mikudagur 8. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Kári Jacobsen hevur verið ímynd
in av føroyskum poppi síðan
80’árini og hevur verið við í
flestu væleydnaðu popptónleika
verkætlanunum t.d. Nalja, Mal
an Eyðusdóttir og Brandur Enni.
Tí er tað kanska heldur ikki so
skelkandi, at nýggjasta verk
ætlanin Poppkorn gjørdist so
væl eydna. Vit hava hitt Kára í
upptøkuhølunum úti á Amager
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kári er sera fryntligur og bjóðar kaffi
úr síni Senseo kaffimaskinu. Hølini
eru hugnalig. Listin á veggjunum
er nýmótans, og innbúgvið er ikki
nógv í stóru luftigu hølunum. Her
er kekka á tann kula mátan. Kári og
samstarvsfelagin hjá honum, Jakob,
hava yvirtikið hølini frá Media Music
við Eyðfinni Jensen og Leivi Thomsen.
Hetta er karmurin um arbeiðsdagin hjá
Kára. Hann livur av at gera og skriva
tónleik. Tá vit koma inn, situr hann júst
og arbeiðir við eini jinglu til MTV. Enn
er hann ikki greiður yvir, um hann fær
uppgávuna, men jinglan ljóðar kul, so
hvør veit.
Júst sjónvarpsjinglur er nakað, ið Kári
arbeiðir nógv við. Marknaðurin er bæði
danskur og altjóða. Hann sigur, at hann
fæst við júst tað, sum hann tendrar
uppá, tað at skapa nakað. Áhugin liggur
í at skriva tónleik og produsera og tað
sleppur hann her. Hann stoypir kúlur
til onnur. Hann heldur ikki, at hansara
persónligheit er tað slagið, sum vil
sleppa á ein pall at spæla. Hann hevur
tað sera gott við at sita aftan fyri og
lata onnur takað sær pallarbeiðinum. Tá
tú upptraðkar, handlar tað um at vera
í fokus. Hetta heldur hann ikki vera so
áhugavert. Tað er behaligt at hava eina
frástøðu. Fólk vísa áhuga í tí tú gert,
heldur enn hvør tú ert.
Á barr við vinum
Í 2005 brúkti Kári umleið tríggjar mán
aðar til at skriva og innspæla tónleikin
til Poppkorn. Ein fløga, ið nú hevur selt
næstan trýtúsund eintøk og sum enn
selur væl, sum eitt eykað herðaklapp
varð bólkurin valdur til besta nýggja
bólk. á Planet Awards. Hóast tær fimm,
ið standa á pallinum eru andlitið út
eftir, so er Kári maðurin aftan fyri
tær. Sum sangskrivari, framleiðari og
tónleikari eigur hann stóra æru í hesi
heiðurslønini. Hann sigur seg eisini vera
øgiliga takksaman fyri hendan heiðurin.
“Eg haldi, at tað er stuttligt, at hatta
slagið av tónleiki fær viðurkenning. Eg
eri eisini glaður gentunnar vegna. Tær
hava arbeitt so hart og hava verið so
øgiliga motiveraðar. Tað er eisini flott
at vinna á so nógvum góðum bólkum”,
sigur Kári.
Hann er búsitandi í Danmark, tí var
hann ikki á Hotel Føroyum á Planet
Awards, men Eyðfinn Jensen, ið er
umboðsmaður hjá Poppkorn og pápi
frontfigurin Lillian Dalsgaard, ringdi til
Kára. Kári var tá staddur á eini barr við
nøkrum vinmonnum, so har lá væl fyri
at feira.
Góð teenpop rødd
Kári hevur kent Eyðfinn Jensen síðan
studentaskúlan. Teir hava samstarvað
tónleikaliga fleiri ferðir. Tí hevur Kári
kent Lillian, síðan hon varð fødd. Tí
kundi samstarvið tykst nokkso upplagt,
men upprunin til Poppkorn er eitt sindur
tilvildarligur. Eyðfinn hevði skrivað eitt
lag til Lillian, ið tey ætlaðu at melda
hana til danska Barnaprixið MGP við.
Eyðfinn sendi Kára lagið til ummælis.
Kári festi seg beinanvegin við røddina
hjá Lillian. “Lillian dugir væl at syngja,
so hevur hon eina rødd, ið passar væl
til teenpopp. Hon sær gott út og hevur
star quality. Hon hevur góða orku og er
útatvend. Harumframt hevur hon eisini
eina ótrúliga drívmegi.”, sigur Kári.
Røttu karmarnir
Kári sigur, at hann hevur fleiri ferðir
hugsað um at stovnað ein føroyskan
poppbólk. Men nú vóru karmarnir
knappiliga rættir. Lillian savnaði bólkin,
Eyðfinn var umboðsmaður og fekk alt
tað praktiska at rigga, og Kári gjørdi
tónleikin. Tey fóru beint í gongd við at
hugsa um konseptið. Hvussu tekstir og
tónleikur skuldu vera. T.d. ein veitslu
sangur, nakrar kærleiksballadur og so
framvegis.
Kári greiður frá, at hann hevði allatíð
ina í huga, at poppur er fleirmedialur,
tú noyðist at hugsa í heildarkonseptum.
Tað er ikki bara at fara í hagan, við eini
reyðvínsfløsku og einum kassagittara.
Poppur er handverk og íblástur.
“Sjálvandi er tað hart arbeiði, men ikki
minst hesuferð var tað eisini stuttlig
uppgáva”, sigur Kári”. “Tí gekk tað
rættiliga lætt”.
Kári sigur, at tey alla tíðina hava
verið samd um, at útgávan skuldi vera
av høgari góðsku. Íblásturin kemur
úr útheiminum, men somuleiðis úr
føroyskum sangsiði. T.d. eitt lag sum
Droymi mitt um dagin, ljóðið og
útsetingin er altjóða, men sjálvur sang
urin er rættiliga føroyskur.
Royndarballónir
Men tey lupu ikki bara út í verkætlanina.
Við konsertum á ymisku festivalunum
og útvarpsútgávu av gamla ólavsøku
lagnum, fekk bólkurin eitt sindur av
royndum seinasta summar, og Kári og
Eyðfinn sóu, at áhugi var fyri bólkinum.
Síðan var stakfløgan av Sjeikinum
send út, sum ein seinasta royndarball
ón. Kári sigur, at hetta var eitt øgiliga
natúrligt væl av lagið. Tí tað egnaði seg
so væl til Poppkorn. Tað eru fyrimunir
við, at leggja út við einum lagið, ið
longu er kent millum fólk. Sjálvt um lag
ið er gjørt rættiliga radikalt um, so eru
fólk longu góð við tað. Stakfløgan var
beinanvegin sera væl móttikin, tí kom
fløgan stutt eftir.
Alnetið var sambandið
Kári spældi allan tónleikin inn í
Danmark. Systur hansara Eyð sang
somuleiðis øll kórini inn í upptøkuhølu
num á Amager. Sangurin hjá gentunum
varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá
Eyðfinni í Havn. Alla tíðina bleiv tilfarið
lagt upp umvegis alnetið. Hetta riggaði
fínt, og vísir hvussu lítið landamørk
og geografisk frástøða hevur at siga
longur.
Eitt feministiskt statement
Kári livir av at skriva tónleik, hetta er livi
breyðið. Men hann sigur, at idealisma
eisini er við. Hann metur Poppkorn,
sett upp á spíðsin, vera eitt slag av
feministiskum statement. Alt ov fá
konufólk eru í almenna rúminum serliga
í politikki. Hetta er ein roynd at skapa
nakrar føroyskar kvinnuligar fyrimyndir
hjá gentum, ið vaksa upp í Føroyum.
Kári vónar, at hetta kann hjálpa við at
broyta leiklutin hjá kvinnum í almenna
rúminum. “Hetta gevur føroyskum tón
leiki ein annan vinkul. Eg haldi at tað er
týdningarmikið, at føroysk ungfólk fáa
okkurt føroystkt at spegla sær í.” .
Altjóða snið
Poppkorn útgávan varð málrættað til før
oyska marknaðin, men ikki skræddara
seymað. Fløgan er rættiliga altjóða. Kári
heldur ikki, at serliga nógvar tillagingar
skulu til, fyri at fløgan kann útgevast á
onkrum øðrum marknaði. “Allir markn
aðir eru ymiskir, tí skulu altíð tillagingar
til. Men her er talan um smávegis broyt
ingar”, sigur Kári..
Høg góðska
Kári heldur, at nógv spennandi hendir
á føroyska tónleikapallinum. Góðskan
er hækkað nógv seinastu árini, held
ur hann. Persónliga metur hann, at
Poppkorn og 200 eru mest nýskapandi
bólkarnir á føroyska marknaðinum í
løtuni. Báðir bólkarnir eru undirhald,
men á heilt hvør sín máta. Báðir bólkar
bróta frá føroyska tónleikapallinum á
nógvar mátar. “200 er cool, og lat nú
vera við at skriva kul, tí teir eru cool á
tann stórbýarkenda mátan. Teir hava
humor og punkattitudu, og tað riggar
hjá teimum. Tað haldi eg eisini, at tað
ger hjá Poppkorn.”.
Poppur er so nógv ymiskt
Kári hevur verið við í flestu væleydnaðu
føroysku popptónleika verkætlanunum,
sum Nalja, Malan Eyðusdóttir, Brandur
Enni, Malan Thomsen og í fjør skrivaði
hann ein sang til systur sína Eyð
Berghamar Jacobsen, ið megnaði at
fáa triðja plássið í stóru norðurlendsku
tónleikakappingini Nordic Unsigned.
Kári er Mr. Popp í Føroyum. Vit spurdu
hann, hvussu hann sær sín leiklut á
føroyska tónleikapallinum. Hann var ikki
nógv fyri at meta um hetta og helt, at
tað máttu onnur meta um. Hann vónar
bara, at hann kann flyta nøkur mørk og
geva føroyskum tónleiki okkurt.
“Fólk tosa um meg sum popp-sang
skrivara, ella poppprodúsara. Eg eri
sangskrivari og prodúsari. Tað er
so nógv, sum er poppur, Frændir er
poppur. Popplist fløgurnar - har er alt
poppur. Onkur tónleikur, hevur kanska
lyndið til at lefla meira fyri áhoyr
arunum, men samanumtikið er tónleikur
av skiftandi góðsku innan allar genrur.
Eg haldi ikki, at popptónleikur er betur
ella verri enn fólkatónleikur, rokkur, jass
ella nakað annað”
Vit spurdu hvat er tað, sum ger, at
hann fæst so nógv við popptónleik?
“Poppur tiltrekkir – Hetta er tónleikur,
ið kemur út til nógv - Tað snýr seg um
fólkið. Góður poppur skal vera eitt spegl
av samtíðini og hevur eina viktiga funkt
ión í samfelagnum. Tá man situr og ger
innatvendan tónleik, sum eingin hoyrir,
fer tað ikki út í samfelagið. Eg haldi ikki,
at man skal ikki undirmeta pop. Ting,
sum kunnu virka grunn, kunnu hava
dýpd, og umvent kunnu ting, sum virka
djúp, vera grunn.”
Nógv jørn í eldinum
Kári fæðst við nógvar ymiskar verkætl
anir. Poppkorn er bert ein av teimum,
vit spurdu hann, um Poppkorn var ein
døgnfluga, ella um hann kundi hugsað
sær, at arbeitt við gentunum aftur?
“Tað hevur jú gingið øgiliga væl, so tí
er hugurin heilt víst til staðar at gera
okkurt aftur”, svaraði Kári. Eg lati hann
sleppa aftur til MTV jingluna og fari út
úr upptøkuhølunum í danska kavan úti
á Amager.
kári