Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 16. februar 2006 Fyrrapartin varð nýggja byggiætlanin hjá Jákupi á Dul Jac- obsen avdúkað. Ætl- anin er at byggja hot- ell, íbúðarblokkar og alskyns ítróttarøki í Hoyvíkshaganum. – Talan er ikki um kapping millum Havnina, Runavík og Klaksvík, men heldur millum Føroyar, Ís- land og Noreg, sigur Jákup á Dul Jacobsen NÝMÓTANS NIÐURSETUBYGD Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Eindømi í føroyskari byggi- søgu. Stutt og greitt. Tað var ein av orðingu- num sum stóð í tíðinda- skrivinum, ið tey sum vóru komin niðan á Hotel Før- oyar í Havn fingu stungið í hondina, meðan tey bíðaðu eftir, at ígongdsetarin Jákup á Dul Jacobsen byrjaði at greiða frá sínum ætlanum í Hoyvíkshaganum. Og tað eru ikki hissini hugskot, hann hevur fingið Tórs- havnar býráð at játta byggi- lendi til. Tilsamans hevur P/f Ják- up á Dul søkt um eitt øki, ið tilsamans er 300.000 fer- metrar til víddar, og tað skal eita Stóratjørn. Økið liggur beint við ta nýggju innkoyringina til Havnina, miðskeiðis millum býar- partarnar Inni á Gøtu og Hoyvíkshagan Suður. Lyklaorðini eru handil, vinna og framtíð. Byrjað varð við at vísa ein film um sjálva verkætlanina Stóra- tjørn, har vit fylgdu tí sama snøgga parinum ganga gjøgnum alt økið, har tey royndu baðilandið, fótbólt- høllina, skoytuhøllina, heilsumiðstøðina, hotellið, ráðstevnu- og skrivstovu- hølini, íbúðina og ikki minst golfvøllin. Jákup á Dul Jacobsen legði fyri við at siga, at hann metti hetta vera neyð- ugt fyri Føroyar, tí um vit ynskja at bjóða fólki somu lívsgóðsku sum í øðrum londum, so skal familjan hava góðar umstøður at hugna sær saman eftir ar- beiðstíð. Familjan var nevniliga eitt hugtak, ið gekk nógv aftur í framløgu- ni hjá Jákupi á Dul Jacob- sen, sum legði dent á, at tal- an ikki er um eina kapping millum Klaksvík, Runavík og Havnina, men heldur millum Føroyar, Ísland, Noreg og Ongland. Jákup á Dul Jacobsen vísti nevniliga á, at mett verður at eini 20.000 føroy- ingar arbeiða uttanlands. Hetta eru fólk, sum Føroyar hava uppfostrað, men sum nú vinna pening til onnur lond. Hetta segði hann seg vilja broyta, og nevndi Ís- land sum dømi, har fíggjar- vinnan hevur avloyst fiski- vinnuna sum størsta vinna. Her er talan um ein bransju, har tað kann gera tað sama, hvar ein er, bara teldusam- bandið er gott. Ætlanin er sostatt sambært Jákup á Dul Jacobsen at fáa bæði vinnulívið og familjuna at blóma. Ella sum hann sjálvur segði: - Fólk, ið eru í form, geva størri avkast. Nýggjar ítróttargreinir Stórur dentur er nevniliga lagdur á góðar umstøður og hentleikar til ítróttin. Jákup á Dul Jacobsen nevndi, at gamli svimjihylurin í Gundadali var opin í 23 ár, eins 23 ár eru liðin, síðani núverandi svimjihøll við 25 metrar longum hyli læt upp. Tí helt hann tíðina vera komna at fáa ein 50 metrar langan svimjihyl, tí tann longdin er kravd í altjóða kappingum. Harafturat eru bæði baði- land og skoytuhøll við í ætlanini. Viðmerkjast kann, at í nýggja álitinum, sum er handað Tórshavnar býráð um børn og ung, eru hesi viðmæld. Umframt FIFA-góðkenda fótbóltshøll við plássi til 3000 áskoðarar, verður eis- ini golfvøllur við 9 holum, sum Jákup á Dul Jacobsen metti vera neyðugt fyri ferðavinnuna í Føroyum. Stóratjørn - skal fáa føroyingar – Hendan ætlanin er neyðug fyri Føroyar fyri at fáa familjur at støðast og at økja um lívskvalitetin, sigur Jákup á Dul Mnd: Jens Kristian Vang Venjingar- og heilsumiðstøð verður millum skoytuhøll, baði- land og fótbóltshøll. Hendan verður umleið 2000 fermetrar stór. Sjálvur kjarnin í ætlnanini hjá Jákup á Dul Jacobsen er handilsdepilin, sum verður 25.000 fermetrar til víddar Háhús eru ein óvanlig sjón í føroyska landslagnum. Pláss verður fyri 300 húskjum í nýggja býlinginum, Stóratjørn