hósdagur 9. februar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2006
25
Kropsviðgerðir
og vakurleikarøkt
vindur alt meira upp
á seg.
Somuleiðis gerast
viðgerðarhættirnir
eisini fleiri.
Vit hava verið og
roynt ein tann
nýggjasta – sjokuláta
bjálving
HEILSA
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Kroppurin er tann nýggja
religiónin! Tað hava útlendsk
bløð mangan staðfest, og
kanska er okkurt um hetta.
Vit skulu eta sunt, venja
regluliga, lata okkum smart
í, hárið skal verða nýklippt,
og helst skal húðin verða
sløtt sum ein barnarumpa.
Í øllum hesum økist
eftirspurningurin eisini
eftir støðum, har vit kunnu
fríðka okkum. Í Føroyum eru
nakrar vakurleikasalónir, ið
støðugt økja um síni tilboð
til viðskiftafólkið.
– Vit hava rættuliga nógv,
sum fregnast eftir okkara
viðgerðum, sigur Maria
Vilhelmsen sum eigur
Cosméto.
Hon greiðir frá, at bæði
mannfólk og konufólk hava
roynt sjokulátabjálvingina,
sum vit frá Sosialinum hava
gørt av at royna.
Livandi ljós, dempaður
tónleikur og eitt baðikar fult
við angandi skúmbað møtir
okkum inni á Cosméto.
Bæðið er eitt sokallað
»Kleopatrabað« við mjólk.
Her skal man so liggja í 15
minuttir og njóta bobblur og
eitt glas av vatni og frukt,
sum stendur við síðuna av
baðnum.
Aftaná er tíðin komin
at verða bjálvað í heita
sjokulátu. Eva Gregersen,
sum arbeiður sum kos-
metologur, tekur ímóti og
greiðir frá, at tað er 100%
ektað sjokuláta, sum hon
skal nýta, og at tað ikki ber
til at eta.
Tað luktar væl, og tankin
um Nuggeline ella okkurt
líknandi er ikki fjarur, tá Eva
fer at smyrja.
Allur kroppurin verður
smurdur uttan andlitið, sum
fær eina grøna masku.
Bakað epli
Í 20 minuttir skalt tú liggja
í sjokulátuni undir einum
staniolteppi fyri at halda
hitan. Við øðrum orðum so
ber fyrst til at samanberast
við eitt Mars ella Twix og
seinni, tá staniolið kemur
uppá, er eitt bakað epli besta
lýsingin av, hvussu ein sær
út.
Hóast hetta, so er viðgerðin
sera lekkur og húðin gerst
sera bleyt og lekkur aftaná.
Lagið gjørdist eisini betur
– ella var tað kanska tí, at
tað var fríggjadagur – hvør
veit?
– Sjokuláta hevur ta virkan
á okkum, at hon loysir út
sokallaðar endorfinir frá
kroppinum. Endorfinir er tað
hormonið, sum ger okkum
í góðum lag og glað, sigur
Eva Gregersen.
Hon hevur áður arbeitt
á cruiseferjum í Karibia
sum
kosmetologur.
Á
einum báti vóru tey 22
fólk sum starvaðust við
kroppsviðgerðum.
Hennara serkunnleiki er
eisini ein nýggj steinmassaga,
har heitir, glattir steinar verða
nýttir ístaðin fyri hendurnar.
Steinarnir eru 55 stig og eru
heintaðir av Thaiti.
Eisini á salónini Røktan í
Havn hava tey nýggjar hættir
at massera. Japanskmassaga
og andlits lymfedrænaga er
tað nýggjasta.
– Um tú er hovin og hevur
nógva vesku í andlitinum,
massera vit tað burtur, sigur
Elsa í Garði, sum hevur
salón Røktan.
Japansk massaga er eisini
nýggj á skránni har. Tað er
ein avslappandi massaga,
sum ikki inniheldur so nógv
av vøddmýkjan, men meira
av róligum rørslum, sum
fáa kundan at slappa av og
sleppa av við strongd.
Klinikk Rósan í Klaksvík
hevur nógvar ymiskar hættir
at massera og SPA-viðgera.
Millum annað verður kundin
sproytaður við havsvatni og
bjálvaður inn í eitt heitt
saunateppi. Eisini verður
bjálving við sjokulátu og
algum boðið kundanum í
Norðuroyggjum.
Njót av sjokulátu
uttan at fitna
Tríggjar ymiskar
vakurleikasalónir
Nýggjar viðgerðir og
nøkur prísdømi
Cosméto, Tórshavn
n Aromaterapi,
peeling, gosbað og
bjálving við heitari
sjokulátu, víndrúvum,
móru ella algum 90
min 650 kr
n Gosbað, sjokuláta-
peelling, pakkast inn,
skallamassaga og
brúsubað 60 min 450
kr.
n Hot stone
kropsmassaga 75 min
650 kr
n Kropsmassaga í
eteriskum oljum uml
30 min 270 kr
Røktan, Tórshavn
n Andlits
lymfedrænaga 75 kr
n Japansk massaga
uml 30 min 225 kr
n Hálsmassaga uml 5-
10 min 50 kr
n Kropsmassaga uml
30 min 225 kr
Rósan, Klaksvík
n Afspennings-
massaga 90 min 400 kr
Klassisk kropsmassaga
90 min 400 kr
n SPA-viðgerð, við
peeling, aromabað,
massagu, bjálving – 90
min ella longur 500 kr
n Ryggmassaga 60
min 300 kr
Fyrst var byrjað við einum gosbað við mjólk – eitt soðkallað »Kleopatrabað«
Mynd Jens Kristian Vang
Síðan var100% sjokuláta varð smurd upp á kroppin
1
2
3
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Meðan sjokulátan
virkar, varð ein
maska løgd á
andlitið og høvdið
massera