týsdagur 28. februar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 42 - 28. februar 2006
Føroysku oljuparta
brøvini líkjast
framvegis eini góð
ari íløgu. Faroe
Petroleum hevur
merkt stóran vøkstur
seinastu tíðina, með
an Atlantic Petroleum
liggur stabilt um kurs
700
Partabrøv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kursurin á partabrævinum
hjá Faroe Petroleum á mark
naðinum í London var í gjár
á 150. Tað er hægsta virðið,
sum partabrævið hevur havt,
síðani ódnirnar herjaðu
meksikanska flógvan í fjør
heyst. Ta ferðina var parta
brævið heilt uppi á 165, sum
er nógv tað hægsta virðið,
sum felagið hevur havt.
Í verandi hækkanini hava
tað serliga verið tveir lutir,
sum hava spælt positivt inn
– umframt støðugu útlitini
fyri høgum oljuprísum, sjálv
andi. Fyri lítlari viku síðani
boðaði felagið frá góðu støð
uni, sum felagið nú tykist
vera í í Noreg. Hartil kom
ársroknskapur felagsins út í
gjár, og hóast eitt lítið hall,
so gav hesin tað úrslit, sum
leiðslan hevði sett í kortið.
Og kundi felagið á tann hátt
prógvað, at fyritøkan verður
rikin á einum skynsamum
grundarlagið.
Í tryggari legu
Seinastu vikurnar hevur talan
ikki verið um tær heilt stóru
nýggjheitirnar frá hinum før
oyska oljufelagnum, Atlantic
Petroleum, sum er skrásett á
ICEX í Íslandi.
Hetta tykist eisini hava
merkt prísin, sum støðugt
hevur ligið eitt petti oman
fyri teimum 700. Í øllum
førum, síðani partabrævið
fyri góðum mánaði síðani
gjørdi satt skarvslop eftir
bjartskygdu greiningina frá
Eik Bank. Heilt upp móti
kursmálinum hjá danska
bankanum er partabrævið
enn ikki komið. Men sein
astu vikurnar hevur kursurin
støðugt ligið beint oman
fyri tey 700, og tað er væl
eisini meira enn góðtikið hjá
íleggjarunum.
Føroya Kolvetni
í hæddini
Ætlanin hjá íslend
ingum at byggja eina
velduga fiskamjøls
verksmiðju í Hetlandi,
verður nú seinkað.
Áðrenn nakað loyvi
verður givið, vilja
myndugleikarnir
kanna, hvørji møgulig
umhvørvisárin kunnu
standast av slíkari
verksmiðju
Vinnulív
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Íslendingar hava seinastu tíð
ina arbeitt við at gera eina
stóra fiskamjølsverksmiðju
í Hetlandi. Fyri einar 100
mió kr. ætlar íslendska Sild
arvinnslan at byggja eina
stóra verksmiðju á Sullum
Voe. Samstundis vilja lokalu
myndugleikarnir á staðnum
nýta góðar 60 mió kr. til
havnaútbygging, soleiðis
at rúm verður fyri stóru
nótaskipunum, sum ætlandi
skulu avreiða á staðnum.
Ætlaða framleiðslan hjá
virkinum verður søgd at vera
100.000 tons av fiskamjøli
um árið.
Men hóast kommunalu
myndugleikarnir hava verið
positivir mótvegis ætlanini,
so er eisini ávís mótstøða at
hóma.
Friðingarmyndugleikarnir
hava nevnliga stafðest, at
tað kemur ikki upp á tal at
byggja slíka verksmiðju, fyrr
enn møgulig umhvørvisárin
eru kannað.
Økið kring Sullom Voe
er friðað – millum annað
vegna serstaka fuglalívið
á staðnum. Sagt verður,
at ein slík verksmiðja væl
kann oyðileggja náttúrliga
fuglalívið á staðnum, tí hópur
av øðrum fuglasløgum helst
fer at blanda seg, verður ein
slík verksmiðja bygd. Hartil
er eisini ætlanin at kanna,
hvussu ein slík verksmiðja
fer at ávirka umhvørvis- og
ljóðdálking á staðnum.
Umboð fyri hetlendsku
myndugleikarnar siga, at
íslendska felagið í fyrsta lagi
kann rokna við svari tíðliga
í summar.
Roknað verður við, at verð
ur íslendska ætlanin veru
leiki, kann hetta gerast ein
heilt álvarslig hóttan móti
eitt Havsbrún í Fuglafirði.
Íslendska ætlanin
seinkað
Marknaðurin í London hevur reagerað sera positivt upp á kunningina, sum Faroe Petroleum
hevur latið virðisbrævamarknaðinum seinastu vikuna