastu tíðina