Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2006  Hvalvík: Meðan gøtufólk og klaksvíkingar tókust við at drepa grind, lá ein einsamallur springari og bardist fyri lívinum í Hvalvík seinnapartin í gjár. Hann var komin heldur nær landi, - so nær, at hann hvørki slapp út aftur ella inn á land. Soleiðis lá hann og stríddist í ein góðan tíma, áðrenn ein maður tók seg um reiggj, gekk út til springaran, skar hann á háls og dró hann á land. Her var so bara tann eini grindaparturin, og helst endaði tvøstið á onkrari pannu í gjárkvøldið. sb. Nakað av fólki var til hetta einsamalla drápið. Talan var kortini bert um tann eina grindapartin Mynd: Snorri Brend Fyrrapartin í gjár fann ein útróðrarbátur úr Leirvík eina grind nakað suður úr einum staði teir nevna í Skorini. Grind Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað vísti seg kortini, at grindin og springararnir gekk í fleiri bólkum. Og tá samanum kom løgdu tveir bólkar beinini – annar í Klaksvík og hin á Gøtusandi. Tað gekk skjótt við sjálvum drápinum. Í Gøtu løgdu 28 hvalir og sjey springarar beinini. Frá løgregluni í Klaksvík verður upplýst, at grindin sum legði beinini har var 24 hval. Tá alt var skorið upp og nýtt sundur vóru íalt 471 drápspartar – av hesum fóru teir 336 partarnir til bátarnar og hinir 135 til grindamenn. Íalt var drápsparturin í Klaksvík 0,4 skinn. Hetta kom helst væl við hjá klaksvíkingum. Sambært eini kanning millum lesararnar á heimasíðuni hjá Norðlýsinum var fesk grind á borðinum hjá fjórða hvørjum teirra. Rættiligt grindarok Grindin á sandinum í Syðrugøtu var partur av einum bólki, sum legði beinini í Klaksvík Mynd: Kaj Kom, skar og át