Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 24. februar 2006 43 Venjingarskúlin Søkt verður eftir lærara at undirvísa 28 t/v fyri lærara í barnsburðarfarloyvi. Tímarnir umfata fø. í 4. og 6. fl., evning í 6 fl., leik í 5 fl. og bókasavnið. Fyrimun hevur tann, ið hevur fjølbroyttar royndir sum lærari. Ert tú opin, kreativ/ur og dámar tær at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur, so er hetta kanska eitt starv fyri teg! Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlan, tlf. 316317/213502. Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal vera skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan v/ Gunri Johannesen, Blankagøtu 10, 100 Tórshavn, í hendi seinast 12. mars 2006. Í Venjingarskúlanum eru í løtuni um 470 næmingar, og her starvast 41 lærarar. Skúlin húsast í trimum bygningum: 1. og 2. fl. halda til á Ytra skúla við Landavegin, 10. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 3.-9. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. Skúlastýrið fyri Venjingarskúlan Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra- røktarfrøðingar, heilsurøktarar/sjúkrahjálparar og heilsuhjálparar í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2006. Umsóknarfreistin er 17. mars 2006. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annu Dánjalsdóttir, leiðara tlf. 332600/223600. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, viðmælum o.t. skulu sendast til: Ellis- & Avlamisheimið í Vágum Att.: Leiðarin 370 Miðvágur Starvið Talan er um hálvt skrivstovustarv til setan frá 1. apríl 2006 ella skjótast til ber, har uppgávurnar í høvuðsheitinum eru at hava: • ábyrgd av skeiðsskránni • ábyrgd av próvtøkuhaldi • samskifti við studentar • annars alt vanligt skrivstovuarbeiði Førleiki Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving • hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt • ert ábyrgdarfull/ur og røkin • hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Løn Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, 3. flokkur. Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum, ævisøgu (curriculum vitae) og møguligum viðmælum skulu vera NVD í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2006. Umsóknir skullu sendast til: Náttúruvísindadeildin Nóatún 3 Postrúm 2109 FO-165 Argir Nærri fæst at vita um starvið við at hyggja at heimasíðuni www.nvd.fo ella at venda sær til deildarskrivaran á NVD, Randi Durhuus, á tlf. 36 25 50 ella á teldupostbústað randid@setur.fo Skrivstovustarv á Náttúruvísindadeildini Søkt verður eftir skrivstovufólki til Náttúruvísindadeildina (NVD) á Fróðskapar- setrinum. Avloysari til Dagrøktarskipanina í Gøtu kommunu Dagrøktin í Gøtu kommunu søkir eftir avloysara at ansa børnum, at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri føstum starvi. Í Dagrøktarskipanini í Gøtu eru umleið 25 børn, sum øll eru undir 3 ár. Dagrøktararnir eru í løtuni 5 í tali. Dagrøktarskipanin hevur spælistovu, har dagrøktararnir savnast saman við børnunum 1 ferð um vikuna. Vit ynskja at tú: • hevur góðar og tryggar umstøður at hava børn, • kanst arbeiða sjálvstøðugt, • hevur hug at ansa børnum í heimi tínum. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 og 17.15. Lønin og setanartreytir eru sambært sáttmála millum FA og FKA. Nærri fæst at vita við at ringja á telefon 441832 ella 215012, og tosa við Elin Mikkelsen, dagrøktarleiðara. Vinarliga send umsóknina til Gøtu Kommunu, stílað »Avloysari til Dagrøktina«, so hon er kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 6. mars 2006.