Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2006 3 16 ára gomul genta funnin sek í at banka unga gentu HARÐSKAPUR Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi, at ungar gentur vera dømd­ ar fyri harðskap. Men mána­ morgunin varð ein 16 ára gomul genta dømd fyri, tvær ferðir, at hava bankað eina aðra unga gentu í býnum í Havn í desember 2005. Gent­urnar, sum báðar eru úr somu bygd, høvdu eisini verið í herðatoppinum á hvørjari aðrari, og øðrum gentum, á Ólavssøku, og nú skuldi tað hevnast. Ákærda gentan viðgekk, at hon fyrst hevði møtt hin­ ari gentuni uttanfyri náttar­ klubban Cleopatra og har hevði hon lagt á hana – spark­ að og sligið við nevum í and­ litið, til onkur legði uppí og skilti tær sundur. Áleið ein tíma seinni møttust tær aftur aðrastaðni í býnum, og enn einaferð legði ákærda á hina gentuna. Hesaferð varð offurið sligið við nevum, spark­­að og roytt, somikið álvars­liga, at hon fór á sjúkra­­húsið, har lækanarnir eitt nú tóku myndir av henni. At andlitið var hovið, eyga var blátt, tannkjøtið meisla og skeinir á holdinum, prógv­ aði, at hon hevði verið fyri hørðum harðskapi. 16 ára gamla gentan játt­ aði seg seka, og varð dømd treytaðan dóm við eini roynd­artíð á tvey ár. Sostatt skal unga gentan halda seg í skinninum í tvey ár. Um lága dómin, segði dómarin, Jonas Tei, at atlit vórðu tikin til lága aldurin á gentuni, og at hon ikki var dømd áður. Gentu­ bardagi í Havn 66 ,1/2,1,ÊÓǰä{‡ä£°äx -ˆ}Ê}iÀ>˜`ˆÃ`i}˜Õ“Êv>ÀÛCÊœ}ʘÌÊÎÊvÀ?‰Ž>ÀÊ`>}>ÀÊۈsÊÛCÛiÀÕʜ}ʏ‰ÛÃÃ̉ˆÊœÛ>ÃÌÊ?Ê ÃŽÀ?˜˜ˆ°ÊœÃ“i̜œ}>À]ÊvÀˆÃ©À>À]ÊÃÌޏˆÃÌ>Àʜ}ʓ>ÃéÀ>ÀÊÃÌ>˜`>Ê?ÊÀ>sÊvÞÀˆÊ>ÌʅÖŽ>ÊՓʜ}Ê }iÛ>ÊÌCÀÊ}sÊÀ?s°Ê ÌÊiˆÃˆ˜ˆÊ}s>ʓ>̈˜Êœ}ʅ>˜`>À˜>ÀÊۈsÊÌiˆ“Õ“Ê}sÕÊ̈Lœs՘Փ°Ê -…œÜ“i˜˜ÊëC>Ê̈Ê`>˜ÃÊՓLœÀs°Ê-œÊLs>ʓ>Ž>˜Õ“]Êۈ˜vŽˆÊi>ÊLˆ˜`ˆŽÕLL>˜Õ“Ê?Ê iˆ˜>ʝ}œÞ“>˜`ˆÊÛCÛiÀÕviÀs° *À‰ÃÕÀÊvÞÀˆÊ…Û©˜˜ÊÖÀÊLiÀÌʎÀ°Ê£°££ä]‡ *À‰ÃÕÀˆ˜ÊiÀʉÊ{ʎœÞ}}ÕŽ>“>ÀˆÊۈsÊÜVÉL>sʈ˜˜Û°Ê(Ê>Û}©`ʜ}Ê>ˆÀÊvÞÀˆiÃÌÀ>À˜ˆÀÊiÀÕʉÀœŽ˜>sˆÀÊviÀs>Ãis>«À‰Ãˆ˜°Ê>ÀՓvÀ>“ÌÊ ÛiÀsÕÀʓ©}ՏiˆŽˆÊ>ÌÊ}iÀ>Ê«iÀݘˆ}>ÀÊ>ÛÌ>ÕÀÊۈsÊޓÃÕÊÛiˆÌ>À>À˜>ÀÉÀ?s}iÛ>À˜>ÀÊՓLœÀs°ÊÞÀˆÊ>ÌÊÌÀÞ}}>ÊÃCÀʓ©}ՏiˆŽ>ÊvÞÀˆÊ «iÀݘˆ}>ÀˆÊ>ÛÌ>ÕÊi>Êۈs}iÀsÊiÀʘiÞsÕ}ÌÊ>ÌÊL‰i}}>ỂsÊvÀ>““>˜Õ˜`>˜°ÊÀ?viÀsÊiÀÊÓǰä{°äȰ 3 & 1 3 0 ; 777°-9,‡ °" / °\ʳәnÊÎ{x™ää 66 ,Ê1 ",\ UÊ-ÌޏˆÃÌÕÀ UÊ>Ži‡Õ«Ê>À̈ÃÌ>À UʈÌ̘iÃÃʈ˜ÃÌÀՎ̩À>À UʜÓi̜œ}>À UÊ>ÃéÀ>À UÊÀˆÃ©À>À UÊœÃÌÀ?s}iۈ Mánamorgunin varð ein 16 ára gomul genta dømd fyri at hava bankað eina unga gentu Savnsmynd Heimarøkt tíðindaskriv Sum ein liður útbyggingini av Heimarøktini fer økis­ terapi og náttarvakt nú at virka í Suðuroynni. Við hes­um tænastum verður Suð­uroyggin nú væl útbygd við heimarøktartænastum. Tað er Heimarøktin og Ser­ forsorgin sera fegin um at kunna bjóða brúkarunum í Suðuroynni, sum er eitt av teimum økjunum í landinum, sum ikki hevur verið so væl fyri viðvíkjandi tænastum. Økisterapiin er ein tæn­ asta, har borgarin fær hjálp til at halda sín kropsliga førleika viðlíka og hjálp til at gera tað lættari at klára seg sum longst við sínum førleikum í egnum heimi. Økisterpiin í Suðuroy byrj­ ar 1. februar 2006. Økis­tera­ piin virkar frammanundan í Suð­urstreymoy og Sand­ oynni. Skipanin við náttarvakt verð­ur fyri fyrst ein roynd­ arskipan, har Heimarøktin í Suðuroy fer at skipa eina koyriskipan við koyrandi náttarvakt fyri alla oynna. Royndarskipanin, kemur væntandi í gongd 1. mai 2006. Tá árið er av, verður skipanin eftirmett, og støða verður tá tikin til, um hon skal halda áfram. Royndirnar í Suðuroy skulu eisini verða grundarlag fyri eini avgerð um, hvussu skal farast víðari við at bjóða somu tænastu í øðrum økjum í landinum. Frammanundan er náttar­ vaktsskipan í Heimarøktini í Eysturoynni. Skipanin í Eysturoynni hevur virkað í gott tvey ár og er skipað við tilkallivakt. Tá skipanin verður sett í verk, kunnu brúkararnir fáa samband við Heimarøktina alt samdøgrið, og við bráð­ feingistørv fer náttarvaktin á heimavitjan. Hetta fer at geva brúkararunum eina størri trygd, serliga teimum sum búgva einsamøll. Amerikanski rokkbólkurin Toto eigur mest seldu fløguna í Føroya størsta fløguhandli 3’aranum seinastu vikuna. Bólkurin skumpar sostatt Poppkorn, ið hevur átt ovastu rókina í fleiri vikur, niður á annað pláss. Annars er listin sermerktur á tann hátt, at tvær fløgur, ið ikki hava verið á listanum í eina tíð Poetry & Aeroplanes hjá Teituri Lassen og Til Børnini Hjá Børninum hjá Anniku Hoydal eru komnar inn aftur. Serliga er tað løgið, at fløgan hjá Teituri liggur á 6. plássi fleiri ár eftir, at hon kom út. -nud Toto leggur Føroyar fyri sínar føtur Betrað tænasta í Suðuroynni