Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Í Íslandi eru 60 golfvall- ir, og golf er næststørsta ítróttargrein í Íslandi, segði hann. Væl fyrireikað framløga Selmar Nielsen, arkitektur, hevur saman við Arkís í Ís- landi teknað verkætlanina. Hann helt tað vera nátúr- ligt at velja Hoyvíkshagan til eina slíka byggiætlan, tí lendið er slætt og ein tjørn liggur í økinum. Uppruna- liga varð ætlanin at leita eftir einum øki á Hálsi til handilsbygning, men tá tankarnir sveimaðu víðari enn til bert at snúgva seg um handilsdepil, byrjaði núverandi ætlan at taka skap. Sjálv framløgan var væl fyrireikað og tóktist pro- fessionell. Ein av størru samskiftis- og lýsingarfyri- tøkunum í Havn hevði ver- ið við til at fyrireika upp- leggið, og nógv varð gjørt burturúr, at eingin ivi skuldi vera um trúvirðið hjá stigtkarunum. Við myndum á stórskíggja varð søgan hjá Jákupi á Dul Jacobsen sum vinnulívsmaður sýnd. Líka frá 1986, tá Skemman læt upp á Hálsi fyrstu ferð, til í dag, nú hann er umboðaður við 26 handlum og íløgum í Íslandi, Kanada, Kina, USA, Bulgaria og teimum baltisku londunum. Eisini varð nevnt, at tað helst bara er ein spurningur um tíð, til hann hevur bygt bæði hægsta og longsta hús í Ís- landi. Jákup á Dul Jacobsen segði m.a. at tey høvdu sagt nei til at bygt eitt ítróttarøki í Litava, hóast hann er væl umboðaður í landinum. Boðskapurin var sum nevnt, at hann metti at Før- oyar hevði brúk fyri einum slíkum øki, um føroyingar skulu støðast í Føroyum, nú fráflytingin er størri enn til- flytingin. Hann segði seg tó ikki hava kalkulerað við einum møguligum fólka- vøkstri í Føroyum. Spurdur, um hann sjálvur ætlar at flyta heimaftur, um Stóratjørn verður veruleiki, dugdi Jákup á Dul Jacobsen ikki rættiliga at svara uppá, men eina hædd í einum íbúðarblokki, væntaði hann tó, at hann fór at útvega sær. – Pengar fara hagar, sum teir fáa tað best, segði hann og sipaði til skattaviður- skifti og ferðamøguleikar til og úr Føroyum. Kommunan fulla ávirkan – Vit hava hugsað bæði við hjartanum og heilanum, segði Jákup á Dul Jacob- sen, sum vildi vera við, at nøkur beinleiðis forrætning er Stóratjørn ikki, hóast verkætlanin væntandi fer at kosta millum 1,2 og 1,5 milliardir danskar krónur, sum P/f Jákup á Dul út- vegar fígging til. Heðin Mortensen, borg- arstjóri, og Jógvan Arge, varaborgarstjóri, førdu orð- ið fyri býráðið, og kallaðu hetta mest áhugaverda upp- skot, Tórshavnar kommuna hevur havt til viðgerðar, og søgdu seg hava fulla ávirk- an á ætlanina. Eisini tá orð sum "sundsdepil" og annað varð nevnt av pressuni, sum var fjølmentari enn vanligt er á øðrum tíðindafundum. Býráðslimirnir væntaðu ikki, at Stóratjørn fer at á- virka núverandi útstykking- arætlanir hjá kommununi, hóast eini 1400 umsóknir eru á bíðilista. Varaborgar- stjóran tók so dýran til, at sum er, klárar kommunan ikki at hava yvirlit yvir all- an eftirspurningin. Heðin Mortensen lovaði tó, at øll kravd umhvørvisatlit vóru tikin. Spurdur, hvør fer at eiga Stórutjørn, segði Jákup á Dul Jacobsen, at teir vóru opnir fyri øllum, men hann væntaði ikki, at ein "elita" fer at búgva í íbúðnum har. Umframt familjur og ung- fólk nevndi hann eisini eldri fólk sum møguligar í- búgvar í íbúðnum. Heldur ikki er endaliga greitt, hvør kemur at umsita svimjihøllina, men í Ís- landi er tó vanligt, at kommunur leiga sær tímar í privatum svimjijhøllum, og varð hetta nevnt sum ein møguleiki. Nr. 34 - 16. februar 2006 3 at koma heimaftur Húsini í umleið 10 hæddum skulu byggjast beint við nýggju innkoyringina til Havnina Fótbóltshøllin verður 11-12.000 fermetrar stór og gongur øllum FIFA-krøvum á møti. Skal føroyskur fótbóltur mennast uppaftur meira, er ein fótbóltshøll eitt neyðugt stig á leiðini Skoytuhøllin verður umleið 2500 fermetrar og bjóðar til fleiri nýggj ítriv. Hon gevur møguleika fyri miðvísari ítrótt so sum íshockey og listskoyting, Baðilandið verður útvið 3500 fermetrar til víddar, fylt við fjálgum lívsløtum til alla familjuna. Millum hugnalig helli og hyljar ber til at gloyma vind og illveður uttandura