fríggjadagur 24. februar 2006síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 40 - 24. februar 2006
Dagrøktarar til Tórshavnar kommunu
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
Tórshavnar kommuna søkir eftir dagrøktarum at byrja
skjótast gjørligt.
Vit bjóða
-
eitt sera sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tað
heimliga umhvørvið hevur stóran leiklut í gerandis-
degnum.
-
hollan stuðul frá økispedagogunum í dagrøktar-
skipanini.
-
at ein triðingur av lønini verður skattafríur.
Vit vænta at
-
tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
-
tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum.
-
hølini har børnini verða ansað eru hóskandi.
-
møguleikar eru fyri uttandura virksemi.
Setanarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála við Starvsmanna-
felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Ein
triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í
sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Marjun Midjord,
dagrøktarleiðara tlf. 302010, lokal 1089, teldupostur:
marjun@torshavn.fo ella við at fara inn á heimasíðuna
www.torshavn.fo/leysstorv
Umsókn
saman við royndum, upplýsingum um útbúgving og
møguligum viðmælum skulu sendast Dagrøktarskipanini,
Postboks 32, 110 Tórshavn.