Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2006 Chelsea heldur kósina Hóast tað tók sína tíð, áðrenn Chelsea fekk hol á ímóti Portsmouth, endaði tað við einum tryggum 2-0 sigur til oddaliðið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini skorini(Dgjk.dk Chelsea liðið var mogu- liga ikki á toppinum eftir torføru uppgávuna miku- kvöldið, tá Barcelona var á vitjan. Tí hevði Chelsea ilt við at bróta verjuna hjá botnliðnum Chelsea niður. Menmiðskeiðis í seinna hálvleiki var tað sum ikki einaferð miðvallarin og toppskjútti hjá Chelsea, Frank Lampard, ið legði oddaliðið framum. Nakað seinni sló Arjen Robben sigurin fastan, tá hann skoraði til 2-0. Chelsea er nú fimtan stig framman fyri Manchester United, og tí er ikki nógv, ið bend- ir á, Chelsea fer at snáva móti endanum. Arsenal vann 1-0 á Bernabeu ímóti Real Mad- rid týskvoldið, men í dag gjordist gerandisdagurin í Premier League aftur veruleiki. Arsenal var á vitjan hjá Blackburn, ið vann 1-0. Norðmaðurin Morten Gamst Pedersen skoraði einasta málið. Botnliðið Birmingham fekk í dag ein sera umráð- andi sigur, tá eitt annað botnlið, Sunderland, var á vitjan. Emile Heskey skoraði einasta málið í dystinum fyri steðgin. Newcastle fekk enn ein sigur, tá Everton var á vitjan. Norðurenska felagið vann 2-0, og Nol- berto Solano skoraði bæði málini. United stór- sigur Í finaluni Manchester United vann sunnudagin Carling Cup finaluna í stórum stíli. Mót- stoðuliðið Wigan mátti taka til takkar við einum 4-0 tapi á Millennium Stadium í Cardiff FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini skorini(Qgjk.fo Tað mundi koma ógvuliga væl við hjá Sir Alex Fergu- son, tá menn hansara tryggj- aðu felagnum enn eitt steyp. Ferguson hevði undan dyst- inum sagt, at um hann ikki megnaði at fora í ollum for- um eitt steyp til Old Trafford í ár, var framtíð hansara sum venjari felagsins í vanda. Og dreingir Fergusons gjordu eftir boðum meist- arans. At kalla eingin sling- ur var í valsinum, tá Uni- ted-liðið vann heili 4-0 á uppflytarunum úr Wigan. Sosialurin Heimsins dýrasti verjuspælari slapp loksins at vinna eitt steyp. Sjálvur hevði Ferdinand hótt við, at gjordist talan heldur ikki um nakran sigur í ár, so kundi hann verða noyddur at finna sær annað felag Wayne Rooney legði Uni- ted framum eftir hálvum tíma. Hann fekk bóltin held- ur heppið við sær, tá tveir verjuleikarar fóru eftir bólt- inum, og hann sendi framvið málverjanum til 1-0, sum eis- ini var staðan í steðginum. Beint eftir steðgin hevði Wigan eina góða roynd, tá Henri Camara gjordist leysur úr spískum, men Van der Sar bjargaði. Eftir hetta setti United seg á dystin og við trimum málum innanfyri seks minuttir avgjordu teir reyðu úr Manchester dyst- in. Fyrst skoraði Louis Saha til2-0, síðani okti Christiano Ronaldo til 3-0 og at enda slerdi Wayne Rooney sigurin fastan við málinum til 4-0. Coventry í tryggari stöðu Claus Bech Jørgensen sat á beinkinum allar 90 minutt- irnar, tá Coventry leyg- ardagin vann 1-0 á Burn- ley. Sigurin ber við sær, at Coventry eftir eina sera soltna byrjan nú spakuliga er farin at trýsta seg upp móti sonevndu play-offpláss- unum, har seinasti mogu- leikin fyri Premier-League fótbólti er at finna. Skal Coventry rokka somikið langt upp, so skal tað tó leggja serstakliga væl fyri seinasta partin av kappingini. Ikki bara skal Coventry vinna sítt, men fleiri av ovaru liðunum skulu eisini missa hampuliga nógv, og tí man tað vera so sum so við uppflytaravónunum í ár. Hinvegin kann felag- ið fegnast um, at tey í góð- ari tíð eru komin væl og virðiliga burtur úr niður- flytingarvandanum, og tí longu nú kunnu rætta tank- arnar móti komandi kapp- ingarári. -mork Tvöramaður við til at sokka United Claus Bech Jørgensen er ikki einasta spælarin í næst bestu ensku rødini, sum hevur for- oyskar ílegur í sær. A liðnum hjá QPR er Marc Nygaard nevnliga fastur maður av álopinum. Hálvi tvoramaðurin hevur áður roynt seg í hollendskum og italskum fótbólti, og nú er tað so í Onglandi, at hann ger um seg. Um vikuskiftið vitjaði QPR hjá Sheffield United. sum tykist vera væl ávegis uppflyting til Premier Leag- ue, men púrasta óvæntað vann QPR dystin. Marc Nygaard skeyt fyrsta málið í dystinum eftir bara seks minuttum. Vertirnir komu tó bæði á javnt og framum, áðrenn teir eisini misnýttu brotsspark, og tað skuldi vísa seg at verða dýrt. Við einum sjálvmáli fekk QPR nevnliga javnað, áðrenn fyrrverandi Chelsea- framherjin, Paul Furlong skeyt sigursmálið eitt korter fyri leiklok. -mork Mynd: Reuters 23 v mál d v-j-t mál +/- stig 1 Kyndil 7 4 -1-2 455 400 55 17 2 H71 6 4 -0-2 433 366 67 16 3 StÍF 7 5 -0-2 430 419 11 16 4 VÍF 6 4 -1-1 437 422 15 15 5 KÍF TI 2 -0-5 415 454 -39 6 6 Neistin 7 0 -0-7 431 540 -109 1 Flogbóltsstöður d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 17 15 - 2 48 22 26 20 2 TB 17 10 - 7 37 24 13 16 3 SÍ 17 10 - 7 37 31 6 13 4 ÍF 17 9- 8 37 31 6 12 5 KÍF 17 4 - 13 21 43 -22 7 6 Mjolnir — 17 3 - 14 17 46. -29 4 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 13 11 - 2 35 15 20 15 2 Mjølnir — 14 9- 5 33 17 16 14 3 Så 13 8 - 5 30 20 10 10 4 ÍF 13 5- 8 21 28 -7 7 5 Nøvan 13 0 - 13 0 39 -39 0 . Henry verdur verandi Hetta segdi Real Madrid for- setin, Florentino Perez, eftir dystin millum Real Madrid og Arsenal, har Henry skor- aði einasta málið. Perez varð spurdur, um Real hevði í hyggju at keypa Henry frá Arsenal í summar. Svarið hjá forsetanum var, at Arsenal vildi hava Henry at vera verandi, og hann var sjálvur sannfordur um, at Henry fór at velja at leingja sáttmálan við Arsenal. Gitingarnar um framtíð Henrys eru annars nógvar, og Real Madrid og Barce- lona er í løtuni favorittar at lokka Henry til sín komandi kappingarár. Tó er einki komið uppá pláss hesum viðvíkjandi, tí Henry fram- vegis er i samráðingum við Arsenal. -sís