Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 35 - 17. februar 2006 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir leiðara til økisdeildina í Tórshavn Økisdeildin í Tórshavn er tann størsta av teim 4 økis- deildunum hjá Almannastovuni. Á deildini starvast 16 fólk. Deildin umfatar Streymoy, Vágar, Sandoy og smáu oyggjarnar í miðøkinum. Økisdeildirnar hava til upp- gávu at veita sosiala ráðgeving og vegleiðing til einstaklingar, upplýsa um rættindi, skyldur og hjálpar- møguleikar sambært almannalóggávuni, viðgera um- sóknir um veitingar og hjálparfyriskipanir, umsita veitingar sambært forsorgarlógini og tørvstreytaðar veitingar sambært pensjónslógini og annars móttaka og veita møguligan stuðul í sambandi við umsókn um aðrar almannaveitingar, sum deildin ikki sjálv umsitur. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd og virðing fyri einstaklinginum. Virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. K R E A . F O . TEL 47 80 80 aðrar deildir og stovnar og møgu- leikar eru fyri at at ávirka og menna almannatænastuna. Tú verður partur av einum stovni, sum alla tíðina má tillaga seg broytingar í samfelagnum og taka við avbjóðingum, sum liggja í tíðini og framtíðini. Leiðarin hevur ábyrgdina av leiðslu, ráðlegging og samskipan av økis- deildini. Hann hevur ábyrgd av, at deildin er í støðugari menning, at starvsfólk trívast og mennast, at arbeiðið er skipað soleiðis, at tænastan er tillagað tørvinum hjá brúkaranum og broytingum í treyt- unum hjá stovninum og at sam- skiftið millum deildir og fakbólkar á stovninum støðugt mennist. Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur hug at royna eitt spennandi, fjølbroytt og avbjóð- andi starv sum leiðari á økis- deildini í Tórshavn. Umsøkjarar við leiðsluroyndum, kunnleika til almannalóggávuna og almenna fyrisiting hava fyrimun. Okkara ynski eru, at tú hevur evni at seta í verk fyriskipanir, evni at eggja og menna starvsfólk, góð samstarvsevni, góð evni at orða teg skrivliga sum munnliga og kunnleika til EDV á brúkarastøði. Í starvinum sum leiðari verður tú partur av einum fjølbroyttum og livandi tvørfakligum umhvørvi, har samstarvað verður nógv við Starvið er sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tel 35 35 10. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 3. mars 2006. Send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn.