Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 27 - 7. februar 2006 Seinastu fjúrtan dag­ arnar hava borgarar í Leirvík havt høvi at skrivað undir eitt mótmælisskriv, har mælt verður frá at leggja vegaføringina frá Norðoyatunlinum omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið. Higartil hava eini 300 fólk skrivað undir mótmælisskrivið Leirvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Komandi fríggjakvøld klokk­an 19 verður al­ mennur pallborðsfundur í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er Filip Hansen í Leir­vík, sum hevur tikið stig til fundin. Filip sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein stuðulsfundur til Leirvíkar bygdarráð, nú bygdarráðið er samt um, hvussu vegaføringin gjøgn­ um Leirvíkar bygd í sambandi við Norðoyatunnilin skal fremjast. Á fundinum verða báðar ætlaninar, sum frammi eru – fjøruloysnin og vegur omanfyri bygdina – lýstar. Áhugavert pallborð Tað verður Filip sjálvur, sum fer at leggja fyri á fundinum. Hann fer at greiða frá teim­ um báðum ætlanunum, sum tosað verður um í dag. Við pallborðið fara eitt nú at sita politisk umboð, umboð fyri Landsverk, NCC og umboð fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd. Fyrivarni verður tó tikið við, at allir partar enn ikki hava játtað luttøku á fundinum. Filip Hansen sigur, at hann eisini hevur boðið øllum politiskum flokkum at senda umboð til fundin, bæði samgongu-og and­støðu­ umboðum. – Á fundinum verður eis­ini høvið at seta fram spurningar, og vit vóna, at hetta verður ein góður fundur, soleiðis at vit eru komin loysnini nærri, tá ið fundurin er liðugur, sigur hann. Undirskriftir Seinastu fjúrtan dagarnar hava fólk í Leirvík havt høvi at skrivað undir mót­ mæl­isskriv, sum hevur ligið frammi á Statoil í Leirvík og seinastu dagarnar eisini í handlinum hjá Rasmusi. – Tey, sum skriva undir, mótmæla ætlanini at leggja vegaføringina úr Norð­oya­ tunlinum omanfyri bygdina, tí henda ætlan eitt nú fer av­stað við so nógvum og góð­um byggilendi. Filip Hansen sigur, at í mótmælisskrivinum, sum eini 300 borgarar í Leirvík higartil hava skrivað undir, verður ikki beinleiðis mælt til umrøddu fjøruloysnina, men mælt verður til, at vegaføringin verður nið­an­ fyri bygdina og omanfyri havnalagið. Borgarafundur í Leirvík um vegaføring TRONGISVÁGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Arbeiðsbólkurin hjá Tvør­ oyrar Bóltfelag (TB), sum varð settur at fyrireika bygg­ing av bowlinghøll, er nú liðugur við sítt arbeiði. Finn Thomsen sigur vegna arbeiðsbólkin, at alt fyrireikingararbeiði, eitt nú innheintan av tilboðum til bygging av høll og keypiav útgerð, er komið upp á pláss, soleiðis at nú er bert eftir hjá TB at taka støðu í málinum. – Arbeiðsbólkurin mælir til, at bowlinghøllin verður bygd vestanfyri skúlan í Trongisvági – og um skjótt verður atborið, kann høllin standa liðug einaferð seint í summar. Finn Thomsen væntar, at TB á aðalfundi sunnu­ dagin fer at taka støðu í málinum um ætlaðu bow­ linghøllina. Bowlinghøll í Trongisvági Filip Hansen, sum hev­ur tikið stig til borgarafundin í Leirvík fríggja­kvøld­ ið, sigur seg vóna og vænta, at fólk sum heild fara at semjast um fjøruloysnina Leirvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Eg eri fegin um, at vit nú hava eitt samt bygdarráð aftanfyri fjøruloysnina við tunli, og eg haldi, tað er úr vón og viti, um landsst‡rið fer at ganga ímóti einum samdum bygdarráð. Filip Hansen sigur seg ikki ivast í, at umrødda fjøru­loysnin hevur størst undir­tøku millum borgarar í Leirvík – ikki minst, nú NCC saman við John Petersen hava sagt, at teir kunnu fremja hesa verkætlan fyri stívliga 85 miljónir krónur. – Tað er rætt, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at neystini og lend­ið, sum skal takast og kom­pens­ erast, ikki er við í hesum prísi, men tað er lendið held­ur ikki, tá ið ræður um loysnina, sum Bjarni hevur róð uppundir. Filip heldur ikki nógv um úttalilsini hjá Landsverki um metingarnar, sum stovn­ urin hevur gjørt sær av kostnaðarmetingini hjá NCC og John Petersen. – NCC og John Petersen hava drúgvar royndir í slíkari bygging, og tí dugi eg ikki at síggja, hvussu Landsverk kann hava eina so øðrvísi meting. Stigtakarin til borgara­fund­ in vísir á, at við alternativu vegaføringini omanfyri bygdina og niðanfyri bygd­ ar­húsið, fer verkætlanin avstað við nógvum góðum byggilendi, og haraftrat verður talan um ein rætti­ liga brattan veg oman í vega­ føringina við Statoil. – Aftrat hesum er ætlanin at hava eina rundkoyring úti við IRF-vegin, har bilar úr Norðoyatunlinum kunnu velja at fara eftir n‡ggja vegnum – ella ígjøgnum sjálva bygdina, sigur Filip Hansen. Myndugleikarnir kunnu ikki ganga ímóti fólkinum Higartil hava einir 300 borgarar í Leirvík skrivað undir eitt mótmælisskriv, har mælt verður frá at leggja vegaføringina frá Norðoyatunlinum omanfyri Leirvíkar bygd og niðanfyri bygdarhúsið Mynd: Vilmund Jacobsen Leirvíkingar stúra fyri nógvu ferðsluni, sum verður úr og í Norðoyatunnilin, nú eingin endalig loysn enn er fingin á spurninginum, hvussu vegaføringin skal loysast