Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 41 - 27. februar 2006 Aðalfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at tað vera somu fólkini, sum koma at standa á odda fyri Føroya Pedagogfelag hetta næsta árið. Felagið hevur havt aðal­ fund og har varð nevndin afturvald, men tveir av til­ takslimunum eru nývald­ir. Jarvin Feilberg Hansen formaður, stóð fyri vali og hann varð afturvaldur. Tað sama gjørdu Maud Vang Hansen og Leila Petersen. Nevndin fer nú at skipa seg, men formaðurin varð valdur beinleiðis Afturvaldi formaðurin sig­ ur, at talan var um ein fjøl­ mentan og góðan fund. Tað vóru eini 300 fólk á aðalfundi og tað er ikki vanligt, at tað eru so nógv fólk á einum aðalfundi. Eitt, sum tosað varð um, var 25 ára hátíðarhaldið hjá felagnum næsta ár. Tað ætlar felagið at gera eitt sindur burturúr við at varpa meiri ljós á tað peda­ gogiska økið, tí tað heldur formaðurin ikki, hevur verið gjørt í nóg stóran mun. Tí ætlar felagið at skipa fyri fundum, ráðstevnum og øðrum ígjøgnum alt árið 2007. Á aðalfundinum legði for­maðurin dent á, at Peda­ gogfelagið vil heldur vera viðspælari hjá politiska myndugleikanum, heldur enn ein mótspælari. Men tá ið landsstýrið herfyri ætlaði at broyta dagstovna lógina, uttanum felagið, skapti hetta óneyugar trupulleikar, men tað endaði so við, at broytingarnar vórðu tiknar av skrá, í hvussu so er fyri­ bils. Dygdar skjótihurðar, við kúluleiðum - verða gjørdar eftir uppgivnum mátum á Hjalla - 188 Hoyvík Tlf 315415 - Fax 319001 Nevndin broyttist ikki Nevndin í Føroya Pedagogfelag er nú mannað soleiðis: Aftast frá vinstru, Karl Martin Samuelsen, tiltakslimur, Maud Vang Hansen, Jórun Ennistíg, tiltakslimur. Í miðraðnum standa, f.v. Rógvi Fossádal, Jarvin Feilberg Hansen, formaður, Anja Egholm, tiltakslimur og Jógvan Philbrow. Fremst stendur Leila Petersen