Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 34 - 16. februar 2006 Fyri børn kann ein støða væl kennast sum ein lívshóttandi kreppa, hóast hon ikki tykist so álvarsom í eygunum hjá teimum vaksnu. Líka so umráðandi er tað, at barnið fær hjálp at handfara upplivingina – eisini so tað sjálvt megna eina líknandi støðu seinni lívinum, sigur Jóngerð Poulsen, sjúkrarøktarfrøðingur Kreppuhjálp Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Seinastu trý árini hev­ur Jóngerð Poulsen, sjúkra­ røkt­arfrøðingur, saman við tveimum læraraum og einum pedagogi, arbeitt við børnum, sum hava verið fyri missi. Tey hittast aðruhvørja viku, har tey tosa við børnini og lata tey tosa sínámillum um sínar royndir og upplivingar. – Vit arbeiða øll við børn­ um og mettu, at her var ein tørvur, sum skúlin ikki rættiliga fær tikið sær av. Tí tók vit stig til ein bólk fyri børn, sum hava mist foreldur ella systkin. Felags fyri tey flestu av hesum børnunum er, at tey hava upplivað eina kreppu, men kenna seg púra einsamøll við sínum kenslum. Tí er tankin við bólkinum, at tey her kunnu deila sínar royndir við onnur í somu støðu, samstundis sum vit fylgja við, hvussu tað gongst teimum at koma víðari, sigur Jóngerð, sum avgjørt hevur fatan av, at bæði børnini og familjan eru fegin um hendan møguleikan. “Gerandiskreppur” Út frá hesum royndum og sínum fakliga innliti í kreppuhjálp, fer Jóngerð Poulsen komandi viku at halda fyrilestur í Klaksvík um, hvussu vit best kunnu hjálpa børnum í kreppu. Jóngerð greiðir frá, at ar­beiðið við børnum í kreppu í stóran mun byggir á somu ástøði, sum kreppuhjálp sum heild. Í hesum sambandi tosa vit um eina kreppu, tá eitt menniskja upplivir eina støðu sum lívshóttandi, men ikki fær brúkt tað, tað hevur lært, til at handfara støðuna. Havandi í huga, at børn alla­tíðina uppliva okkurt nýtt, ber í prinsippinum til at siga, at tey javnan eru kreppulíknandi støðum, har tey ikki vita, hvussu tey skulu bera seg at. Hetta er samstundis ein av orsøkunum til, at tey vaksnu eiga at halda serliga gott eyga við børnunum fyri at meta um, nær tað er neyðugt at traðka til og hjálpa teimum í eini “gerandiskreppu”. Sum dømi um, hvat eitt barn kann uppliva sum eina álvarsliga kreppu, nevnir Jóngerð hetta, at barnið skal skifta ansingastovn – Fyri barnið kann tað jú kennast sum ein lívshóttandi støða, at tað ikki longur skal vera saman við sínum gomlu spælivinum og starvs­ fólkunum, sum tað kennir, og í staðin skal vera saman við heilt nýggjum fólkum, sigur Jóngerð og leggur afturat, at í slíkum førum er tað ikki óvanligt, at barnið noktar at viðganga, at tað hevur skift stovn ella kanska byrjar at pissa í buks. Í slíkum støðum er tað umráðandi, at tey vaksnu geva sær stundir til at tosa við barnið um nýggju støðuna og til dømis taka tað við á vitjan á gamla stovninum fyri at vísa tí, at spælivinirnir og hini, tey kenna, ikki eru horvin, men eru har framvegis. – At taka serliga hond um børnini slíkum støðum merkir ikki, at vit skulu verja tey móti øllum trupulleikum, tey fyrr ella seinni renna seg í. Men við at hjálpa teimum í akuttu støðuni, hjálpa vit teimum eisini til sjálvi at handfara líkandi støður seinni í lívinum, sigur Jón­gerð. Hava tey fartelefon í himmalinum? Flestu foreldur munnu iva­ leyst hava gjørt sær tankar um, hvussu tey best handfara støðuna mótvegis børnunum, um ein í familjuni doyr. Jón­gerð leggur í hesum sam­bandi áherðslu á, at eitt menniskja, sum er í sjokk, megnar ikki at taka sær av øðrum, og tí eigur mamman ikki at standa við tí ábyrgdini, um tað til dømis er pápin at barninum, sum er deyður. Her eiga vit, sum tað allarfyrsta, at tryggja okkum, at tann, sum er um barnið til eitt nú jarðarferðina, hevur orku og yvirskot til at taka ábyrgdina á seg, so løtan kann gerast eitt positivt upplivilsi fyri barnið. Jóngerð vísir á, at eins og í flestu øðrum kreppustøðum, er reaktiónin hjá barninum tengd at aldrinum. Heilt smá børn fata ikki deyðan sum endaligan, og tí fara tey heldur ikki í sjokk. Men fyri tað uppliva tey sjálvandi sakn og sorg og vilja uttan iva vita, nær omman, sum júst er deyð, kemur aftur. Her vil tað altíð verða upp til tann einstaka, hvat tey velja at siga við børnini. Sjálv heldur Jóngerð, at av tí at flestu børn í Føroyum hava eina ímynd av himmalinum, er tað ein góður máti at tey vaksnu tosa við tey um, hvat omma ger har og eru fyrireikaði uppá, at barnið kanska spyr, um tey hava fartelefon í himmalinum. Farvæl og góðandag Jóngerð greiðir frá, at í nýggj­ asta arbeiðinum við børnum og kreppuhjálp verður stórur dentur lagdur á týdningin av at siga farvæl við tað gamla og góðandag við tað nýggja lívið, uttan at tað gamla lívið verður slept. Barnið skal hjálpast víðari í lívinum á ein hátt, so missurin ikki stendur eftir sum eitt gapandi tómt hol. Jóngerð minnir á, at tá vit uppliva kreppur ella sjokk, hava vit lyndi til at gloyma, hvat ið hendi. Tí er tað umráðandi, at tey vaksnu geva sær stundir at tosa við barnið um tað, sum hendi, til dømis tann dagin mamma fór til gravar ella beiggi koyrdi út av vegnum. – Tá vit missa ein av okk­ ara kæru er tað ein veruleiki, sum fylgir okkum restina av lívinum. Tí mugu vit læra at liva við misssinum á ein hátt, so vit samstundis kunnu liva eitt gott lív. Vit síggja til dømis ofta, at tann deyði kemur at fylla so nógv í tilveruni hjá tí, sum situr eftir, at tað illa ber til at liva eitt vanligt lív. Tá má viðkomandi ofta hava hjálp til at geva tí deyða ein meir hóskandi leiklut, so tað ber til at koma víðari, sigur Jóngerð. Týskvøldið held­ur Jóngerð Poulsen fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni um, hvat kann gerast, tá børn og ung eru fyri missi ella á annan hátt eru í kreppu Í fyrilestrinum fer Jón­gerð Poulsen at tosa um, hvørjar kreppur børn og ung kunnu koma út fyri, hvørjar fylgjur hetta hevur, og hvat kann gerast fyri at koma víðari. Jóngerð Poulsen er Sjúkrarøktar- og heilsu­ frøðingur og arbeiðir sum heilsufrøðingur. Hon er eisini útbúgvin fam­iljuráðgevi og arbeiðir við bólkum fyri børn og ung, sum hava mist. Fyrilesturin verður týs­ kvøldið 21. februar kl. 19.30. Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurn­ ingar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa. Christian Nagata nýggjur stjóri á Reproz Christian Nagata er í dag settur sum nýggjur stjóri á grafiska virknum Reproz. Hetta hendir eftir nevndin í felagnum í gjár loysti Erling Eidesgaard úr starvinum sum stjóri. Tann avgerðin varð tikin í samráð millum partarnar, segði felagið í tíðindaskriv Christian Nagata er í dag settur í starv sum stjóri á Reproz. – Christian hevur drúgvar altjóða royndir innan markn­aðarføring og sølu, sum uttan iva fara at koma Reproz og viðskiftafólkum okkara til góða, sigur Torkil Johannesen, nevndar­ formaður í tíðindaskrivi. Áðrenn Christian í 2004 flutti til Føroya við familju sínari at røkja starv sum fíggjarstjóri hjá Føroya Shell, starvaðist hann í Los Angeles. Har stóð hann á odda fyri at byggja upp og branda ur-fyritøkuna Chase Durer, sum í dag er ein altjóða fyritøka við deildum kring allan knøttin.  Áðrenn Christian í 1997 fór til Los Angeles at reka Chase Durer, starvaðist hann millum annað sum deildarleiðari hjá Nordea Bank og undirvísti á Hand­ilsháskúlanum í Keypmannahavn. Christian er útbúgvin teldufrøðingur og búskaparfrøðingur um­ framt Cand Merc Aud.  – Á Reproz eru vit sann­­førd um, at núverandi starvsfólk og Christian í felag megna at lyfta Reproz upp á tindin innan føroyskar samskiftisfyritøkur. Ambiti­ ón­irnar eru stórar, og málini greið, og í felag gleða vit okkum at arbeiða fram ímóti hesum, sigur Torkil Johannesen. Reproz bjóðar Christiani vælkomnan og viðskiftafólkum okkara bjóða vit vælkomin um­borð. Christian er framvegis í starvi sum fíggjarstjóri hjá Føroya Shell, og tekur við starvinum á Reproz tá hann er leysur av hesum. Fyrilestur um ”Børn í kreppu” Tá børn eru í kreppu Komandi týsdag heldur Jóngerð Poulsen, sjúkrarøktarfrøðingur, fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni um børn í kreppu og hvussu vit best hjálpa teimum