Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 36 - 20. februar 2006 Granskingardepilin fyri Økismenn­ ing søkir eftir granskara – búskap­ arfrøðingi, samfelagsfrøðingi, ella líknandi – at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt verkætlanarsett starv, sum í fyrsta umfarið gongur fram til ársenda 2006. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um ymiskar granskingar­ verkætlanir. Meiri ítøkiligt fevnir arbeiði m.a. um at fyrireika verk­ ætlanir, savnað inn tilfar, viðgera, greina og tulka tilfarið og leggja tað fram skrivliga og munnliga. Vit kunnu bjóða Granskingardepilin fyri Økismenn­ ing er eitt spennandi arbeiðspláss við skiftandi granskingar uppgávum, fevnandi um føroyskar verkætlanir eins væl og verkætlanir, sum verða gjørdar í samstarvi við útlendskar granskarar og granskingarstovnar. Granskingardepilin fyri Økismenn­ ing átekur sær eisini umbidnar verkætlanir fyri stovnar og feløg í Føroyum og uttanlands. Við starvinum fylgja eisini møguleik­ ar at taka lut í altjóða ráðstevnum og verkstovum út í heimi eins væl og í Føroyum. Granskingardepilin fyri Økismenn­ ing hevur skrivstovur í Vági og í Klaksvík. Arbeiðsstaðurin er í hesum førinum í Vági, men eru tó góðir GranskinGardepilin fyri ØkismenninG sØkir eftir Granskara møguleikar fyri lagaligum skipanum hesum viðvíkjandi. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava lokið uni­ versitetsútbúgving innan búskapar­ frøði, samfelagsfrøði, ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunir – men ikki eitt krav – at ein hevur royndir sum granskari ella frá arbeiði í øðrum granskingarumhvørvum. Vit vænta, at tú ert førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt, umframt at samstarva við onnur starvsfólk í smb. við granskingarverkætlanir. Løn og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og av­ varðandi fakfelag. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 8. mars 2006. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (Curriculum Vitae), viðmælum og øðrum skulu sendast: Granskingardepilin fyri Økismenning, Postboks 18 900 Vágur Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dennis Holm, á teldu­ postadressuni dennis@region.fo ella á tlf. 374477. Postboks 18 • 900 Vágur • www.region.fo GranskinGardepilin fyri ØkismenninG Tað gongur ímóti ljósari tíðum og tað sæst aftur í tí, sum fólk taka sær til í frítíðini. At spæla sær við borðbátum við motori og fjarstýring er vælumtókt millum bæði ung og eldri Ítriv Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Á vatninum í Vági síggjast menn ofta spæla sær við borðbát. Børn eru ofta við, men oftani er tað pápin, sum er minst líka hugagóður at standa við fjarstýringini. Talan er ofta um bátar, sum menn antin hava keypt og sett saman, ella bátar, ið teir hava smíðað. Motorur verður settur í og báturin kann flotast á hóskandi stað og stýrast við fjarstýring. Og hóskandi stað er t.d. á vatninum í Vági, har myndin er tikin í dag. Tveir bátar síggjast sigla á vatninum. Veðrið er av tí besta, stilli og sól. Og tá er ein fragd at síggja vøkru bátarnar. Hetta er so óivað fyrsti túrurin í ár, men taka vit summarið í fjør sum dømu, so verða talið av bátum á vatninum fleirfal, tá summarið av álvara er komið. Við borðbáti í góðveðrinum