Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 42 - 28. februar 2006 Føroya størsta pylsu, pizza og frikadellu pinnamataborð, reyður leypari á trappuni og snórurin, sum skuldi klippast. Tað var sannur stílur yvir tí í gjárkvøldið, tá Virkshúsið fyri ung í Klaksvík lat upp og ein herur av spentum ungfólki tusti inn Virkishús fyri ung Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo “Gerið so væl tit. Hetta er tykkara hús – og verið nú góð við tað”. Tað sá út til at passa teimum ungu fínt, at borgarstjórin hevði valt eina so ultra stutta røðu til høvið, tá hann í gjárkvøldið umsíðir klipti snórin til nýggja Virkishúsið. Hann mundi vita sum var, at júst hesi ungu hava verið óvan­ liga tolin og næstan ikki hildu tað kunna passa, at tey nú umsíðir hava fingið sítt egna hús. “Osar av trivna” Tað var nú eisini ringt at trúgva sínum egnu eygum, tá dyrnar lótu upp. Heldur stirvnu gomlu banka- og læknahølini eru fullkomiliga umskapað til eitt hús, sum “osar av trivna”, sum borg­ar­stjórin tók til. Á lit­ ríku veggunum hongur alt frá gomlum plakatum og vinylplátum til gamlar læknataskur, sum leiðarin Beinta, fann á ovasta lofti í húsinum, tá hon fór at leita. Alla aðrastaðni sæst eisini, at hugflogið ikki hevur bilað hjá teimum fýra, Beintu, Leivuri, Ragnhild og Floru, sum nú koma at starvast í húsinum. – Vit hildu tað vera stutt­ ligt við onkrum lutum, sum siga eitt sindur um søguna hjá húsinum. Annars hava fólk verið ótrúliga fitt at lata húsinum alt møguligt, so vit hava næstan onki nýtt keypt, sigur Beinta, sum júst var liðug at poppa heilar 39 pakkar av poppkorn! Tað gekk bert lítil løta, til øll tey ymsu rúmini uddu av lív og ungu fólkum. Eft­ ir at hava fingið sær ein bita frá áhugaverda pinna­ mataborðinum hjá Jákupi Ziskason tustu hesi spentu ungu fólkini í øllum aldri upp á ovaru hæddina at fregnast eftir, hvat goymdi seg inni í spæli-, seymi-, máli- og tónleikarúminum og øllum hinum rúmunum, sum tey framyvir uttan iva fara at brúka stóran part av síni frítíð í. Inni í málirúminum stóð lørift og máling klárt so hesi ungu sluppu at verða tey fyrstu at mála á sermerktu “gestabókina” – sum eitt minni um fyrsta kvøldið, teirra hús lat upp. Fylla eitt hol Á niðaru hæddini vóru lim­ irnir úr bólkinum “The Story Ends” í ferð við at gera klárt til fyrstu konsertina, sum varð hildin her. Leivur Vitalis, sum er hjálparfólk í húsinum, fylgdi forvitin við, og fjaldi ikki yvir, at hann er sera spentur at síggja, hvønn týdning Virkishúsið fer at hava fyri ungar tónleikarar í býnum. – Tað er jú ikki serliga langt síðani, at Klaksvík var tað staðið, har ein spennandi bólkur fyri og annar eftir kom frá, men seinnu árini hevur tað verið heldur tóm­ ligt á tí økinum. So hvør veit, kanska Virkishúsið kann verða við til at blása nýtt lív í unga tónleikin úr Klaksvík, sigur Leivur, sum í hela tikið væntar, at húsið fer at fylla eitt hol í ungdómslívinum í Klaksvík, tá tað ræður um tey meir krea­tivu frítíðarítrivini. – Ikki tí, ítróttarfeløgini og samkomurnar gera eitt megnar ungdómsarbeiði, men tey, sum hava onnur áhuga­mál, hava veruliga ver­ið við skerdan lut. Í so máta byrja vit heilt frá botni av, sigur Leivur, sum tó ikki væntar, at tað verður nakar trupulleiki at fáa hugskot frá teimum ungu. – Tað hevur allatíðina verið meiningin, at tey verða tey ungu sjálvi, sum koma at gera av, hvat hesir frálíku karmarnir og møguleikarin skulu fyllast við. Og karmar­ nir fáa illa verið betri. Her hevur býráðið veruliga eitt herðaklapp uppiborið, smíl­ ist Leivur og kveitir yvir á borgarstjóran, sum ikki dyl­ ur yvir, at tað stóð nógv á, tá tað frættist, at júst hesin bygningurin skuldi nýtast til Virkishús til tey ungu. – Eftirspurningurin eft­ir húsinum hevur verið øgi­ ligur, men vit tvíhildu um, at hetta húsið, skuldi tey ungu hava. Nú var tað teirra túrur, sigur ein væl nøgdur Steinbjørn Jacobsen. Virkishúsið latið upp: “Alvorliga kul!” Jákup Ziskason, kokkur, og Beinta Á. Gregersen, leiðari, stóðu klár við Føroya størsta pylsu, frikadellu og pizza pinnamataborði Leivur Vitalis, hjálparfólk, er spentur at vita, um ikki Virkishúsið fer at blása nýtt lív í tónleikin í Klaksvík Nú var nóg leingi bíðað, so borgarstjórin gjørdi skjótt av, tá hann klipti snórin, so Virkishúsið kundi lata dyrnar upp Elsa og Katrin vóru tær fyrstu at mála á serligu “gestabókina” hjá Virkishúsinum ... og so sluppu dreingirnir eisini framat við sínum autografum 14 ára gomlu Hallur og Rói hildu Virkishúsið og starvsfólkini vera alvorliga kul. So her ætla teir sær at brúka nógva tíð framyvir