Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 39 - 23. februar 2006 Landssjúkrahúsið skipar seinnapartin í dag fyri almennari móttøku, nú nýggja forhøllin á Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu Landssjúkrahúsið tíðindaskriv Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið møguleika fyri at bjóða sjúk­lingum, vitjandi og við­ skiftafólki annars nógv betri karmar, tá tey hava ørindi á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið hervur samstundis fingið eina nýggja høvuðsinngongd, sum er ætlað øllum teimum, ið ikki hava tørv á bráðfeingis hjálp. Inngongdin er væl avmerkt og verður opin millum kl. 7 og 21. Gongdin innan sjúk­linga­ viðgerð er, at ein alsamt størri partur av viðgerðunum er ambulantur, heldur enn at sjúklingurin verður inn­ lagdur. Hetta setir krøv til, at sjúkrahúsið hevur umstøður at taka ímóti fólki, sum koma úr øllum landinum og mangan mugu ferðast langt. Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið eitt ljóst, opið og hugnaligt umhvørvi við kafé, har fólk kunnu sita og fáa sær ein drekka­munn ella okkurt til matna, í sambandi við ør­indini á sjúkrahúsinum. Úr kaféini er útsýnið avbera gott yvir Nólsoyarfjørðin, og umstøður eru eisini til, at børnini kunnu stytta sær stundir. Sjúklingaskrivstovan, sum m.a. hevur við ser­við­gerðina uttanlands at gera, og aðrar almennar sam­skiftisfunktiónir á sjúkra­húsinum, eru nú allar savn­aðar við forhøllina, so­leiðis at tað verður ein­ faldari hjá sjúklingum og við­ skiftafólki annars at koma í samband við hesar. Eru ivamál, eru tey í móttøkuni altíð klár at leiðbeina. Meðan samanbyggingin er farin fram, hevur bráð­ feingismóttøkan í ný­bygn­ inginum í stóran mun verið nýtt sum vanlig inngongd á sjúkrahúsinum. Hetta verð­ur nú broytt, soleiðis at tað einans eru tey, sum hava bráðfeingis tørv á lækna­hjálp, sum skulu brúka ta inngongdina. Øll onnur skulu brúka nýggju inngongdina. Almenna móttøkan verður hósdagin 23. februar 2006, kl. 14 - 16, og øll eru væl­ kom­in at hyggja framvið. Nýggja forhøllin verður prýdd við forvitnisligari list, sum Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, fer at avdúka á mót­tøkuni. Nýggja inngongdin letur upp Tað er ein fullkomuliga broytt sjón, sum gongur teimum vitjandi á møti, tá trinið verður inn í nýggju forhøllina Mynd: Jens Kristian Vang Í gjár fór gamli Smyril av landinum til Kari­ b­isku oyggjarnar, har hann skal sigla við ferðafólki og bilum. Gamli smyril Áki Bertholdsen aki@sosialrin.fo Ì gjár endaði eitt tíðarskeið í føroyskari skipasøgu. Tað hendi, tá ið gamli Smyril sergði endaligafarvæl og fór av landinum. Smyril 1, sum hann nevnd­ ist, hevur ligið í Føroyum í nakrar mánaðir, har nakrar ábøtur eru gjørdar á hann. Men nú var so loksins klárt at fara. Hann loyst frá landi í gjáramorgunin og stevndi ímóti Havnini, har hann steðgaði á og heilsaði upp á nýggja Smyril fyri síðstu ferð. Nýggi Smyril skuldi til Suðuroyar klkkan 12.30 í gjár og báðir Smyrlarnir fylgdust so eina løtu suðureftir, áðr­ enn gamli Smyril setir kós ímóti Karibia, og nýggi Smyril ímóti Tvøroyri. Gamli Smyril skal fram­ vegis eita Smyrill. Men við tveimum l’um í endanum. Hann fer nú at sigla við ferðafólki ímillum oyggjar í Karibia. Gamli Smyril sagt endaliga farvæl Báðir Smyrlarnir fylgdust eina løtu suðureftir áðrenn gali Smyril segði farvæl fyri síðstu ferð og setti leiðina ímóti sínum nýggja heimlandi