Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 23. februar 2006 31 Bambi 2 Fríggjadag 24.02 kl. 17.00 kl. 19.00 Leygardag 25.02 kl. 17.00 kl. 19.00 Sunnudag 26.02 kl. 16.30 kl. 18.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Faðir og sonur – Bambi 2 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu The Fog Fríggjadag 24.02 kl. 22.45 Leygardag 25.02 kl. 22.45 Sunnudag 26.02 kl. 22.15 München Fríggjadag 24.02 kl. 19.30 Leygardag 25.02 kl. 19.30 Sunnudag 26.02 kl. 19.00 UMMÆLI: FRUMSÝNING Kim Simonsen Disney hevur gjøgnum árini givið okkum barnafilmar sum Alice in Wonderland, Snjóhvíta og Bambi. Filmar, ið ofta bygdu á kendar figurar frá ævintýrum, ið vit øll, børn og vaksin, skilja og dáma. Seinastu árini er Disney farin at kappast um at gera teknifilmar, ið nærum allir eru aktionfilmar, so um Toy Story, Litle Chicken og filmar um Buzz Lightyear, sum er hetjan frá hesum filminum. Nýggjasti figururin hjá Disney er ein lítil høsnarungi, ið bert eitur Little Chicken, ella Lítli Høsnar­ ungin. Hesin er ikki soleiðis víðari sjarmerandi, kanska eitt sindur fittur, tí hann er lítil og hevur brillur. Nógv meiri sjarmerandi er filmurin Bambi 2, ið meiri eri tráð við gomlu uppskriftina við at gera filmar um ævintýr. Disneyfelagið hevði eina stóra framgongd við filminum The Lion King í 1994, men síðani hevur tað ikki gingið so lætt hjá teimum, tí eru tey helst nærum desperat eftir at skapa ein nýggjan ”darling”, ið so skal vera hesin Lítli Høsnarungin og tað er heslt tíð, at Bambi er gjørd­ ur av nyggjum. Nú ert tú hjørtur á fold – móður­loysingurin Bambi Seinast í filminum um Bambi doyði mamman. Hetta var ein av ógloymandi løtunum í søguni hjá teknifilminum og í filmsøguni, har mamma Bambi doyði. Filmurin Bambi er annars gjørdur í 1942, tá teknifilmurin hevði sína stóru tíð. Nógv børn hava í ættarlið fingið nærum ein sálarløst av at síggja Bambi, har lítli hjørturin rópar hjartaskerandi eftir mammuni. Bambi 2 byrjar har hin endaði fyri 64 árum síðandi, og sigur frá søguni um hvat hendi aftaná Bambi misti mammuna. Pápin, ið er skógarinnar kongur, tekur sær av soninum, men klóka gamla uglan og hann royna at finna honum eina nýggja mammu. Bambi er enn líka fittur og nú er hann við at gerðast meiri vaksin, hann hevur uppdaga hindina Faline, ið hann er áhugaður í. Enn er hann klossutur og spælir við kaninina Stampe og stinkdýrið, við misvísandi navninum, Blomst. Lýsir fyri tær heimurin Bambi er sum allir aðrir djóraungar áhugaður í at uppdaga heimin, hetta gongur av og á galið, tá hann møtir einum óðum holutindasvíni. Eisini hjørturin Ronno er ein stór hóttan, tí hann er eldri og sterkari enn Bambi. Stóra hóttanin er tó menniskja, ið veiðir hjørtar við riflum og blóðhundum. Tað er ikki lætt at vera føddur sum prinsur og ikki hava eina mammu í einum stórum og hóttandi skógi. Stóra temaið í filminum er royndin hjá Bambi, at fáa pápan at halda, at hann er ein raskur og dugnaligur prinsur, ið er eitt tema øll børn kenna. Tað er ikki lætt at vera 70 sentimetrar høgur, tá øll tey vaksnu eru yvir tveir metrar og ikki skilja, at ein er eitt lítið barn, ella djóraungi. Her raka tey frá Disney niður í eitt æviga aktuelt tema. Betri enn Litle Chicken Eg var vónsvikin av at Disney, ið plagdu at borga fyri góðsku, nú ofta ger innantómt undirhald, har fíggjarfrøðingar og trendgranskarar avgerða hvat animatións- og tekni­ filmar skulu snúgva seg um, so teir kunnu raka ein hugsaðan málbólk, ið eru ókritiskar barnafamiljur, ið skulu rænast. Við Bambi 2 er tað ikki so galið, tí søgan heldur og filmurin er rættuliga góður og gott gjørdur. Her er ikki ein algoystur og tivandi upphitaður stemningur, men stillar løtur og so er tónleikurin ofta góður. Her liva Disney upp til teirra navn. Meðan filmurin ”Chicken Litle” var ein av teimum ringastu Disneyfilmunum, ið nakrantíð er gjørdur, so er Bambi 2, kanska ikki ein komandi klassikari sum Bambi frá 1942 var tað, men tó ein deiligur barnafilmur, ið er verdur at síggja hjá børnum. Hin fyrri Bambifilmurin fekk tveir Oscars og tríggjar Oscarnomineringar í 1942, skuldi eg gitt, so fær hesin helst ongan Oscar. Bambi 2 fær 4 stjørnur av 6 møguligum. Fra den elskede klassiker kommer der et helt nyt eventyr DISTRIBUERET AF UIP ©DISNEY ENTERPRISES, INC Med dansk tale WWW.UIP.DK www.serenity-fi lmen.dk EN STEVEN SPIELBERG FILM DISTRIBUERET AF UIP © DISNEY ENTERPRISES, INC. WWW.LILLEKYLLING.DK HVEM SAGDE KYLLING... MED DANSK TALE Lille Kylling Fríggjadag 24.02 kl. 17.30 Leygardag 25.02 kl. 17.30 Sunnudag 26.02 kl. 17.00 Bambi 2 Danskar røddir: Bambi: Jamie Morton Pápin: Torben Sekov Stampe: Peter Bang Sørensen Blomst: Carl Gustav Weyde Faline: Tillie Bech Ugla: Per Pallesen Mamma Bambi: Andrea Vagn Jensen Systrarnar hjá Asta Petrea N. Dueholm Stampe: Emma Morton Ronno: Frederik Ørskov Leikstjórn Brian Pimental. 73 minuttir. Einki aldursmark. www.sf-film.dk Serenity Fríggjadag 24.02 kl. 23.15 Leygardag 25.02 kl. 23.15 Sunnudag 26.02 kl. 23.15 Fun with Dick & Jane Fríggjadag 24.02 kl. 21.00 Leygarag 25.02 kl. 21.00 Sunnudag 26.02 kl. 20.15 TÍÐIRNAR: FRUMSÝNING