mánadagur 13. februar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 31 - 13. februar 2006
Sterk
rúsevni í
Klaksvík
Sambært sýslu
manninum í Norð
oyggjum eru sterk
rúsevni at finna
millum ungdómar í
Klaksvík
RÚSEVNI
Theodor E. D. Olsen
Eftir øllum at døma ger
ast narkotisk evni alt
vanligari í Klaksvík.
Hans Djurhuus, sýslu
maður, sigur við Norð
lýsið, at hetta merkja teir
á Politistøðini í býnum.
– Tað er ikki longu bara
rúsdrekka og hash, men
tað kemur alt oftari fyri
at talan er um sterkari
rúsevni.
– Hesi evni eru í dag
allastaðir kring landið,
og tað er serliga ung
dómurin, sum er bland
aður upp í slíkt, sigur
sýslumaðurin.
Kári, Páll
og Karsten
vilja av við
tollfríu
sigarettirnar
Smyril Line og At
lantsflog selja sigar
ettir fyri meira enn
10 milliónir krónur
um árið, sigur Fíggj
armálaráðið
AVGJØLD
Theodor E. D. Olsen
Smyril Line og Atlantsflog
selja sigarettir fyri meira
enn 10 milliónir krónur um
árið. Men hvussu nógvar
sigarettir av hesum verða
fluttar inn til Føroya ber
ikki til at siga.
Tað fekk fíggjarnevndin
í Løgtinginum at vita frá
landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Bárði Niel
sen, tá nevndin viðgjørdi
uppskotið hjá Kára P.
Højgaard um at taka av
tollfría innflutningin av
sigarettum, tað vil siga sig
arettirnar, sum ferðafólk
hava loyvi til at hava við
sær í land, veit Útvarpið
at siga.
Meirilutin í fíggjar
nevndini, umboðini hjá
samgonguni, mælir frá
at samtykkja uppskotið.
Nevndarlimirnir hjá Tjóð
veldisflokkinum, Páll á
Reynatúgvu og Karsten
Hansen, taka undir við
Kára P. Højgaard.
Eivør skal allan
februar vera á
konsertferð í
Danmark, har hon
longu er væl fagnað
TÓNLEIKUR
Theodor E. D. Olsen
Hósdagin byrjaði Eivør Páls
dóttir konsertferð í Danmark,
sum skal vara allan hendan
mánaðin. Á ferðini fer Eivør
at spæla 11 solokonsertir
ymsastaðni í Danmark.
Eivør fer á konserturnum
fyri tað mesta at spæla
egin løg, tó so at onkrir av
cover-favorittunum so sum
Summertimer og Send me
the Pillow munnu fara at
sníkja seg inn í millum.
Hósdagin sang hon á Foder
stoffen í Rudme á Miðfjóni,
og ummælarin á heimasíðuni
hjá spælistaðnum himprast
ikki við at lata rósurnar regna
oman yvir Eivør.
Ummælið er soljóðandi:
”Eivør – en stjerne er født
Anmeldelse af Ole Larsen
Der var så stille, så stille.
Selv den berømte knappenål
ville have larmet.
170 mennesker turde
næsten ikke røre sig. De
havde netop hørt den måske
mest banale slutning på en
koncert: Gasolins ’Om lidt’.
Men for Eivør er intet banalt
eller ligegyldigt.
Den blot 22-årig Eivør Pals
dottir henrykkede torsdag aft
en en udsolgt Foderstoffen
med en urkraft, der må være
hentet direkte fra fjeldene på
hendes fødested: Færøerne.
Alene på scenen – blot
med guitar og en samisk
tromme – fascinerede hun
publikum fra første sekund
med en stemmepragt, en
fortolkningsevne og en
intensitet som er ganske
usædvanlig for så ung en
kunstner.
Det var Eivørs første
solokoncert på en kort
Danmarksturne. Hun er for
længst en stjerne på Færø
erne og Island. USA, Canada,
Sverige og andre europæiske
lande har allerede opdaget
hende.
Koncerten i Foderstoffen
fortalte tydeligt hvorfor: Med
den største selvfølgelighed
serverede hun færøsk folke
musik, country, gospel,
swingklassikere og pop.
Læg dertil at hun denne
aften mestrede at synge på
færøsk, svensk, engelsk og
dansk.
– Om lidt blir’ her stille,
sang Eivør i sin modige
fortolkning af en Gasolin-
klassiker.
Men et begejstret publikum
i Foderstoffen var ikke stille
i lang tid. De havde netop set
og hørt en lysende stjerne”.
Ummælarin tykist at vera
so bergtikin av ungu gøtu
gentuni, at hann í ovfarakæti
hevur gloymt, at sangurin
”Om lidt” er av plátuni
”Forklædt som voksen” hjá
Kim Larsen frá november
í 1986, tá Eivør var trý ár,
og er sostatt skrivaður væl
seinni enn á heysti 1978, tá
Gasolin’, har Kim Larsen var
sangari, fóru hvør til sítt.
Konsertkalendarin hjá
Eivør í Danmark sær annars
soleiðis út, tá konsertirnar, ið
hava verið, eru tiknar við:
9. Februar 2006
Foderstoffen, Rudme kl 20
10. Februar 2006
Gjethuset, Frederiksværk
kl 20
11. Februar 2006
Bornholms Musikhus kl 21
13. Februar 2006
Copenhagen Jazzhouse kl
20.30
14. Februar 2006
Copenhagen Jazzhouse kl
20.30
16. Februar 2006
Dalbyneder Kirke kl 19
17. Februar 2006 Skraaen,
Ålborg kl 20
18. Februar 2006 Train,
Århus kl 20
24. Februar 2006 Hagge´s
Music Pub kl 21
23. Februar 2006 Gimle,
Roskilde kl 20
25. Februar 2006 Stars,
Vordingborg kl 20
Eivør framúr ummæli í Danmark
Ikki kann sigast, at
løgreglan kring landið
hevur sitið hendur í
favn hetta vikuskiftið,
sum hevur merkt
av nógvari hálku og
tilburðum, har fólk
hava verið í horna
tøkum. So nógv var
at gera, at neyðugt
varð at senda boð eftir
eykafólki, og tveir
politistar afturat komu
til arbeiðis í Havn
LØGREGLA
Theodor E. D. Olsen
Leygarmorgunin um fýra
tíðina rendu tveir bilar í
Klaksvík frontalt á hvønn
annan, og sjúkrabilur kom
á staðið.
Eisini í R.C. Effersøesgøtu
í Havn bóru tveir bilar við
hvønn annan um næstan
sama mundið.
Sunnunáttina stutt eftir mid
nátt hendi eitt ferðsluóhapp í
Leirvík, har ein bilur fór oman
av vegnum og endaði næstan
á sjónum. Sjúkrabilur kom á
staðið, og tað gjørdi sløkkilið
eisini, ið surraði bilin, so hann
ikki gleið á sjógv.
Trygdarbeltið bjargaði
20 minuttir seinni hendi eitt
óhapp Millum Fjarða, har ein
bilur mátti víkja fyri hálkuni.
Bilførarin varð koyrdur á
Landssjúkrahúsið.
Um 4-5 tíðina endaði ein
bilur á Lambareiði á takinum.
Hálka fjaldi vegin og var helst
orsøkin til óhappið. Bilførarin
fekk tó ongan skaða, tí hann
sat í trygdarbelti, sigur løg
reglan.
Somuleiðis hendu ferðslu
óhapp við Norðskálatunnilin,
við brúnna við Streymin og á
Velbastaðvegnum í Havn. Í
tí síðstnevnda førinum vórðu
fólk koyrd á skaðastovuna,
og bilførarin innlagdur.
Politiið ofta boðsent
Leygarmorgunin varð politi
ið boðsent tvær ferðir, av tí at
fólk vóru farin til hendurs.
Í Kaldbak varnaðust tey
leygardagin, at innbrot hevði
verið í skúlanum. Nógv bend
ir á, at ungfólk hava gjørt
hetta, sigur politiið.
Sunnunáttina varð løg
reglan í Havn boðsend tríggj
ar ferðir í sambandi við
húsaófrið. Ein 18 ára gamal
unglingi, ið hevði dekan ov
nógv innanborða og ikki varð
mettur at klára seg sjálvan,
varð eftir metingum frá lækna
innlagdur á Landssjúkrahúsið,
til hann varð mettur at vera
nóg byrgur at standa á egnum
beinum aftur.
Millum klokkan hálvgum
4 og hálvgum 5 noyddist
politiið at koma 4 ferðir á
staðið við økið kring Auto
í Niels Finsensgøtu í Havn,
har fólk høvdu lyndi til at
brúka hendurnar eitt sindur
meira, enn gott var.
Løgreglan úr at gera um vikuskiftið
Eitt ferðsluóhapp hendi á Velbastaðvegnum í Havn. Fólk vóru koyrd á skaðastovuna og bilførarin var innlagdur