týsdagur 28. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2006
5
– Tað hevur størstan
týdning, at tað er
sjálvur løgmaður,
sum stendur á
odda fyri føroysku
sendinendini, sum
nú er í India, tí tað
er best mátin at lata
hurðar upp, sigur
indari í Føroyum
Føroyskt vinnulív
í India
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú ein stór, føroysk sendi
nevnd er í India og ferðast,
hevur tað stóran týdning, at
hava eitt opið sinni.
Tað sigur Kalpana Vijaya
varathan, indari, sum hevur
búð í Føroyum í 15 ár og
sum nú undirvísir á Hand
ilsskúlanum.
Nú stór sendinevnd er farin
úr Føroyum til India, helt
Kalpana ein lítlan kunnandi
fyrilestur fyri ferðalagnum
um, hvat tey kunnu vænta
sær á hesi longu ferðini yvir
í ein heilt annan heim.
Men hon staðfestir eisini,
at fara føroyingar til India
við einum opnum sinni, er
tað eisini stórur møguleiki
fyri, at teir ikki koma tóm
hentir aftur.
Kortini skal ongin vænta,
at føroyska sendinevndin
kemur aftur við fullum ordra
bókum til føroyskt vinnulív,
tí so skjótt gongur tað ikki
fyri seg.
– Men tað ræður um at
hitta tey røttu fólkini og at
knýta tey røttu sambondini,
sum tað so kann byggjast
víðari uppá framyvir.
Og júst í hesum sambandi
heldur hon, at tað er av avger
andi týdning, at tað er sjálv
ur løgmaður, sum stendur
á odda fyri føroysku sendi
nendini.
– Tað gevur ferðini ein
formligan dám og tað er
nakað, sum indarar skilja
og virða. Á hesum øki hava
teir eina øðrvísi mentan enn
føroyingar hava og har eru
politikarar ógvuliga hámett
ir. Tað, at løgmaður er við,
ger tað lættari at lata hurðar
upp og at knýta sambond.
Men hvat so kemur at henda
víðari, er ein spurningur, sum
tað stendur til vinnulívið at
fáa nakað burturúr.
Avmarkað og
fýrakantað
Tað eru mong, sum halda,
at tað er undarligt, at ein før
oysk sendinevnd skal fara
heilt yvir til India at ferð
ast, tí hvat skal India læra
okkum.
Og í Degi og Viku í gjár
kvøldið, varð eisini ivi
sáddur um ferðina og sagt
varð, at India var hopleyst
at samstarva við, tí tað
hevði at kalla ongar avtalur
við EFTA, umframt nógvar
aðrar handilsforðingar sum
gjørdi tað ov trupult at sam
starva.
Hetta heldur Kalpana er
ein alt ov avmarkað og fýra
kantað lýsing av støðuni.
– Tað kann væl vera, at
India at kalla ongar avtalur
hevur við EFTA og tað kann
væl vera, at India hevur hand
ilsforðingar.
– Men vit eiga ikki at
gloyma, at tað týdningarmesta
er, um tað eydnast at fáa sína
millum handilsavalur ímill
um Føroyar og India.
– Og tað dugir hon ikki at
síggja nakað í vegin fyri, tí
tað eru ein hópur av londum,
sum hava avtalur við India og
útlendskar fyritøkur standa í
bíðirøðum eftir at sleppa at
gera íløgur í India.
Kalpana heldur enntá, at
tað er ein spurningur, um
føroyingar hava ráð til at
lata vera, at hyggja handan
vegin.
Men hon heldur framvegis
at tað veldst alt um, hvønn
hugburð føroyingar sjálvir
hava.
– Tað ræður um at síggja
India sum tað, ið landið
veruliga og ikki sum tað, ið
kanska hevur fest seg í huga
heimin á nógvum fólki.
– India er nevniliga ikki
bara fátækt, ikki bara skitið,
ikki bara fult av fólki og ikki
bara larmandi. India er eisini
eitt land, sum er ímillum tey
fremstu í heiminum á nógv
um økjum.
– Kortini kann myndin,
sum nógv hava í høvdinum
av India, føra við sær, at vit
eru skjót at døma. Men tað
stendur ikki til okkum at
døma onnur fyri tann mátan,
tey liva upp á. Tó er onki at
ivast í, at Indiaferðin kann
gerast ein mentanarskelkur,
tí tað er so fullkomiliga øðr
vísi.
Kalpana heldur tí ikki at
føroyska sendinevndin skal
koma til ov skjótar niður
støður og avskriva allar
møguleikar fyri samstarvi
við India, tí alt skal vera so
vónleyst.
– Tað vildi verið skeivt
at givið skarvin yvir beinan
vegin og at latið allar hurð
ar aftur, áðrenn ein verulig
roynd varð gjørd, tí búskap
arvøksturin og menningin í
India eru sera stór, leggur
hon afturat.
– Tað ræður um at góðtaka
veruleikan í India sum hann
er og at góðtaka, tað ein sær
og at arbeiða víðari út frá t
í, og tað eru tað nógv onnur
av heimsins londum, sum
gera.
– Hugburðurin kann ikki
vera, at í Føroyum er alt best
og í India er alt vónleyst.
Tí heldur hon, at skal
nakað koma burturúr hesi
ferðini, er tað sanniliga eisini
ein spurningur um, hvussu
væl føroysk vinnulívsfólk
duga at beganga seg á
altjóða pallinum og duga at
samstarva, tí tað krevur bæði
dirvi og nýhugsan.
– Føroyingar mugu eisini
hugsa størri enn so, enn bara
at siga, at vit eru so smá at
hetta klára vit ikki, tí tað
førir ikki til framburð.
Bara hugflogið
setir markið
Hinvegin vísir hon á, at før
oyska sendinenevndin skal
heldur ikki vænta at finna
út av øllum hesar 9-10 dag
arnar, tey eru í India.
– India er so stórt land og
fjølbroytt land, at fer ein før
oysk sendinevnd til India í 9-
10 dagar, hevði tað svara til,
at ein útlendsk sendinevnd
kom til Føroyar og steðgaði
her í fimm minuttir og vænt
aði so at vita alt um Før
oyar.
– Tí er tað alt annað enn
lætt at fara eina slíka ferð
og ein skal ikki vænta at fáa
tann mest djúptøkna kunn
leikan til landið eftir 9-10
døgum.
– Men júst tí er tað av
stórum týdningi at ferðin er í
sambandi við sendistovuna,
tí hon hevur tey røttu sam
bondini og júst tí hevur tað
størsta týdning, at løgmaður
er við, tí tað kann hjálpa at
knýta sambond.
Spurningurin er so, hvat
føroyingar í longdini kunnu
fáa burturúr einum samstarvi
við India.
– Hóast India er eitt menn
ingarland á nógvum økjum,
er tað eisini so frammaliga
á nógvum økjum, at tað er
ímillum heimsins fremstu
lond.
Kalpana heldur tí, at tað
er bara hugflogið, sum setur
markið fyri einum slíkum
samstarvi.
Millum annað vísir hon
á, at útbúgvingar í India eru
á sera høgum støði og fólk
koma úr øllum heiminum
til India at lesa læknafrøði,
verkfrøði og annað.
– Útbúgvingstøðið arnar
er so høgt, at tað er vanligt,
at altjóða fyritøkur koma til
India at tryggja sær arbeiðs
megina hjá teimum, sum
útbúgva seg har- tað er tað,
sum á fakmálið eitur at
”head-hunta” fólk.
– Fiskivinnan í India er eis
ini frammarlaga á summum
økjum, eit nú í rækjuvinnuni,
og tað kann væl henda, at
føroyingar finna okkurt horn
í fiskivinnuni, sum tað ber til
at samstarva við India í.
– Gongdin er eisini tann
kring heimin, at tað, sum
hevur við beinleiðis fram
leiðslu at gera, verður útflutt
til lond sum India og Kina.
Kalpana vísir eisini á, at
KT- vinnan í India er sera
frammarlaga.
– Føroyingar skulu ikki
lata seg ræða av, at India er
so stórt. Tað ræður um at eyð
merkja tey øki, sum kunnu
hava áhuga og so avmarka
seg til tey.
Sjálv sær hon hesa ferðina
sum ein fyrsta roynd hjá før
oyskum vinnulívið at fáa
tann fyrsta kunnleikan til
landið, sum vinnan so skal
arbeiða víðari við fyri at fáa
eitt veruligt samstarv ílag.
Hinvegin heldur hon eis
ini, at føroyingar kunnu
útflyta fiskivinnu-tøkni og
annað til India.
Tað hevur størstan týdning
at løgmaður stendur á odda
Indisku hjúnini, Kalpana og Abraham Vijayavarathan hava búð í Føroyum í nógv ár og tey góvu løgmanni og føroysku sendinevndini av vinulívsfólki góð ráð,
áðrenn tey fóru til India í farnu viku. India er ikki bara fátækt, skitið, fólkaríkt og larmandi. India er eisini millum heimsins fremstu lond á nógvum økjum.
Spurningurin er bara um føroyingar duga at fáa nakað burturúr, sigur Kalpana