hósdagur 9. februar 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2006
27
Fun with Dick & Jane
Fríggjadag 10.02
kl. 19.30
kl. 21.30
kl. 23.30
Leygardag 11.02
kl. 19.30
kl. 21.30
kl. 23.30
Sunnudag 12.02
kl. 20.15
kl. 22.30
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Lítli Høsnarungin hjá Disney
TÍÐIRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
München
Fríggjadag 10.02
kl. 22.30
Leygardag 11.02
kl. 22.30
Sunnudag 12.02
kl. 21.30
Nanny McPhee
Fríggjadag 10.02
kl. 18.00
Leygardag 11.02
kl. 18.00
Sunnudag 12.02
kl. 16.30
UMMÆLI:
FRUMSÝNING
Kim Simonsen
Disney hevur gjøgnum árini givið
okkum barnafilmar sum Bambi,
Alice in Wonderland, Snjóhvíta.
Filmar, ið ofta bygdu á kendar
figurar frá ævintýrum, ið vit øll,
børn og vaksin, skilja og dáma.
Seinastu árini er Disney farin at
kappast um at gera teknifilmar,
ið nærum allir eru aktionfilmar,
so um Toy Story og filmar um
Buzz Lightyear, sum er hetjan
frá hNýggjasti figururin hjá
Disney er ein lítil høsnarungi,
ið bert eitur Little Chicken, ella
Lítli Høsnarungin. Hesin er ikki
soleiðis víðari sjarmerandi. Hann
er lítil og hevur brillur.
Her sær út sum um Disney
ikki longur trýr á gomlu
uppskriftina við at gera filmar
um ævintýr. Felagið hevði eina
stóra framgongd við filminum
”The Lion King” í 1994, men
síðani hevur tað ikki gingið so
lætt hjá teimum, tí eru tey helst
nærum desperat eftir at skapa ein
nýggjan darling, ið so skal vera
hesin Lítli Høsnarungin.
Himmalin dettur niður
Søgan byrjar vi einum braki, tí
ein partur av himmalinum er
dottin niður. Hetta uppdagar Lítli
Høsnarungin, hann kemur at seta
allan býin á hin endan, tá hann
ringir við kirkjuklokkuni, men
eingin trýr honum. Pápin og hann
fáa ringt orð á seg, tí tey halda at
Lítli Høsnarungin gjørdi ónaðir.
Pápi hanaungan er Gormur Gok,
ið biður Lítla Høsnarungan um at
ansa sær og ikki ger so nógv vart
við seg, men Lítli Høsnarungin vil
hava at fólk skulu trúgva honum.
Ljóti dunnuungin
Í filminum er hesin Lítli Høsnar
ungin vinur við Gerdu, Fisk
og Pjevs. Gerda er ein ljótur
dunnuungi, her er so ein heilsan
til H. C. Andersen. Pjevs er ein
ovurstórur, feitur, býttur og
bangin grísur. Fiskurin á landi
er ein fiskur, ið ongantíð sigur
nakað, men er tó hjálpsamur.
Gerda veit alt møguligt, serliga
hvat stendur í vikubløðum.
Hon tosar um, at vinurin Lítli
Høsnarungin skal tosa við pápa
sín, og ikki bert royna at fáa
viðurkening frá honum. Her
er eitt klassiskt undirtema, ið
kundi borið allan filmin, at Lítli
Høsnarungin m.a. vil spæla
baseball, fyri at gerast sum pápin.
Við eitt so fyrigeva fólkini í
býnum Lítla Høsnarunganum,
men seinni er aftur galið, tí
aftur byrja stykki at detta av
himmalinum. Saman við Gerdu,
Pjevs og Fiski, finnir Lítli
Høsnarungin eitt rúmdarskip.
Eitt modernaða ævintýr?
Leikstjórin Mark Dindal hevur
leingi droymt um at gera gjøldur
burtur úr gomlu ævintýrgenruni,
við Chicken Little hevur hann
so fingið loyvið, at ger sum
hann vil. Men her er einki av
gandinum, sum er í modernaðum
ævintýrum sum ”Beauty and
the Beast”, tí sera stuttliga ”Lilo
& Stitch” og ”Brother Bear”.
Serliga tónleikurin í filminum er
ræðuligur, bert gomul Spice Girls
hitsangir, ið skulu raka tey sum
eru 12 ár, men tey 12 ára gomlu í
dag vóru 2 ár tá Spice Girls vóru
frammi.
Gomlu ævintýrini hava altíð
veri um outsidarar, so sum
Øskufía, Kloss Hans og í
”Chicken Little” er eisini um
Lítla Høsnarungan og hansara
tríggjar outsidaravinir, men tá
søgan haltar, so hjálpa hvørki
animatiónstøkni ella Spice Girls.
Ein vánaliga teknaður filmur við
eini góðari søgu, er altíð betur
enn ein slík gigantisk framleiddur
komersiellur og fortonktur
filmur, ið ikki er gjørdur tí
nakar er góður við eina serliga
ella erliga søgu, men bert fyri
at fáa peningin at spræna úr
lummunum á fólki, ið eiga børn.
Sjálvandi er gjørligt at keypa
alskins dukkur, koppar, klæðir
við myndum frá filminum.
Eitt flop
Eg eri ótrúliga vónsvikin av at
Disney, ið plagdu at borga fyri
góðsku, er enda sum eitt innan
tómt felag, har fíggjarfrøðingar
og trendgranskarar avgerða hvat
animatións- og teknifilmar skulu
snúgva seg um, so teir kunnu
raka ein hugsaðan málbólk, ið
eru ókritiskar barnafamiljur, ið
skulu rænast.
Her eru segmentskanningar,
ið stýra øllum og fíggjardeildin
hjá Disney og stjórarnir í teirra
klædningum, ið eru settir at
avgera, hvat er vert at gera film
um, ið altíð er tað sama sum tað
sum selur nógv.
Problemið er, at eg ongantíð
kom inn í hendan filmin, hann
er ágrýtin, algoystur og tivandi
upphitaður allan vegin. Ein
hending fyri og onnur eftir,
harður rokktónleikur og
vánaligar balladur uttan íhald.
Her er bert róp, aktion og skrál..
Hetta eru 100 prosent tómar
kaloriur frá Disney, og sigur líka
so lítið sum ein hálvur litur av
kola, aftaná hann er drukkin.
Filmurin ”Chicken Litle” er
stutt sakt ein av teimum ringastu
Disneyfilmunum, ið nakrantíð
er gjørdur. Tað kann gott vera,
at eg eri ein gamal romantikari,
men gev mær heldur ”Fantasia”
frá 1940, ”101 dalmatinere”
”Dumbo” ja alt annað enn
hendan filmin, ið tí bert fær 1
stjørnu av 6.
www.UIP.dk
Den "fortryllende" barnepige
MED
DANSK
TALE
Et tilfældigt møde,
et uskyldigt sidespring,
fatale konsekvenser
Afsporet
Fríggjadag 10.02
kl. 20.00
Leygardag 11.02
kl. 20.00
Sunnudag 12.02
kl. 19.00
FRUMSÝNING
Chicken Little. USA 2005. 86 minuttir.
Røddir á donskum:
Lille Kylling:
Mathias Klenske
Gerda Gråand:
Sofie Gråbøl
Pjevs:
Christian P
Fisk:
kontorets vandkøler
Rikke Ræv:
Charlotte Munk
Gorm Gok:
Waage Sandø
Per & Tine
Bissenberg:
Kjeld & Hilda Heick
Leikstjórn:
Mark Dindal
Lille Kylling
Fríggjadag 10.02
kl. 15.30
kl. 17.30
Leygardag 11.02
kl. 15.30
kl. 17.30
Sunnudag 12.02
kl. 16.00
kl. 18.00
FRUMSÝNING
EN STEVEN SPIELBERG FILM