mikudagur 8. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Unga songkvinnan Eyð
Berghamar Jacobsen býr
í løtuni í Keypmannahavn.
Men her verður hon ikki
búgvandi leingi afturat.
Hon hevur fyri kortum
undirskrivað ein sáttmála
við stóra svenska felagið
2entertain, og í hesum
sáttmála bindur Eyð seg
til at framføra tónleik
og dans í einum hotelli
onkrastaðni í Evropa
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Í hesum Planet blaðnum eru
greinar um tvey systkin, sum
eru sjónlig og vird á føroyska
tónleika pallinum. Talan er um
Eyð Berghamar Jacobsen og
Kára Jacobsen. Meðan Kári
helst er meiri kendur fyri sítt
arbeiði í upptøkuhølinum, so
er Eyð sangari og dansari.
Eyð Berghamar Jacobsen
gjørdist heimskend í Føroyum,
tá ið hon luttók í stóru Nordic
Unsigned kappingini, sum
MTV skipaði fyri. Her megnaði
Eyð at syngja seg í finaluna
við vakra lagnum hjá Kára
“They Did You Wrong”, sum
eisini varð spælt heilt nógv í
Føroyum.
Upprunin
“Kári hevur altíð spælt nógvan
tónleik, og eg rokni við, at tað
er haðani, mín áhugi er vaktur
fyri tónleiki”, sigur Eyð, tá ið vit
spyrja hana, hvussu hennara
áhugi fyri tónleiki byrjaði. Eyð
greiðir frá, at hennara foreldur
ongantíð hava fingist við tón
leik, so hennara áhugi og evnir
eru helst ikki beinleiðis arvað
frá teimum. Hóast stóribeiggin
altíð hevur verið ein stór tón
listarlig drívmegi í húsinum,
so heldur Eyð, at hennara egni
alskur til tónleikin er orsøkin
til, at hon valdi at útbúgva seg
innan tónleikin.
Eyð er útbúgvin musical
artist frá Ballet Akademinum
í Gøteborg í Svøríki. Hon
fortelur fyri Planet, at tá ið
hon gekk í studentaskúlanum
í Hoydølum, varð hon greið
yvir, at hon skuldi hava eina
útbúgving innan tónleik. Men
tó hevði hon ikki ætlað, at hon
samstundis skuldi útbúgva seg
innan dans. Men hon fór á ein
háskúla í Svøríki, har tey løgdu
líka stóran dent á dans og tón
leik, og síðani hevur Eyð ikki
verið í iva um, at musical artist
útbúgvingin var tann rætta fyri
hana. “Sangleikur er akkurát
eg”, sigur Eyð.
Auditions
Tá ið tú skalt spæla við í einum
stórum sangleiki, er tað ikki so,
at fyriskipararnir ringja til tín og
bjóða tær leiklutin. Nei, tú mást
luttaka á auditions. Og hvat er
ein audition fyri nakað?
“Ein audition er ein roynd,
har tú og onnur kappast um
nøkur fá pláss í einum leiki.
Tú vísir tíni evni fyri eini dóms
nevnd, sum síðan velur ella
vrakar teg”, sigur Eyð. “Áðrenn
sjálva auditionina mást tú
senda CV inn til felagið,
sum leitar eftir sangarum og
dansarum. Í hesum CV´num
skalt tú leggja myndir av tær
sjálvari, upplýsingar um hvørja
útbúgving tú hevur, og helst eis
ini vísa á hvørjar viðkomandi
royndir tú hevur”, fortelur Eyð.
“Um felagið metur teg vera
spennandi, so verður tú innkall
að til audition”.
“90% av øllum auditions
byrja við eini dansiroynd. Tú
og nøkur onnur læra eina
lítla dansi kombinatión uppá
heilt stutta tíð, og so skulu tit
framføra hetta fyri dómsnevnd
ini. Longu her verða nógvir
umsøkjarar soldaðir frá. Tað
kann tykjast órættvíst, tí summi
eru betur fyri í sangi enn í
dansi, men hesi verða ofta
vigað ov løtt, longu til dansi
royndina”, sigur Eyð.
“Men um tú ert so heppin at
koma væl frá hesi royndini, so
sleppur tú víðari til sangroynd
ina. Her ræður um at hava tínar
nótar klárar, tí tú hevur ikki ráð
til at gera nakran feil. Ofta er
tað soleiðis, at fyriskipararnir
frammanundan hava avgjørt,
hvønn sang tú skalt syngja, so
tá mást tú bara vera so mikið
væl fyrireikað, at tú klárar at
framføra hann púra feilfrítt”.
Kappingin er hørð
Sostatt er kapping ein gerandi
skostur hjá Eyð. Men er hetta
ikki eitt øðiliga hart lív? “Jú”,
sigur Eyð. “Men tú mást bara
vera ísakøld og ikki lata teg
sláa út, um tú fært eitt avslag
ella tvey. Hetta er ein hørð
vinna, men tað visti eg eisini
frammanundan”, sigur Eyð.
Hon fortelur eisini, at tað er
so ótrúliga týdningarmikið at
hava tey røttu sambondini, tá
ið tú skalt finna tær leiklutir.
“Tá ið tú hevur arbeitt við
onkrum góðum leikum, hevur
tú skapt tær eitt navn. Og hetta
navn kenna fólkini aftur, tá ið
tey vilja hava fólk til ein annan
leik. So einfalt er tað. Tú mást
royna at fáa fótin innum, og
eftir tað er alt nógv lættari”,
fortelur Eyð.
Sáttmáli
Og júst nú tykist tað, sum um
Eyð hevur fingið fótin innum.
Fyri kortum var Eyð til eina
audition, og har gekk so mikið
væl, at hon fekk eitt starv.
Starvið inniber at hon og trý
onnur skulu framføra eitt show
í onkrum evropeiskum hotelli í
eitt hálvt ár.
“Eitt stórt svenskt felag,
sum eitur 2entertain ger nøkur
show, sum verða seld og fram
førd úti í Evropa. Eg skal so
luttaka í tí eina shownum. Vit
fýra, sum skulu hava showið,
skulu upptraðkað hvørt kvøld
frá 01.04.2006 til 01.10.2006, so
hetta verður sera strævið, men
samstundis sera spennandi”,
sigur Eyð. Talan er um eitt
show, sum verður uppstillað á
onkrum hotelli, og tað er fyrst
og fremst ætlað ferðafólki.
Sostatt sleppur unga song
kvinnan veruliga at royna seg í
vinnuni.
“Enn veit eg ikki so nógv um
showið”, greiðir Eyð frá. “Eg
veit ikki akkurát hvar tað verð
ur, og eg veit ikki hvørjum eg
skal framføra saman við”.
Til Turkalands á venjingarlegu
Í næstum fara tey, sum skulu
framføra tey ymisku showini á
eina venjingarlegu í Turkalandi.
Her skulu tey øll læra hvønn
annan at kenna, so hetta verður
helst stuttligt, heldur Eyð. “Eg
gleði meg so ótrúliga nógv
til at koma út í heimin. Har
sleppi eg at læra nýggj fólk
at kenna, men eg má eisini
viðganga, at eg eri eitt sindur
stúrin fyri hesum. Tað er eitt
sindur ræðandi at hugsa um,
at eg skal framføra tónleik og
dans í eitt hálvt ár, og eg kenni
slett ikki tey trý, sum eg skal
framføra saman við. Men hetta
er tann vinnan, sum eg havi
valt mær, so tað skal nokk fara
at laga seg”, sigur Eyð.
Lættari at fáa starv
Eitt er so vist. Eftir hetta,
verður tað so heilt vist lættari
at fáa arbeiði. “Tá ið tú kanst
vísa á, at tú hevur framført í
eitt hálvt ár, so vita tey sum
skipa fyri, at tú megnar at taka
stórar uppgávur á tínar herðar.
Sostatt er hetta veruliga ein
góður møguleiki hjá mær, og
eg vænti, at eg kann brúka hes
ar royndir sum eina lopfjøl víð
ari inn í mína víðari karrieru”,
greiðir Eyð frá.
“Hetta er akkurát tað,
sum eg havi brúk fyri beint
nú. Eg vil menna meg í tí
veruliga lívinum. Eg vil fegin
upptraðkað saman við einum
lítlum bólki, soleiðis at eg verið
noydd at taka stórar leiklutir
í showinum. Sostatt er hetta
frægari enn til dømis at hava
ein evarska lítlan leiklut í einum
sangleiki, har ongin sær meg”,
fortelur Eyð.
Eyð og Kári
Aftur til Nordic Unsigned. Lag
ið “They Did You Wrong” var
úrslitið av einum samstarvið
millum Jacobsen systkini. Vit
spurdu Eyð, um hetta var eitt
samstarv, sum vit koma at
hoyra meiri til í framtíðini.
“Ja, tað rokni eg við. Eg og
Kári skilja hvønn annan rætti
liga væl, og tí gongur tað ofta
øðiliga skjótt í upptøkuhølinum.
Og so er tað eisini so super
deiligt at arbeiða saman við
sínum stórabeiggja”, sigur Eyð
Berghamar Jacobsen at enda.
Eyð
–