týsdagur 7. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Oljufeløg hava
longu gjørt týðandi
gassfund á Rock
alløkinum sunnan
fyri Føroyar. Í apríl
fara Statoil, Shell
og Exxon at gera
enn eina boring,
sum kann hava
við sær útbygging
við gassleiðing til
Skotlands, ið aftur
kann skunda undir
útbyggingar millum
Føroyar og Hetland
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er ikki bert eystan fyri
føroyska markið, at komandi
oljubrunnar kunnu fáa stóran
týdning fyri Føroyar sum
framtíðar oljutjóð. Eisini
sunnan fyri markið verður
borað í summar, ein brunnur,
sum óbeinleiðis kann fáa
stóran týdning fyri framtíðar
tilgongdina á føroyskum øki
eisini.
Hetta kom m.a. fram á
Oljuráðstevnuni ”Offshore
06” í Norðurlandahúsinum
herfyri. Tað var leitistjórin
hjá Statoil, Garreth Allinson,
sum í framløgu síni og seinni
í svari uppá fyrispurningar
frá pressuni, greiddi frá eini
sera týdningarmiklari boring
vestan fyri Hebridurnar, í tí
sokallaða Rockalløkinum.
Her fara Statoil saman við
tveimum av heimsins størstu
oljufeløgum, Shell og Exxon,
at bora ein metingar- og
avmarkingarbrunn, nevndur
Benbecula, longu í apríl.
Tað áhugaverda við hesum
økinum er, at Shell longu
hevur gjørt eitt stórt gass
fund her. Men økið liggur
langt til havs og langt frá
nøkrum undirstøðukervi
(infrastrukturi,blaðm.) Skal
ein útbygging gerast, so er
neyðugt at finna enn meira
gass, og tað er hetta, sum
Statoil saman við Shell og
Exxon fer í gongd við at
kanna um stutta tíð. Garreth
Allinson upplýsti, at møgu
leikin at finna meira gass í
hesum økinum verður mett
ur góður, hóast talan er um
stóran váða eisini.
Um so er at boringin eydn
ast væl, so fara feløgini at
umhugsa at byggja hetta
gassøkið út og leggja rør
leiðing til lands. Ein slík
rørleiðing vil tá ganga fram
við leiðunum vestan fyri Het
land og víðari inn á skotska
meginlandið.
Ein gassleiðing av hesum
slag kann fáa ómetaliga stór
an týdning fyri framtíðar
útbygging av øðrum smærri
og størri gassfundum vestan
fyri Hetland. Tá kann tað
bráddliga løna seg at útbyggja
fleiri smærri gassfund og
binda framleiðsluna higani
í komandi gassleiðingina frá
Benbecula. Og tá føroyski
landgrunnurin er í granna
lagnum og møguleikar eisini
eru at finna gass um okkara
leiðir, so er ikki óhugsandi,
at komandi borivirksemið
vestan fyri Hebridurnar
kann fáa týdning fyri okkum
eisini í framtíðini.
Hetta er sjálvandi ein
møguleiki, sum má takast við
fyrivarni. Fyrsta fortreytin er
tann, at tað eydnast Statoil at
finna gass í summar. Alt eftir
støddini á gassfundunum har
kann ein útbyggingarætlan
so gerast, sum fevnir um ta
stóru gassleiðingina til Skot
lands.
Garreth Allinsson viðgekk
tí á oljufundinum í Norður
landahúsinum, at umframt
at tað standa spennandi
boringar fyri framman á før
oyska landgrunninum, og
her fyrst og fremst Brugdan
í summar, so eru brunnarnir,
sum skulu borast ávikavist
eystan fyri markið, Rosebank
og síðani sunnan fyri markið,
Benbecula eisini av stórum
týdningi fyri eina framtíðar
leiting og framleiðslu við
Føroyar.
Statoil, sum er við í øllum
hesum umrøddum brunnum,
Brugdini, Rosebank og Ben
becula fer at brúka góða
milliard krónur til boring í
hesum økjunum í ár.
Týdningarmikil
gassboring sunnan
fyri Føroyar
Nr. 27 • týsdagur • 7. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Stena Don, sum skal bora Brugduna í summar
Jákup á Dul Jacobsen hevur enn eina
ferð verið úti um seg á amerikanska
partabrævamarknaðinum.
Íslendska Morgunblaðið skrivar
í dag, at Jákup nú hevur keypt ein
ognarpart áljóðandi 600 mió kr. í
amerikonsku fyritøkunum Pier 1 og
the Pier. Hetta eru fyritøkur, sum selja
búnýti av ymsum slag. Ognarluturin
hjá Jákupi í felagnum er 9,9%.
Pier 1 varð stovnað í California
í 1962, og rekur handilsketan í dag
1.200 handlar í USA, Canada, Mexico
og í Stórabretlandi. Umsetningurin
hjá fyritøkuni var í fjør knappar $
2 mia.
-mørk
Jákup keypir fyri 600 mió kr.
Boripallurin Transocean Rather fer í næstum undir at bora
Benbecula brunnin sunnan fyri Føroyar og eftir tað tríggjar
brunnar á Rosebankøkinum eystanfyri fyri føroyska markið