hósdagur 16. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2006
5
Í gjárkvøldið
var stórfingna
tónleikatiltakið Brit
Awards á skránni.
Kaiser Chiefs
vann heili tríggjar
virðislønir, meðan
James Blunt, Coldplay
og Green Day fingu
hvør sínar tvær
Tónleikur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Brit Awards varð hátíðarhild
ið á Earl’s Court í London
í gjárkvøldið, og eins og
undanfarin ár var útvarps
maðurin
Chris
Evans
vertur. Ein rúgva av kendum
tónleikarum og filmstjørn
um vóru til staðar, og stutt
ligt var at síggja serstøku
klædnapløggini, stjørnurnar
høvdu funnið sær fram til
høvið.
Kaiser Chiefs á odda
Kaiser Chiefs fóru ikki tóm
hentur úr London – bólkyrub
gjørdi nevniliga bart við at
útvega sær ikki minni enn
tríggjar virðirlønir - ’Besti
bólkur’, ’Besti rokkbólkur’
og ’Besta live-framførsla’.
James Blunt var annars
í uppskoti til heili fimm
virðislønir, men tá avtornaði
fekk hann tvær – m.a. eina
virðisløn, ’Besti sangari’,
ið Brit Awards-kongurin,
Robbie Williams, tóktist at
hava vunnið, langt áðrenn
atkvøðurnar vórðu taldar.
Um Robbie Williams hevði
vunnið henda heiðurin í gjár,
hevði hann í alt átt 16 Brit
Awards virðislønir á hillini.
Prince til staðar
Áðrenn stóra tónleikatiltakið
Brit Awards fór av bakka
stokki í gjárkvøldið, vóru
flest øll sera forvitin eftir
at vita, um tónleikastjørnan
Prince fór at verða millum
gestasangararnar. Tað var
nevniliga ikki rættiliga greitt,
um amerikanska stjørnan
hevði hug at koma. Bretska
tíðindablaðið ’The Sun’
skrivaði, at fyriskipararnir
alt fyri eitt vóru til reiðar
at koma við øðrum á
skánna, um Prince brádliga
avgjørdi ikki at koma. Men
hvussu var og ikki, so stóð
poppveteranurin Prince á
pallinum og førdi fram eina
rimmar framførslu.
Vinnararnir:
Besti bretski sangari: James Blunt.
Í uppskoti: Anthony and the Johnsons, Ian Brown, James
Blunt, Robbie Williams og Will Young.
Besta bretska songkvinna: KT Tunstall.
Í uppskoti: Charlotte Church, Kate Bush, Katie Melua, KT
Tunstall og Natasha Bedingfield.
Besta bretska útgáva: Coldplay - X&Y.
Í uppskoti: Coldplay - X&Y, Gorillaz - Demon Days, James Blunt
– Back To Bedlam, Kaiser Chiefs - Emplyment og Kate Bush
– Aerial.
Besti bretski bólkur: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Kaiser Chiefs, Coldplay, Hard-Fi, Franz Ferdinand
og Gorillaz
Besti bretski rokk-bólkur: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Franz Ferdinand, Hard-Fi, Kaiser Chiefs, Kasabian
og Oasis.
Besti bretski býar-bólkur: Lemar.
Í uppskoti: Craig David, Dizzee Rascal, Kano, Lemar og Ms
Dynamite.
Besti popp-bólkur: James Blunt.
Í uppskoti: James Blunt, Katie Melua, Kelly Clarkson, Madonna
og Westlife.
Besta nýggja bretska navnið: Artic Monkeys.
Í uppskoti: Artic Monkeys, James Blunt, Kaiser Chiefs, KT
Tunstall og Magic Numbers.
Besta bretska altjóða frambrotið: Jack Johnson.
Í uppskoti: Jack Johnson, Arcade Fire, Black Eyed Peas. Green
Day, U2 og White Stripes.
Besta bretska live-framførsla: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Oasis, KT Tunstall, Kaiser Chiefs, Coldplay og Franz
Ferdinand
Besta bretska stakfløga: Coldplay – Speed of Sound.
Í uppskoti: Coldplay – Speed of Sound, James Blunt – You’re
Beautiful, Shayne Ward – That’s My Goal, Sugababes - Push
The Button og Tony Christie – (Is This The Way To) Amarillo.
Besti altjóða sangari: Kanye West.
Í uppskoti: Beck, Bruce Springsteen, Jack Johnson, John
Legend og Kanye West.
Besta altjóða songkvinna: Madonna.
Í uppskoti: Bjork, Kelly Clarkson, Madonna, Mariah Carey og
Missy Elliott.
Besti altjóða bólkur: Green Day.
Í uppskoti: Arcade Fire, Black Eyed Peas, Green Day, U2 og
White Stripes.
Besta altjóða fløga: Green Day - American Idiot.
Í uppskoti: Arcade Fire - Funeral, Green Day - American Idiot,
Kanye - Late Registration, Madonna - Confessions On A
Dancefloor og U2 - How To Dismantle An Atomic Bomb.
Brit Awards:
Kaiser
Chiefs
gjørdu
bart
Kaiser Chiefs vunnu heilar tríggjar virðislønir á Brit Awards
Coldplay bæði vann tvær
virðislønir og hevði eina live-
framførslur til Brit Awards