fríggjadagur 24. februar 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Ert tú áhugað/ur at verða partur av einum væl
samansjóðaðum jaligum starvsfólkabólki?
- So er tað tær vit hava tørv á.
Okkum tørvar ein pedagog 32 t. um vikuna fyri
pedagog í barnsburðarfarloyvi frá uml. 1. apríl 2006
og fyribils í eitt ár,
og
einum vikari, ið heitast kann á eftir tørvi.
Ljóðar hetta áhugavert?
Send okkum eina skrivliga umsókn innan 20. mars
2006.
Varðagøta 12, FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 28 54 · Fax. 31 69 90
Runavíkar
kommunuskúli
Søkt verður eftir vikari fyri lærara í barnsburðar-
farloyvi restina av skúlaárinum til byrja sum
skjótast.
Talan er um eitt fult starv, og í tímatalvuni eru m.a.:
• Rokning í 1. flokki flokslærara
• Enskt og rokning í 8. flokki
Lønt verður eftir sáttmála við fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og
royndum skulu sendast til:
Runavíkar Kommuna
Postrúm 138
Saltangará
áðrenn 3. mars.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlastjóran á tlf. 447331 ella 217331.
Runavíkar
Kommunuskúli
Ásmund Lamhauge,
skúlastjóri
Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktar-
frøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar frá 15.
juni til 31. august 2006 at starvast í Heimarøktini í
skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Heimarøktin veitir tænastur dagliga millum kl. 8.30
og 23.30. Nærri upplýsingar um størvini fáast frá
økisleiðaranum á tlf. 317249.
Løn og setanartreytir
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvi, autorisatión og
upplýsingum um arbeiðsroyndir skulu vera økis-
leiðaranum í hendi seinast 27. mars 2006 kl. 12.00.
Heimarøktin Suðurstreymoy
Att: Økisleiðarin
Skálatrøð 14
FO-100 Tórshavn
Heimarøktin og Serforsorgin
Heimarøktin
Summarfrítíðar-
avloysarir
til Heimarøktina í Suðurstreymoy
SKIVAN
søkir leiðara
Leiðari søkist til Skivuna á Landavegnum. Talan
er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við
nógvum avbjóðingum.
Skivan er ein dynamiskur handil, við øllum bakara-
og dagligvørum. Handilin er opin allar dagar í viku frá
kl. 7.00 til 23.00.
Sum leiðari fært tú fulla ábyrgd av handilinum. Tú
varðar av innkeypinum og søluni. Tú skalt leiða arbeiði
hjá 18 starvsfólkum.
Vit sóknast eftir einum røskum og álítandi persóni,
ið er tilreiðar at taka eitt eyka tak tá tað er neyðugt.
Umráðandi er, at tú varðveitir yvirlitið, hóast nógvar
uppgávur skulu loysast.
Tað er ein fyrimunur um tú kanst vísa okkum á
viðkomandi royndir.
Góð løn til rætta persónin.
Ert tú tann vit leita eftir, so send okkum eina skrivliga
umsókn innan 1. mars 2006.
Sp/f Skivan
Postsmoga 2168
FO-110 Tórshavn
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Torkil,
tlf. 215455.
Mentamálaráðið
Upptøka til
journalistútbúgving
Tey, ið ætla sær til upptøkuroynd til útbúgving á
Danmarks Journalisthøjskole, fáa upplýsingar um
upptøkuroyndina og útbúgvingina á heimasíðuni
www.djh.dk Umsóknarblað og prioriteringsskema
kann heintast á heimasíðuni: www.optagelse.dk
Tey, sum ikki hava møguleika at søkja um upptøku
á alnótini, kunnu venda sær til Mentamálaráðið
(Boks 3279, FO-110 Tórshavn) og fáa tilfar og
umsóknarblað sendandi.
Umsóknarblað og prioriteringskema saman við
navnabrævi skulu verða skúlanum, ið umsøkjarin
hevur sum 1. ynski, í hendi í seinasta lagi 15. mars
2006, kl. 12.
Upptøkuroyndin verður leygardagin 6. mai 2006.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá Mentamálaráðnum
við at ringja á telefon 355060.
Mentamálaráðið
Stjóri
til
P/f Landingarmiðstøðin
á Tvøroyri
Vit sóknast eftir stjóra til Landingarmiðstøðina á
Tvøroyri.
Starvið er spennandi og skiftandi, men eisini
rættiliga umfatandi og krevst tí, at umsøkjarin
hevur fyriskipanareginleikar og evni at standa
fyri fólki.
Eisini er tað ein fyrimunur at umsøkjarin hevur
førleika til roknskap.
Dámar tær avbjóðingar, vilja vit fegin koma í
samband við teg.
Lønin verður ásett sambært avtalu.
Vinarliga vend tær til Gudmund Mortensen,
nevndarformann á tlf. 371002, um spurningar
ella ivamál eru.
Skrivlig
umsókn
kann
sendast
til
P/f
Landingarmiðstøðin á Tvøroyri, postbox 119, 800
Tvøroyri. Stíla: Gudmund Mortensen.
Umsóknarfreistin er 3. mars, og ætlanin er, at tú
byrjar skjótast gjørligt.
P/f Landingarmiðstøðin á Tvøroyri
P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri ella bara LMT, sum vit kalla
okkum, byrjaði sítt virksemi í januar 2004. LMT fæst við at
landa skip, skilja fisk út til keyparar, pakka fisk til útflutnings, og
annað í hesum sambandi. LMT arbeiðir í tættum samarbeiði við
fiskavirkini í Suðuroynni og Fiskamarknaðin á Toftum. Á LMT
starvast íalt 12 fólk.
Vágs
pensiónistafelag
hevur aðalfund 27. februar 2006 kl. 19.00 í
fundarhølunum.
Aftaná aðalfundin verður limafundur við serligum
hugna.
Nevndin