mikudagur 22. februar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2006
23
Um fáar dagar er
føstulávint á skránni.
Um alt landið lata
vit okkum í skemti
klæði, ganga grýlu,
sláa tunnu, eta føstu
lávintsbollar og
hugna okkum saman.
FØSTULÁVINT
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Fastalávint er fyri øll – børn
sum vaksin. Nærum hvørt
barn letur seg í grýluklæði,
slær tunnu og fer út at ganga
grýlu í stórum flokki millum
húsanna um kvøldarnar.
Øll royna tey at fáa so nógv
góðgæti í posan sum gjør
ligt. Seinni fara tey, ið eru
eitt sindur eldri og vorðin
ov gomul til at ganga grýla,
vanliga í grýludans, sum
næstan er í hvørjari bygd
og hvørjum býi.
Hví hátíðarhalda
vit fastalávint?
Orðið fastalávint er nýggjari
í føroyskum og er komið úr
plattýskum ’Vastelavent’,
ið merkir kvøldið fyri
føstu. Í katólskari tíð var
fastalávint føstuinngangur,
áðrenn farið varð undir
ta álvarsomu og strongu
40 daga longu føstuna.
Fastalávinstmánadagur var
seinasti dansidagur áðrenn
sjálva føstuna, so umframt
at geva øllum loyvi at eta
tað, tey vildu, áðrenn tað
var forboðið, var fastalávint
eisini eitt tíðarskeið, har
allar vanligu siðvenjurnar í
dagligdegnum vórðu settar
til viks. Í Suðurevropa
nevna tey eina slíka veitslu
’karneval’. Orðini ’Carne
vale’ merkja ‘Farvæl kjøt!’.
Áðrenn trúbótina í 1536
var maturin í føstuni grovt
breyð, fiskur o.t., so áðrenn
føstuna ótu flest øll so nógv,
tey megnaðu av ljósum
breyði, kjøti og feitum mati.
Aftaná trúbótina varð føstan
eftir katólskari merking sett
úr gildi, men fastalávint er tó
ein varðveittur siður.
Heima við hús, í Jónas
Broncksgøtu 33 í
Havn, hevur Birita
Krossteig sín egna
sermerkta handil.
Hann eitur »Skortur«,
og selur hon her at
kalla alla grýlu- og
sjónleikaraútgerð. –
Skortar, klædnabúnar,
andlitsmáling,
parúkkar, hattar og
aðra útgerð í sambandi
við sjónleik
FØSTULÁVINT
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Birita hevur rikið handilin í 5
ár. Hon byrjaði í smáum við
einans at selja andlitsmáling,
men virksemið vant sera
skjótt upp á seg:
– Av fyrstan tíð valdi eg at
fara undir haldilin hjá mær,
tí tá eg sjálv spældi sjónleik,
vóru vit ofta í teirri støðu, at
vit ikki høvdu møguleika at
keypa slíka útgerð í samband
við sjónleik. Vit kundu sjálv
andi bíleggja smyrsl úr Dan
mark, men tað tók ofta so
langa tíð, at tað rætt og slætt
ikki loysti seg.
Sjálv heldur Birita, at tað
er sera stuttligt at arbeiða í
tílíkum handli:
– Eg elski at ganga í
handlinum og fjasa, royna
ymiskar skortar o.t. Men tað
stuttligasta av øllum er, tá
fólk koma inn í handilin og
royna ymiskt. Flest øll eru
í góðum hýri og flenna, og
um tey ikki eru glað, tá tey
koma inn, eru tey tað í øllum
førum, tá tey fara út aftur.
Besta ráðið Birita hevur
at geva teimum, ið ikki ætla
at nýta so nógvar pengar til
grýluklæði, er at keypa ein
parúkk:
– Ein parúkkur broytir okk
ara útsjónd alt fyri eitt, og
so noyðast vit ikki at keypa
stórvegis annað. Annars
plagi eg altíð at biðja fólk
fara niðan í Blákrossbúðina
at keypa sær klæðir, og so
kunnu tey koma aftur her at
keypa tilhoyrið – tenn, oyru,
nøs, smyrsl o.s.fr.
Birita Krossteig heldur, at
fólk nú á døgum eru meira
tilvitað um, at tað skjótt er
fastalávint, og at føroyingar
flestir hugsa nógv um grýlu
klæðini:
– Fyrr fóru øll mestsum
bara í skundi upp á ovasta
loftið og funnu okkurt fram,
ið hóskaði. Men nú koma
nógv longu í januar mánaði
í handilin og leita eftir
ymiskum til fastalávint.
Higartil arbeiðir Birita
bara hálva tíð í handli sínum,
men vónar, at um 1-2 ár fer
at bera til eittans at liva av
at selja sjónleikaraútgerð í
Føroyum.
Hvar er
tunnu
sláttur
og grýlu
dansur?
Á fastalávint fara
mangir føroyingar
í grýludans og sláa
tunnu um alt landið
í vón um at gerast
kattarkongur.
Men hvar er tunnu
sláttur og grýlu
dansur á skránni?
Føstulávints
dansur í Vági
Væl umtókta suðuroyar-
orkestri Deiggj fara leyg
arkvøldið at spæla til
føstulávintsdans í Stóra
Pakkhúsi í Vági.
Føstulávints
hald í Skopun
Eins og undanfarin ár
verður føstulávintshald
í ‘Samljóð’ í Skopun.
Atgongumerki á 200 kr.
til borðhaldið og dansin
kunnu fáast við at ringja
til Torgerð Joensen
(361373/224453) ella
Meiken
Krabenhøft
(361151/216151).
Skráin fyri dagin er
henda:
Kl. 16 tunnusláttur fyri
vaksin (aldursmark 14
ár)
Kl. 19.30 borðhald
– Lávur & Klávur
undirhalda
Frá kl. um 23.30 spæla
Signar í Homrum Band
til dans.
Mánadagin 27.
februar kl. 14. verður
tunnusláttur fyri børn.
Grýludansur
í Havn
Leygarkvøldið skipar
hondbóltsfelagið Neistin
fyri grýludansi í ítrótta
høllini á Hálsi. DJ Pætur
Magnussen leggur løg á,
og tríggjar tær vakrastu
grýlurnar verða heiðraðar.
Atgongumerki verða seld
við dyrnar.
Meira á síðu 26
Serligur grýluhandil
Tíð at halda føstulávint
Fastalávintsbollar (um 32 bollar)
Deiggj:
500 g mjøl
200 g smør
75 g ger
50 g sukur
1 tsk salt
2 egg
3 dl mjólk
Smørkrem:
100 g smør
100 g sukur
1 ssk mjøl
25 g marsipan
(alt tilfarið verður elt saman til bleytt deiggj)
Fylla:
køkukrem ella súltutoy
Glasurur:
100 g flormelis
2 tsk kakao
2 ssk kókað vatn
Leiðbeining:
Hita mjólkina flógva og loys gerina.
Koyr restina av tilfarinum í og elt deiggið væl.
Lat deiggið ganga í 15 min.
Být deiggið í tvey eins stór stykki og rulla tey út í
tveir fýrkantar á 30x30 cm.
Být báðar fýrkantarnar í 16 javnstór stykki.
Legg eina tsk av smørkremi á hvørt stykki, og lat
bollan væl aftur.
Legg bollarnar á smurda plátu við afturlatingini
niðureftir.
Trýst eitt hol við tummlinum í hvønn bolla og koyr
køkukrem ella súltutoy í holið.
Lat deiggið aftur ganga í 15 min.
Pensla við eggi og baka bollarnar mitt í ovninum í
10-20 min. á 220°.
Prýð bollarnar við glasuri.