Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 35 - 17. februar 2006 Stjóri til ílegusavnið Nú lóg um ílegugransking er samtykt og peningur er játtaður á Fíggjarlógini, er eitt sera spennandi starv sum stjóri fyri ílegusavnið leyst at søkja. Ætlanin er at fáa sett starvið skjótast til ber. Starvið er tíðar- avmarkað til 2 ár. Um starvið Stjórin fyri ílegusavnið fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Ílegusavninum, sum í fyrstu atløgu kemur at húsast í Almanna- og heilsumálaráðnum. Í fyrstuni verður uppgávan at fáa skipað sjálvt ílegusavnið, harundir seta neyðugt starvs- fólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá ílegu- savninum. Síðan verða uppgávurnar: At skipa, byggja upp og fyrisita: • Ættarbandsskrá • Vevnaðarskrá- og- • Diagnosuskrá At viðgera umsóknir um loyvi at granska í skráunum. Fyrsta uppgávan eftir at savnið er skipað verður, sambært lóg- ini, at uppbyggja ættarbands- skránna. Førleikakrøv/ynskir Ynski er at fáa umsøkjara, sum er løgfrøðingur við kunnleika til handils- og patentrætt. Tó eru onnur við viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla og royndum vælkomin at søkja. Umframt omanfyrinevnda ynskja vit, at tann, sum settur verður, hevur: • Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaði- num ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hesi. • Evni at seta í verk fyriskipanir. • Nútíðar leiðslueginleikar. • Innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting. • Góð samstarvsevni og- vilja. • Evni at eggja og menna leiðarar og starvsfólk. • Vilja til at royna nýggj virkis- øki og áhuga í avbjóðingum. • Kunnleika til enskt á høgum støði, bæði í skrift og talu. Setanartreytir Starvið verður sett undir Almanna- og heilsumálaráðnum við tilvísing til aðalstjóran. Setanarøki umfatar tó alla mið- fyrisitingina, t.e. Løgmansskriv- stovuna og øll stjórnarráðini. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avv. yrkisfelag. Sam- ráðing um flokking fer fram í løtuni. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra, aip@ahr.fo, tel 30 40 50, ella Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, eydunmh@ahr.fo, tel 30 40 50, har eisini ber til at fáa avrit av lógini um ílegugransking, har arbeiðs uppgávurnar í starvinum eru lýstar. Umsókn saman við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Eiraragarður 2, 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 10. mars kl. 14.00. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Tel 30 40 50 Faks 35 40 45 ahr@ahr.fo www.ahr.fo . . . . . Almanna- og heilsumálaráðið, ið umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í løtuni starvast 32 fólk í ráðnum. >> Vit draga eina línu >> Vit seta skynsemi í hásæti >> Vit vilja vita >> Vit bróta slóð Kervisfyrisitari til Almanna- og heilsumálaráðið Í samband við at Talgilda heilsuskipanin, stytt THS, skal takast í nýtslu, leitar Almanna- og heilsumálaráðið eftir kervisfyrisitara at taka sær av yvirskipaðu umsitingini av skipanini. Umsóknarfreistin er: 27. februar 2006. kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið, við at fara inn á heimasíðu okkara: www.ahr.fo, har nágreiniliga lýsingin stendur. Almanna- og heilsumálaráðið, umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í løtuni starvast 32 fólk í ráðnum. Sí meira á www.ahr.fo Sig tína meining í Sosialinum .