Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aðalorðaskifti skal verða um vinnu­ politiska fram­tíð Føroya. Vinnu­mála­ ráðið hevur gjørt eitt rit, sum tekur upp fleiri tættir, mettir verða at hava stóran týdning fyri framtíðar vinnupolitik, eisini økir, sum ikki er undir ábyrgd vinnu­ málaráðsins. Eitt evni er t.d. útbúgvingar og annað at tryggja størst møguligt framleidni Útbúgvingarstøðan Temafrágreiðingin um tøkni­ liga menning og vælferð frá Búskaparráðnum í fjør vísir á, at útbúgvingarstøði okkara helst er nakað aftan fyri grannalondini. Hagtøl eru ikki til taks, vit vita ikki nágreiniliga um hetta øki og eingin politikkur er á økinum. Ein framtíðar til­ætlaður vinnuleistur má neyðturviliga tengjast at út­búgvingarskipanum. T.d at styrkja greinar í fólka- og miðnámsskúlunum og eggja til at fólk fáa sær út­búgv­ingar, sum hóska til hetta økið. Kritiskt ber til at siga, at um vit bert velja at styrkja førleikar í fólka- og miðnámsskúlunum og at vit hava trupult við at fáa fólk heimaaftur er støðan tann, at vit byggja grundina, útflagga seinasta partin av arbeið­ num, men hava gloymt at til­ rættarleggja hvussu vit fáa húsið heim at standa á sínum grundstykki. Tí er alneyðugt við heildarætlanum. Sparingin Tí tykist tað bakvent, at tað júst nú skal sparast á út­búgv­ ingarútreiðslunum, tá flest allir okkara fólkavaldu meina, at vit skulu styrkja okk­um útbúgvingarliga og flestu eru samd um, at tað hevði styrkt okkum um fólk høvdu útbúgvingar ymsa­ staðni frá. Marknaðarbúskapur Stórt fokus er eisini sett á at fáa marknaðarbúskapin at virka í Føroyum, tó at tað kann verða sera trupult, tá heimamarknaðurin er so lítil. Her er eingin ivi um, at ein partur av trupulleikanum er, at tað almenna situr á ov stórum parti og tað er ikki í tráð við vanliga markn­aðar­ búskaparliga manna­gongd. Spurningurin er so, í hvussu stóran mun tað er møguligt at fáa marknaðarbúskap á øllum økjum í Føroyum. Men tað er helst bara eitt av endamálunum. Ann­að er at fáa vanligar marknað­ artreytir í virkini. Og tað kann verða trupult, tá talan er um almenna ogn og at tí ikki sama eigarakrav um úrtøku og menning av mark­ naðarmentalitetið í hesum virkjum, sum eisini áttu at havt sína positivu ávirkan á restina av samfelagnum. Tað er rætt at seta marknaðar­ støðuna undir sjóneykuna, men samstundis er alneyð­ ugt at hugsa úteftir. Okkara heimamarknaður er ov lít­il til stór virkir, og tí skal orkan til at skapa best møgu­ligu fyritreytirnar fyri at tey kunnu virka altjóða ikki undir­metast. Fyri útflutn­ ings­vinnur verður tað tí al­tjóða kappingartreytirnar, sum verða altavgerðandi. Tað er sjálvandi ein styrki, um tað í hesum føri eydn­ast at samantvinna royndir­nar at hava eina opnan markn­ aðarbúskap, íð javnstillar vinnurekandi, tí hetta skapar álít, frið og helst eisini ein betri búskap. Eisini er tað eitt gott tekin at senda út um landoddarnar fyri at draga útlenskan váðafúsan kapital til landið. Útlenskur kapitalur Sambært temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum um Tøkni­liga menning og væl­ ferð frá 2005, eru Føroyar sera aftarlaga tá talan er um at fáa útlenskan kapital til landið, eins og at gera íløgur uttanlands. Hetta er eitt øki hugsast skal um, tað bæðir spjaðir váðan, eins og tað dregur útlenskt hugflog til landið. Hví og hvar almennar íløgur? Staðfest verður í útspælinum frá Vinnumálaráðnum, at tað fysiska undirstøðikervi er so væl útbygt, at hugast skal um marginala vinningin við fleiri íløgum, og lagt verður upp til aðra fígging av nýggjum møguleikum. Konkreti polit­iski hugurin at gera veg­ir, ferjur og tunlar, sum ítøkiligur heiður kann takast av, sæst ikki aftur tá talan er um sosiala/mentunnarliga, útbúgvingarliga og tøkni­ liga undirstøðikervi. Hesi øki verða tikin fram í ritun­ um og fáa vónandi størri áhuga úr politisku skip­an­ ini, so endamál kann setast á økini. T.d. hví skal tað al­menna brúka orku og fígg­ing til t.d. útbúgving og vælvirkandi alnótasamband og við hvørjum endamálið, hvat skal tað brúkast til? Okkara leistur T.d var eitt áhugavert viðtal í øðrum blaðið við Firouz Gaini, har hann vísir á, at endamál við ætlanum ikki eru sjónligar og at vit ikki bert skulu renna aftaná og gera sum hini. Hóast eg ikki eri samdur í, at tað ber til bert at leggja seg eftir eydnusemi, so hevur hann grein í málinum um at vit skulu finna okkara leist til okkara samfelag sum ein part av heiminum, og verða tilvitað um prísin, tað kann hava at stremba seg eftir at verða fremst á ávísum økjum. Hetta merkir m.a., at virðir skulu ásetast til tess at vita, hvat tað er vit vilja og hví. Í sama viðfangi vísir hann eisini á virðið við at hava gransking í Føroyum, tí hann kannar føroysk viður­ skifti og brúkar sína vitan í kjakinum. Fólkið heimaftur Ein partur av tí er m.a. at fáa unga fólkið heimaftur og til tað krevst, at arbeiði er íð nøkta teirra proffessionella tørv á at brúka útbúgving. Á alraflestu økjum kunnu vit ikki í dag kappast við løn, men vit kundu havt spenn­andi arbeiðsuppgávur, góðar arbeiðsumstøður, sam­ felagstænastur og mentanin, sum gera at fólk, hóast tey kundu vunnið meira av pen­ ingi aðrastaðir, høvdu hug at koma aftur til Føroya vera partur í at menna sam­ felagið. FAS og ílegur Vit síggja spírar til komandi møguleikar, t.d. bjartskygda frágreiðingin um menning av FAS skipanini og the never ending story við ílegu­ gransking, har Bitland vísir á at tokið ikki er farið, og vit síggja at arbeiðið hjá Augusti G. Wang er ment víðari á fleiri stovnum m.a. við Hans Atla Dahl í Odense, og í samstarvi viðAarhus Universitet og eitt skotskt universitet verður granskað í føroyskum og skotskum ílegum í sambandi við skizo­ freni. Hetta fær tó tankarnar aftur á eina ráðstevnu í 1999 um at flyta Føroyar heilt fram á hesum øki. Partnarin tá, Decode helt fram. Hjá okkum er einki munagott hent, og einki ítøkiligt gjørt frá politiskari síðu sum er sett í verk, hóast nógvar ætlanir, nú sjey ár seinni. Tó so, hevur Hans Pauli Strøm júst kunngjørt, at í 2007 koyrir eitt føroyskt ílegu­­savn. Hetta er eitt dømi um at handling og ikki bert orð skal til. Ílegurnar liva tó víðari, bara ikki í Føroyum ella í einum føroyskum høpi. Hvar eru gourmet- toskarnir? Ritið til aðalorðaskifti legg­ ur somuleiðis stóran dent á kunningar- og sam­skiftis­ tøkni (KST), íverksetan, vitan­ ar­spjaðing og betri nýstlu av starvsfólkum. Føroyar eru sum gjørdar til KST, eitt fjart oyggjasamfelag, sum setir okkum mitt í heimin. Føroyar skulu berjast fyri at klára seg vinnuliga í alheimsgerðini, eins og onnur lond. Vit hava førleikar á fleiri økjum, og eru kanska frá náttúrunnar hond alheimsgjørd, tí land­ ið er so lítið. Tað ræður um at gagnnýta styrkir og eis­ ini vaksa um framleidni, men helst eisini sum frá líður at tora at leggja seg eftir luksusmarknaðum, sum t.d vilja gjalda nógv fyri ein gourmet-tosk og ikki bert, so segði hann, fylla sildatunnuna. Orðini vit hava hoyrt nógv tey sein­astu árini standa í dag ofta sum tómar sildatunnur. Vónandi verða fleiri tættir í hesum vinnupoltiska riti, eins og møguleikarnir við FAS og ílegusavninum til gourmet-toskar. Tá hevði eitt sterkt KST kervi, íverk­ setanarmentan, vitanar­ spjaðing og starvsfólka­opti­ mering veruliga sett ferð á. cand.scient.pol Bogi EliasEn Sildatunnur ella gourmet-toskar 18 Nr. 31 - 13. februar 2006