Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 38 - 22. februar 2006 Tunnusláttur í Runavík Eysturoyar Froskmannafelag skipar fyri tunnusláing og øðrum skemti á sjónum í bátahylinum í Runavík. Øll eru vælkomin at verða við, og ikki er neyðugt at vera limur. Tiltakið byrjar í kjallaranum hjá Snaraløki kl. 12.30, og kostnaðurin er 50 kr. Tey, ið eiga kavaradraktir eru vælkomin at taka hana við og leypa á sjógv. Tunnusláttur í Sørvági Vága Ríðingafelag skipar leygardagin fyri tunnusláing og dansi í Sørvági. Tunnan verður hongd upp til hvørja bygdina uttan fyri Sørvágs Bio. Sligið verður so av gomlum vana, og steyp verða handað til hvørja tunnu. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50. Og kl. 23. verður føstulávintsdansur í Sørvágs Bio, har dansibólkurin Basalt fer at spæla. Vakrasta grýlan vinnur eina flogferð við Atlantsflog. Hugnakvøld í Klaksvík Stuðlafelagið ‘DRAGIN’ skipar leygarkvøldið kl. 19 fyri hugna­kvøldi við borðhaldi, sangi og dansi í Skálanum. Bólkurin ‘Flemming og vinmenn’ (frá Norrøna Band) spæla. Tilmelding til borðhaldið fer fram á tlf. 456661 ella 456282 í seinasta lagi hósdagin 23. februar. Tunnusláttur á sjónum Aftur í ár skipar Tórshavn­ar Froskmannafelag fyri væl umtóktu tunnuslá­ing­ini á sjónum. Tiltakið byrjar kl. 14. á Bursatanga. Øll, ið eiga eina vát- ella turrdrakt eru vælkomin at luttaka. Eisini plagar fitt av fólki at vera á kaiini og hyggja at stuttligu og øðrvísi tunnu­sláingini. Tann, ið fær tunnuna niður, verð­ ur heiðraður sum ‘Konga­fiskur’ og verður sum skjót­­ast blakaður upp á turt. Ætlanin er eisini at skjótt­gangandi gummi­bát­urin hjá felagnum, Njørð­ur, verður tøkur. Um so er, ber til at standa á vatnskíð o.s.fr. Aftaná tunnu­slátturin er kakao og vaflur á kaiini. Grýludansur í Mentanar­ húsinum í Fuglafirði Leygarkvøldið skipar dansifelagið ‘Kom og Dansa’ fyri grýludansi fyri 15. ferð. Í ár verður tiltakið í Mentanar­ húsinun í Fuglafirði, og til dansin í ár fara væl umtóktu Showmenn at spæla. Góðir vinningar verða handaðir til bestu grýlurnar. Bussar koyra úr Vágum, Vestmanna, Tórshavn, Sundalagnum, Strondum og Toftum, og á vegnum verður koyrt gjørnum Gøtu og Leirvík. Allir bussarnir koyra heim aftur eftir dansin. Skortar úr handlinum »Skortur« Framhald av síðu 23