fríggjadagur 10. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
5
Í nýggja álitinum um børn
og ung hjá Tórshavnar
Kommunu verður staðfest,
at sum heild trívast tey
ungu í kommununi væl
og eru virkin í frítíðini.
Ofta ganga tey í tveimum
bólkum, nevniliga tey sum
ballast nakað illa og ganga
nógv í býnum, og hini,
sum í álitinum verða kallað
trúgvandi og ganga á møti
og fara á ungdómslegur.
Arbeiðsbólkurin mælir
býráðnum til at seta fleiri
ungdómshús á stovn, tí
trýstið á Margarinfabrikkina
í miðbýnum er stórt, og
tørvur er á slíkum støðum í
útjaðarunum, tvs. á Argjum,
í Hoyvík og í Kollafirði.
Í álitinum verður m.a.
staðfest, at tilboðini til
tey broyttust, eftir at
rúsdrekkalógin varð broytt
í 1992. Knappliga sluppu
tey ungu ikki longur í sama
mun í dans ella inn á kaféir,
tí eigararanir eru bangnir
fyri at missa skeinkiloyvið,
um fólk undir 18 ár eru inni
hjá teimum.
Hetta setir nýggj krøv til
myndugleikarnar, tí ongin
hevur áhuga í, at tey ungu
ganga úti um náttina - ella
upp aftur verri: koyra úti
um náttina!
Eisini verður sagt, at
tey ungu vilja skapa, og
tí eiga fleiri tilboð at vera
í skapandi listagreinum.
Hesi tilboð kunnu skipast
í ungdómshúsunum, so tey
eisini verða mentanardeplar
og búningarstøðir.
Eftir at hava kannað
hvussu trivnaðurin
og umstøðurnar
eru hjá børnum og
ungum í Havn læt ein
arbeiðsbólkur í gjár
úr honfum nýtt álit
um hesi viðurskifti.
499 ungfólk hava
svarað spurningum
um, hvussu tey hava
tað, og hvat tey
kundu hugsað sær var
øðrvísi í kommununi
BØRN OG UNG
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin
Í gjárkvøldið varð skipað
fyri lítlum hátíðarhaldi á
Margarinfabrikkini í Havn,
har eitt nýtt álit um ung í
Tórshavnar kommunu varð
handað Tórshavnar Býráð.
Næmingar á tónleikabreytini
í Tórshavnar kommunuskúla
spældu rokkkendan tónleik,
og tríggjar ungar gentur
sýndu síni dansikynstur.
Fyri skjótt fýra árum síðani
tók býráðið stig til at seta
ein arbeiðsbólk at lýsa
viðurskiftini hjá børnum
og ungum í Tórshavnar
kommunu, og í gjár kundu
so Heðin Mortensen,
borgarstjóri, og Hildur
Eyðunsdóttir, forkvinna í
mentamálanevndini, taka
ímóti hesum áliti.
Í arbeiðsbólkinum hava
sitið Bogi Andreassen
fyri Margarinfabrikkina,
Elin Heðinsdóttir Joensen
fyri Barnaverndina, Jákup
Fjallsbak fyri Føroya
Ungdómsráð, Katrin Petersen
fyri Trivnaðardeildina hjá
Býraðnum og Rigmor Dam,
sum hevur verið skrivari.
Uppgávan hjá bólkinum
hevur verið at gera
niðurstøður og tilmæli, ið
kann vera vegleiðandi fyri
at fremja eina virkna barna-
og ungdómsmentan, sum tað
verður sagt, og fyribyrgja
mistrivnaði.
Helmingurin svaraði
Sjálvt álitið er grundað
á samrøður við fólk og
feløg, sum á einhvønn hátt
hava tilknýti til ung fólk
í Tórshavnar kommunu.
Harafturat eru úrslit
frá eini ungdómsráð-
stevnu á Háskúlanum
og ein spurnarkanning
um trivnað, nýtslu og
tilmæli hjá næmingum í
framhaldsdeildini brúkt sum
grundarlag undir álitinum.
Hóast álitið er rúgvusmikið
og niðurstøðurnar og
tilmælini eru nógv í tali, er
álitið væl uppsett og skrivað
á løttum máli. Ikki minst
er vert at geva gætur, at
talumálið hjá teimum ungu
er tikið við, og orð sum kul,
at hanga út og babyrokkarar
eru at síggja.
Í fjør sendi Mentamáladeildin
hjá Tórshavnar Kommunu
teldubrøv til allar næmingar
í framhaldsdeildunum í
kommuni, har tey kundu
svara upp á spurningar,
um t.d. hvussu tey brúktu
frítíðina, um tey hildu tørv
vera á fleiri frítíðartilboðum
til tey ungu, og um tey
royktu ella nýttu rúsdrekka
og onnur rúsevni.
Ein góður helmingur ella 56
% av næmingunum svaraðu
spurningunum, tvs. 499
ungfólk í aldrinum 13 til
17 ár.
Niels Madsen, cand. mag. í
samfelagsfrøði og heimspeki
orðaði spurnarkanningina, og
Fróði Jacobsen, stud. scient.
soc. gjørdi niðurstøðurnar
burtur úr svarunum.
Í løtuni verður eitt
líknandi álit fyrireikað av
Mentamálaráðnum, sum
ætlar at gera eitt álit um,
hvussu mentanarpolitikkurin
skal skipast, tá talan er um
børn og ung.
Nøkur børn og ung í
høvuðsstaðarøkinum
kenna seg einsamøll
og hava ikki nøkur
ítriv. Fleiri av hesum
sita í meira enn fimm
tímar um dagin við
telduna
BØRN OG UNG
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í Tórshavnar kommunu
eru
nakrir
avbyrgdir
ella
marginaliseraðir
ungdómsbólkar, sum ikki
trívast, verður staðfest í
nýggja álitinum. 12 %
av teimum ungu siga seg
nevniliga ikki hava nakrar
vinir, samstundis sum tey
hvørki hava nøkur ítriv ella
áhugamál. Hesi trívast ikki
í skúlanum og koma sjáldan
út millum fólk.
Ein lítil bólkur – eini 6
% - spælir við teldu meira
enn 5 tímar um dagin. Hetta
er eisini við til at gera tey
einsamøll, og hesi trívast
lutfalsliga verri í skúlanum
enn hini. Hetta samsvarar
eisini væl við aðrar nýggjar
kanningar, ið vísa, at
ovurnýtsla av teldum førir
við sær, at tey ungu verða
sosialt avbyrgd og koma inn
í eina ónda ringrás.
13 % av teimum ungu,
ið verða roknað sum
marginaliserað, svaraðu, at
teimum dámdi best at lesa
í frítíðini, men lutfalsliga
nógv av teimum hyggja
nógv í sjónvarp, altso meira
enn fimm tímar um dagin.
Bert 15 % av teimum eru
limir einum ítróttarfelag.
Til spurningin, um tey
so eru virkin í kristnari
samkomu, svaraðu 30 %,
at tey komu í eina kristna
samkomu minst eina ferð
um vikuna. Hetta er eitt
sindur fleiri enn hjá heildini,
har svarið var 27 %.
Annars eru ikki nógv ung,
ið dámar sera væl at ganga í
skúla, eins og tølini á talvuni
vísa. Tey ungu siga, at fremsta
orsøkin til, at teimum dámar
at ganga í skúla, er, at tey eru
saman við floksfeløgunum.
Í skúlanum hava tey nógv
vinfólk. Nøkur nevna enntá
eisini, at teimum dámar
væl at nema sær lærdóm í
skúlanum. Onnur siga, at
tey høvdu kett seg, um tey
einki høvdu at fara upp til í
gerandisdegnum.
Hinvegin siga fleiri,
at teimum ikki dámar
undirvísing ella heima-
arbeiði,
tí
tey
halda
undirvísingina vera keðiliga
og lítið spennandi. Fleiri
siga enntá, at lærararnir eru
vánaligir og gera tímarnar
keðiligar. Stutt sagt verður
skúlin sagdur at vera ov
stirvin.
Álitið
staðfestir,
at
umstøðurnar til fríkorter og
matarsteðg eru ov vánaligar.
Tú verður mælt til, at skipanin
við framhaldsdeildum og 10.
flokki verður endurskoðað,
og at Tórshavnar Kom-
muna setir sær nøkur
útbúgvingarpoltisk mál fyri
framtíðina.
Hvat dámar tær at ganga í skúla ?
(8,4 % hava ikki svarað upp á hendan spurning)
Øll Dreingir Gentur
Mær dámar sera væl
6,7
5,8
7,8
Mær dámar væl
30,5
29,1
32
Mær dámar toluliga væl
38,2
38,4
38,1
Mær dámar als ikki
16,2
20,5
11,3
Álit um ung handað Tórshavnar Býráð
“Dansigentur og ein tónleikabólkur undirhildu á samkomuni íMargarinfabrikkini
Mynd: Álvur Haraldsen
12 % av teimum ungu trívast illa
Stórt trýst á Margarinfabrikkina
n Betri umstøður til tónleikavenjingar
n miðvísan ítróttapolitikk
n náttarbussar
n ungdómsráð eins og eldraráð
n baðiland
n skoytubana
n listaskúla
n ungdómsráðgeving
n SSP-ráðgeving millum skúla, sosialar
myndugleikar og politi betri alla aðrar
hølisumstøður til Margarinfarbrikkin
Í álitinum verður m.a. mælt til:
Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað álitið um ung, handaði
tad lidna úrslitið hóskvøldið Mynd: Álvur Haraldsen