Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 32 - 14. februar 2006 Svínáir: Tað gekk ikki long tíð, frá tí at Eiðis kommuna lýsti við grundøkjunum, til tey øll vóru seld. Tað kom helst óvart á mong, tá kommunan bjóð­ aði fleiri grundøkir til sølu fyri ein kostnað, sum kundi tykjast sera rímiligur í mun til prísin aðrastaðni. Grundøkini vóru partar av eini útstykking, sum varð framd fyri mongum árum síðani í Svínáum, men tað gekst kortini illa at sleppa av við tey. Støddin á grundøkjunum var um 500 fermetrar og prísurin einans 20.000 kr. Og hetta skapti stóran áhuga millum manna. Tordur Niclasen, borg­ ar­stjóri á Eiði upplýsir, at hesi grundøkini vórðu seld beinanvegin. Tað sum kanska er mest áhugavert í hesum er, at fleiri av keyparunum vóru úr Suðurstreymoy. sb. Fiskivinna: Tey fremm­ andu fiskiførini hava ikki verið so mong í tali henda seinasta mánaðin. Eitt yvirlit yvir útlendsku veiðuna vísir, at bert skip úr fýra londum hava fiskað í okkara sjóøki. Talan er her um skip úr Bretlandi, Fraklandi, Nor­ egi og Russlandi sum íalt hava havt 464 fiskidagar í sjóøkinum. Hesi hava íalt veitt 11.200 tons í januar mánaði. Ikki óvæntað er størsta nøgdin svartkjaftur, sum russar veiða einsamallir. sb. Fá fremmand fiskifør í okkara sjóøki Tórshavn: 1. januar í ár kom nýggj reglugerð í gildi um flogfenaðhald í Tórshavnar kommunu. Endamálið við reglu­ gerð­ini er at tryggja, at flog­fenaðhald ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur. Sambært reglugerðini skulu hesa verða spurd til ráðs, áðrenn ein fer undir hetta. Reglugerðin lýsir m.a. krøv, ið verða sett til búr, garðar, girðingar og hús, ið verða nýtt til flogfenað sum høsn, gæs, dunnur, kalk­unur, dúgvur og annan fugl. sb. Reglugerð fyri djórahald Havnarmenn grammir eftir grundøkjum norðanfyri Eiðis kommuna lýst við tøkum grundøkjum. Hesi vórðu seld beinanvegin Fyri tveimum mánaðum síðani seldi Ruth Laksáfoss handil sín í Klaksvík. Nýggi eigarin er Ása Hentze við handli sínum Trillan á Tvøroyri. Hon hevur sett sær fyri at halda fram í sama spori sum gamli eigarin: Kundarnir kring landið skulu ikki forsømast Handil Skopun: Tað er ein heldur øðrvísi framsýning, sum er á skránni í ung­manna­fel­ags­ húsinum henda dagin. Ein týsdag í januar mánaði fingu sandoyingar brádliga ein møguleika at síggja eina framsýning av undirklæðum og øðrum tílíkum til konu­ fólk. Ása Hentze úr Trongisvági hevði nevniliga sett sær fyri at halda fram á somu leið, sum undangongukvinnan Ruth Laksáfoss hevur hildið í langa tíð. Tær báðar kendust nakað frammanundan og prátaðu ofta saman í telefon. Ta einu ferðina fall so prátið inn á handilin hjá Ruth í Klaksvík, sum var lýstur til sølu. Henda samtalan endaði við at Ása keypti handilin hjá Ruth, og selur nú vørurnar á Tvøroyri, men eisini við vitjan kring landið. – Vit hava nógvar kundar kring landið, og tí er neyðugt hjá mær at vitja teir av og á og soleiðis halda sambandið við teir viðlíka. – Hetta er so ein máti at hitta sandoyingar uppá, sigur Ása. Hóast fólkatalið á Sand­ oynni er avmarkað, so lat Ása væl at vitjanini á framsýning hennara. – Her hava verið fólk í øll­ um aldrum – frá teimum 13 ára gomlu og heilt upp í eina konu sum var nærri teimum 80 árunum, sigur hon. Vitjar kring landið Tað eru nú farnir meiri enn tveir mánaðir síðani Ása og Trillan á Tvøroyri tók yvir vørurnar og handilin hjá Ruth í Klaksvík. Á mangan hátt er talan nú um tað øvugta arbeiðið hjá Ásu í mun til gamla eigaran, - ella ta øvugtu leiðina. Ruth Laksáfoss gjørdi nógv av at vitja kring landið fyri at vísa fram vørur sínar. Og í hesum sambandi kom hon eisini við millumbilum á Tvøroyri. – Nú eri eg so farin hin­ vegin. Eg eri nú á Sandoynni og fari síðani vestur til Sør­ vágs og til Klaksvíkar. – Men kundar okkara eru kring alt landið. Tí fari eg so seinni til Havnar og inn í Eysturoynna, sigur Ása. Tá vit vitjaðu hesa fram­ sýningina hevði hon verið opin í ein dag í Skop­un, og hon læt sera væl at undirtøkuni millum sand­oy­ingar. – Fólkið her á Sandoynni, eru positiv, fitt og ótrúliga blíð, sigur hon. Mótabevíst ungfólk Kundarnir hjá Trilluni eru í øll­ um aldrum – frá teim­um ungu til tær tilkomnu kvinn­urnar, eins og vitj­an­irnar á Sand­oynni eisini bera boð um. Tí er neyðugt hjá Ásu at liggja inni við teimum vør­ unum, sum hóska seg til tann einstaka aldursbólkin. – Eg síggi tað serliga væl hjá teimum ungu. Tey koma inn og eru bæði málbevíst og mótabevíst um undirklæðini. – Ja, tað er bara so, at tey vita akkurát hvat tey vilja hava fatur á, sigur Ása. Trillan trillar kring landið við úrvali sínum Ása Hentze heldur nú fram eftir sama leisti sum áður – við framsýningum av undirklæðum og øðrum kring landið. Her vitjar hon í ungmannafelagshúsinum í Skopun Mynd: Jens Kr. Vang Vatnsoyrar: Aftur í ár bjóðar leguhúsið Zarepta til ein hóp av tiltøkum bæði fyri børn, ung og tilkomin. Fleiri samkomur hava longu í ár gjørt brúk hesum leguhúsinum, sum nú hevur sløk 40 ár á baki. Eitt vikuskifti herfyri vóru eini 200 ungfólk úr samomuni Ebenezer í Havn á legu her. Sjálv leguskráin byrjar kort­ini í mai mánaði, tá ein lega verður fyri brekað. Og soleiðis verður hildið á restina av árinum við ymiskum legum og øðrum tiltøkum. Íalt verða 22 legur, skeið og stevnur fyriskipað í ár. Tær flestu verða í summ­ar, tá tær vælumtóktu summ­ ar­leg­urnar aftur verða á skránni. Annars kann sigast, at í 1965 byrjaði Brynleif Han­ sen saman og onnur við barna­legum við Áir, har tær vóru hildnar í tvey ár. Um somu tíð var farið at leita eftir øðrum hóskandi staði til legur, og opnaðist møguleikin í Vatnsoyrum. Um heystið í 1965 var øki í Vatnsoyrum keypt, og á sumri í 1967 var hús bygt liðugt til endamálið. Zarepta er síðan bygt út, bæði við bygningum og frí­ tíð­armøguleikum. Í 1976 var norðara húsið bygt. Staðið er væl egnað, og hava mong túsund føroysk børn og ung verið á legum hesi árini. sb. 22 legur á Zarepta