hósdagur 16. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 34 - 16. februar 2006
– Øll onnur lond
gera tað, men her
í Føroyum er tað
”tabu” at tosa um
aðrar lønaravtalur
enn tær, sum eru
galdandi fyri okkara
arbeiðsmarknað,
sigur fiskavirkisstjóri
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki alt, sum hugsað
verður, ið fólk tora ella vilja
siga alment.
Ein framstandandi fiska
virkisleiðari, sum Sosialurin
hevur tosað við, heldur, at
vórðu reglurnar við útlendsk
ari arbeiðsmegi í Føroyum
meira liðiligar, hevði hetta
samstundis verið við til at
bjargað - og ment – føroysk
arbeiðspláss í fiskavirkis
vinnuni.
– Vit hugsa allir tað sama,
men eingin torir ella tímir at
siga tað alment.
Fiskavirkisleiðarin sig
ur, at soleiðis, sum støðan
er á føroyska arbeiðsmark
naðinum, er í stóran mun
brúk fyri útlendskari arbeiðs
megi.
– Øll onnur lond gera tað,
men her í Føroyum er tað
”tabu”.
Tað, sum fiskavirkisstjór
in sipar til, er, at onnur
lond hava nógva útlendska
arbeiðsmegi, sum arbeiðir
eftir heilt øðrum treytum enn
teimum, sum arbeiðsorkan
í viðkomandi landi annars
hevur.
– Tey, sum koma til londini
at arbeiða, fáa væl meira
burtur úr, enn tey høvdu
fingið, um tey arbeiddu í
sínum egna heimlandi – og
vinnan í teimum londum, tey
koma til, hevur samstundis
eitt tryggari grundarlag.
Fiskavirkisstjórin sigur,
at útlendsk arbeiðsmegi – í
staðin fyri at hótta føroysku
arbeiðsmegina – hevði verið
við til at tryggjað føroysku
arbeiðsplássini.
– Men hetta er ”tabu” at
tosa um og skal helst ikki tak
ast upp á tungu, sigur hann.
Tað eru eisini føroyskir
virkisleiðarar, sum halda, at
arbeiðsgevarin í nógv størri
mun skuldi havt ábyrgdina
av útlendsku arbeiðsmegini
í Føroyum.
Tørvurin á arbeiðs
megi í Føroyum er
nú so stórur, at ávísar
vinnugreinar hava
sera trupult við at fáa
fólk. Hetta kann hótta
menningina í land
inum – og skal
menningin ikki
steðga, mugu vit lata
arbeiðsmarknaðin
upp, heldur Vinnu
húsið
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast arbeiðsloysið í Før
oyum er á støði við lægstu
tølini rundan um okkum,
hevur talið av arbeiðsleysum
verið enn lægri árini framm
anundan.
Arbeiðsloysið hevur nevni
liga ligið niður móti tveim
um prosentum, og tá klagaði
stórt sæð øll vinnan um, at
sera trupult var at fáa fólk.
Nú er arbeiðsloysið umleið
3,5 %, men enn eru ávísar
vinnugreinar, sum hava sera
trupult við at fáa nóg nógv
fólk í arbeiði.
Virðir farast
Á heimasíðuni hjá Vinnu
húsinum verður víst á,
at trupulleikin við vant
andi arbeiðsmegi ger seg
galdandi bæði innan hand
verksvinnuna og fiskivinn
una, og serliga er tað mið
økið, sum er rakt.
– Hetta merkir, skrivar
Vinnuhúsið, at virði fara fyri
skeyti – ella verða ikki skapt
vegna manglandi arbeiðs
megi.
Lagt verður aftrat, at før
oysk virkir javnan royna at
fáa fólk inn úr øðrum lond
unum, men hetta er trupult
– fyri ikki at siga ógjørligt.
– Fólk úr øðrum norðan
londum sleppa til Føroyar
uttan arbeiðs- og uppihalds
loyvi, og tað eru tí ongar
forðingar fyri at fáa tey til
arbeiðis í Føroyum, sigur
Vinnuhúsið.
Ikki sama støða
Munurin á støðuni í dag
og støðuni í áttatiárunum,
har okkum eisini vantaði
arbeiðsmegi, er tó, at í lond
unum rundan um okkum er
sama støða sum í Føroyum.
– Mótvegis okkum hava
hesi lond tó tann møguleika
at brúka arbeiðsmegi úr øll
um ES/EBS-økinum. Men
henda møguleika hevur
føroyska vinnan ikki. Stað
festast kann, at føroyski
arbeiðsmarknaðurin er sera
lættur at sleppa av, men er alt
ov torførur at sleppa inn á.
Á heimasíðuni verður
víst á, at eitt stórt tal av
føroyskum handverkarum
arbeiða uttanlands, tí bæði
í Danmark og Noreg er
gravgangur eftir fólki. Sam
stundis vantar føroysku
byggivinnuni fólk.
Tíma ikki fisk
– Flakavinnan hevur eisini
trupult við at fáa fólk, men
hetta er líka nógv tí, at fólk
ikki ynskja at taka hetta
arbeiði. Virkir sum leita
eftir fólki, fáa listar yvir
arbeiðsleys frá ALS, men
ofta kemur fyri, at ikki ein
einasti sigur ja til at taka
arbeiði á einum fiskavirki.
Vinnuhúsið heldur, at
tað, sum vit hava tørv á,
er ein arbeiðsmarknaður,
sum sera skjótt kann tillaga
seg, bæði í uppgangstíðum,
men so sanniliga eisini í nið
urgangstíðum.
– Men fleiri skipanir
beinleiðis mótvirka hes
um. Vit hava skipanir, sum
eggja pørtum av arbeiðs
megini at søkja av land
inum. Aðrar skipanir, sum
fiskavirkisskipanin, binda
fólk til virkir, har tey í
veruleikanum bara arbeiða
nakrar dagar um vikuna,
meðan onnur virkir ikki fáa
fólk. Slíkar skipanir hava
møguliga eitt tilverugrund
arlag í niðurgangstíðum,
men so mugu tær eisini
kunna takast burtur - ella
tillagast - tá tørvur er á tí,
heldur Vinnuhúsið.
Menningin í vanda
At enda verður sagt, at skal
menningin í okkara samfelag
ikki steðga, er tíðin komin til,
at bæði vinna og politikarar
taka spurningin í ramasta
álvara og viðgera, hvussu
vit í størri mun fáa latið upp
okkara arbeiðsmarknað.
Útlendsk arbeiðsmegi
kann bjarga føroysk-
um arbeiðsplássum
Vantandi arbeiðsmegi hóttir
– Í staðin fyri at hótta føroyska arbeiðsmarknaðin, hevði útlendsk arbeiðsmegi í størri mun verið
við til at tryggjað okkum arbeiðsplássini í fiskivinnuni, sigur virkisleiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Fiskavirkisvinnan hevur eisini
trupult við at fáa fólk, men hetta er
líka nógv tí, at fólk ikki ynskja at taka
hetta arbeiði, heldur Vinnuhúsið
Mynd: Tilvildarlig