hósdagur 16. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2006
7
– Tað er ørskapur,
soleiðis sum ræðslan
fyri fuglakrími verður
penslað út, sigur
fuglafrøðingurin
í Nólsoy, Jens-
Kjeld Jensen, fugla
frøðingur í Nólsoy
Fuglakrím
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ræðslan, sum hevur tikið
seg upp fyri fuglakrími
seinastu tíðina, er heilt
burtur úr vón og viti.
Tað heldur Jens-Kjeld
Jensen, fuglafrøðingur í
Nólsoy.
Hann
leggur
dent
á, at hann hevur onga
útbúgving í djórasjúkum
og hann hevur heldur onga
formliga útbúgving sum
fuglafrøðingur.
Men hann hevur fingist við
fugl ein stóran part av lívinum
og er alment viðurkendur
sum serfrøðingur í fuglum.
Í morgin skal hann eisini
á fund við Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna at greiða frá
um, hvussu flytifuglur fuglur
ferðast ímillum Føroyar og
umheimin.
Men útfrá teirri vitan,
hann hevur ognað sær
ígjøgnum árini, hevur eisini
eina greiða meining um tað
ræðslu, sum hevur tikið
seg upp í øllum heiminum
og eisini í Føroyum, fyri
fuglakrími.
Og hann heldur, at óttin
fyri sjúkuni er farin út um
alt mark.
– Tað er ongin sum veit,
hvussu umfatandi fuglakrím
hevur verið og er. Støðan er
bara tann, at nú verða deyðir
fuglar kannaðir.
– Men tað er ongin, sum veit,
hvussu umfatandi fuglakrím
hevur verið frammanundan
av teirri einfaldu orsøkin, at
ongin hevur kannað fugl fyri
fuglakrím fyrr.
Tí heldur hann, at tað
byggir ikki á nakra sum helst
sakliga grundgeving fyri
at siga, at nú er fuglakrím
komið til Týsklands.
– Ongin veit um Fuglakrím
hevur verið í Týsklandi
fyrr og ongin veit heldur,
hvussu vanligt, fuglakrím
hevur verið fyrr. Og tað er
av teirri heilt einføldu orsøk,
at ongin hevur kannað fugl
fyri fuglakrím fyrr.
– Nú eru tað nakrir
deyðir villsvanir, sum eru
kannaðir, men teir eru
ongantíð kannaðir fyrr og tí
vita vit ikki, hvussu vanligt
fuglakrím hevur verið hjá
villsvanum.
– Og tað hevur altíð verið
so, at verður ein deyður fuglur
kannaðir, vísir tað seg, at hann
kann hava allar møguligar
sjúkur, tað hevur bara ongin
gjørt, fyrrenn nú.
– Eg eri eisini fullvísur
í, at vórðu allir føroyingar
kannaðir fyri ávísar sjúkur,
hevði tað víst seg, at nógv
fleiri gingu við ymsum sjúk
um, uttan at vit vistu tað.
Ògvuliga ósannlíkt
Annars heldur fuglafrøð
ingurin í Nólsoy, at vandin
er ógvuliga lítil fyri, at vill
fuglar fara at føra smittuna
til Føroyar.
– Higartil hevur mest
verið tosað um svanar.
Svanirnir, vit onkuntíð
síggjast í Føroyum, eru
ikki sama slag, sum eru í
Danmark. Teir svanir, sum
onkuntíð siggjast her, er tann
íslandski svanurin, men tað
er bara undantaksvís, at teir
koma til Føroya. Um veturin
halda teir til í Skotlandi og
Írlandi og onkuntíð eisini
Suðuronglandi og í Niður
londum.
Tað sama ger seg galdandi
fyri gæs.
– Men tá ið teir flúgva aftur
til Íslands um summarið,
ferðast teir sunnanfyri Føroya.
Tað er bara undantaksvís, at
teir koma til Føroyar. Tí er
Ísland í nógv størri vanda
fyri at fáa Fuglakrím frá
flytifuglum, enn hvat vit
eru. Og eg eri vísur í, at vóru
íslendskir svanar kannaðir
fyri fuglakrím fyri trimum,
ella fimm ella tíggju árum
síðani, so høvdu teir eisini
sjúkuna tá.
Tað er bara nú, at vit eru
farin at hugsa um tað.
Tað mesta, vit annars
síggja til hesar fuglar í Før
oyum, er um heystið, tá ið
teir ferðast úr Íslandi og
suðureftir aftur.
Annars er tað umvegur hjá
teimum at koma hendavegin
og teir flúgva stytstu leið.
– Einastu flytifuglar, vit
soleiðis hava, eru likkan,
tjaldrið, lundin, steinstólpa,
grátíttlingur. Um veturin
heldur tjaldrið til í Wales og
har um leiðir, og onkuntíð
í Fraklandi. Steinstólpan
heldur til í Suðurevropa
og Norðurafrika og likkan
heldur til framvið landið í
øllum Vesturevropa og so
víðari. Hvar lundin heldur
til, er tað ongin sum veit.
So hava vit lomviga og súlu,
men tað er alt havgangandi
fuglur.
Somuleiðis vísa serfrøð
ingar á, at enn er ikki eitt
tað einasta fólk, sum hevur
fingið fuglakrím av villfugli.
Hinvegin eru øll, sum hava
fingið sjúkuna, smittað av
fugli, sum er í húsdjórahaldi,
eitt nú í hønugørðum.
Serfrøðingar vísa eisini
á, at tað er í húsdjórahaldið,
at nógv størsti vandin er
og tað eru nógv størri sann
líkindi fyri, at tað er tann
spaki fuglurin í einum hús
djórahaldi, sum smittar tann
villa fuglin enn øvugt.
Serfrøðingar siga eisini, at
tað er ikki flytifuglur, sum
hevur breitt smittuna, men
fólk, sum hava flutt fugl
ímillum lond.
– Vit vita, hvussu tað er,
har fólk og fæ verður trongt
saman. Har spjaða sjúkur
seg nógv skjótari enn enn
tær annars gera. Samstundis
vita vit eisini, hvussu út av
lagið vánaligt reinførið er,
nógvastaðni, har fólk hava
fingið fuglakrím.
– Men at vandin er fyri,
at villfuglur skal føra til
sjúku hjá fólki í Føroyum,
er ótrúliga lítil.
Tátta í influtning
– Tá heldur Jens Keld
Jensen, at tað er nógv størri
vandi fyri, at smittan verður
borin til Føroyar við fugli,
sum verður innfluttur til
Føroya til húsdjórahald ella
til kelidýr.
– Tað ber framvegis til at
flyta papageykar, kanariu
fuglar og allan annan fugl
til Føroya allastaðni frá,
akkurát sum áður og vilja
vit gera nakað fyri at forða
fyri fuglakrími, eiga vit
fyrst og fremst at tátta í á tí
økinum.
Fólk koma nevniliga
nógv meiri í samband við
slíkan fugl, enn tey gera við
flytifugl.
– Tað verður sagt, at
eftirlit er við innfluttum
djórum. Men veruleikin er,
at tað er lítið og onki eftirlit.
Hesa seinastu tíðina eru tað
tær fyrstu 20-30 nýggju
sjúkurnar og loppur og lýs
komnar til Føroya og tað er
dømi um, hvussu illa eftir
litið virkar. Og tað hevur
nógv størri týdning at hugsa
um hendan partin, heldur
enn at hugsa um flytifugl,
sum vit so at siga ikki koma
í sambandi við, sigur Jens-
Kjeld Jensen.
Tað, sum serliga verður
stúrt fyri, er at fuglakrímið
skal broyta eginleikar, so
at tað fer at smitta ímillum
menniskju.
– Vit vita ikki, hvussu
vanligt fuglakrím hevur
verið og enn hevur tað ikki
broytt eginleikar. Og tað
er ongin, sum sigur, at tað
hendir tey fyrstu 50 ella 500
árini, ella um tað nakrantíð
hendir.
Tí heldur fuglafrøðingurin
í Nólsoy, at óttin fyri fugla
krími er farin heilt yvir
gevind.
– Veruleikin er altso, at
tað eru eini 100 fólk deyð av
sjúkuni í mið- og fjareystri
undir livikorum, sum als
ikki kunnu samanberast við
okkara.
– Hinvegin doyggja milli
ónir omaná milliónir av mal
aria og øðrum sjúkum, men
tað verður valla tikið upp á
tunguna.
Kortini heldur hann, at tað
skaðar ikki at vera til reiðar,
skuldi sjúkan tikið seg upp
av álvara.
Skora kassan
Jens-Kjeld Jensen sigur,
at tey einastum sum fáa
nakað burturúr hesum, er
heilivágsídnaðurin, sum ger
heilivág.
– Tey skora rættiliga
kassan í hesum døgum!
Sjálvur stúrir hann fyri,
at tað eru heilt aðrar kreftir
upp á spæl enn tær sakligu
læknafrøðiligu kreftirnar.
Fyri nøkrum árðum síðani,
áðrenn internet og sjónvarp
kom í hvønn krók, hevði
ongin havt ánilsi fyri at 100
kinserarar vóru deyðir og
ongin hevði lagt nakað í tað.
Ongin hevði heldur vitað,
hvørjum teir vóru deyðir
av. Fyri tað kundi teir verið
deyðir av fuglakrími.
Men í dag ferðast tíðindi
runt heimin upp á eina løtu
og nú ber eisini til at kanna
alt møguligt.
– Og hetta hevur fingið
allan heimin á gos, bæði
fjølmiðlar og myndug
leikar.
Alt hetta hevur elvt til ein
ótta hjá almenninginum,
sum eftir mínum tykki er
farin langt út um tað, sum
stendur mát við vandan,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Ræðslan fyri fuglakrími
er burtur úr vón og viti
– Ongin veit, hvussu vanligt fuglakrím hevur verið, tí ongin hevur kannað tað og eg haldi,
at vandin fyri fuglakrími stendur als ikki mát við tað ræðumynd, sum verður penslað út í
fjølmiðunum, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy
Savnsmynd